Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-22, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 203 - 22. oktober 2008 ] Jógvan Martin og Faxe á skeið saman Fráfarni føroyski landsliðsvenjarin Jógvan Martin Olsen skal ganga á Pro-venjaraskeiði hjá DBU saman við fleiri av donsku europameistarunum frá 1992. Ein teirra er Henrik Larsen, sum Jógvan Martin var hjálparvenjari hjá á føroyska landsliðnum. Millum hinar venjararnar á skeiðnum eru John Faxe Jensen, Morten Wieghorst, Stig Tøfting, Kent Nielsen, Johnny Mølby, Erik Rasmussen og Jess Thorup. Nógvir landsliðsspælarar í Onglandi Enska Premier League er tann fótbóltskappingin, sum hevur flest landsliðsspælarar. Imscouting hevur gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu nógvir landsliðsspælarar spæla í teimum stóru europeisku kappingunum, og Premier League liggur klárt á odda. Heili 203 landsliðsspælarar eru í fremstu ensku fótbóltskappingini, og tað eru 70 fleiri enn í týsku Bundesliguni, sum er næstfremst. Á triðja plássi er italska Seria A, og síðani koma italska og franska landskappingin. Bara 15 ár eftir sam­anleggingina stendur EB/Streym­ur sum­ frem­sta fót­ bóltsfelagið í landi­ num­. Eitt úrslit av sam­anhaldi, m­ið­ vísum­ arbeiði og neyðuga hepninum­, sigur form­aðurin í felagnum­ Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hann tóktist ganga heldur seigliga millum viðhalds- fólkini. Eingin ivi er um, at frøin hjá Rólanti Højsted var fult so stór, sum hon var tað hjá fjepparunum og spælaru- num. Men onkursvegna lat formaðurin hjá EB/Streymi ikki við seg koma. Einmest mundi hann bara njóta løt- una og rómin, sum nú var veruleiki. Hepni og hart arbeiði Tað eru bara 15 ár síðani, at EB og Streymur kastaðu saman. Fyrsta árið gjørdi talan um uppflyting, men í 1995 var felagið aftur mill- um tey næstbestu. Okkurt av árunum eftir hetta var veruligur vandi fyri at flyta niður í táverandi triðju deild, men síðani 1999 hevur bara gingið ein veg. Við Bergi Magnussen sum venjara sópaði liðið alla mótstøðu til viks í aðru deild, og síðani eru úrslitini stútt og støðugt betrað. Nak- að sum tó illa letur seg gera í 2009. Men hvat er loyndarmálið handan alt hetta, spurdu vit Rólant Højsted. - Ítróttarliga fingu vit nakrar góðar spælarar upp gjøgnum yngru árgangirnar hjá okkum, og hesar hava vit roynt at bygt liðið rund- anum. Síðani hava vit ar- beitt hart í felagnum fyri at styrkja karmarnar hjá lið- num, og so hava vit eisini styrkt hópin við nøkrum góðum spælarum uttanífrá. Og eg haldi tað er tann blandingin, sum hevur bor- ið okkum hartil, sum vit eru í dag, sigur Rólant Høj- sted. Góð samanlegging EB/Streymur er hvørji fyrsta ella seinasta saman- leggingin av fótbóltsfeløg- unum í Føroyum. Men fram um aðrar av slagnum, so tykist søgan kring nú bláa og svarta liðið at vera ein treytaleys succés-søga. Nak- að sum Rólant Højsted held- ur kemst av miðvísum arbeiði. - Fyrst og fremst ráddi um at samansjóva fólkið í økinum at taka undir við nýggja felagnum, og har hevur móttøkan verið ótrú- liga góð. So tað er eitt mál- rættað arbeiði, sum er framt alla tíðina. Men høvdu tit í 1993 droymt um, at tit bara 15 ár seinni skuldu standa sum besta liðið í landinum? - Slettis ikki. Men tað hevur kortini gingið støðugt framá síðani tá, og so hava vit sum sagt verið hepnir við nøkrum góðum árgang- um av spælarum. Og góða undirtøkan frá fólkinum hevur so eisini gjørt tað lætt- ari at arbeiða hjá okkum í nevndini, sigur Rólant. Støðuga tosið – ikki bara í ár men síðani 2006 – hevur verið, at skinnið skuldi ikki seljast, fyrr enn bjørnan varð skotin. Nú er bjørnin skotin, men spælararnir tykjast ikki vita, hvat skal gerast við skinnið. Hava tit í felagnum fyrireikað nakað til í kvøld? - Tað hava vit ikki. Men eg rokni við, at vit fara at hava eina hugnaløtu í Streymnesi. Tað fer neyvan at standa á at fáa hjálp til at stápla okkurt upp á beinini í kvøld, sigur fegni formað- urin at enda. Teir hava verið arg­ aðir um­ gum­m­ibein í skjótt fleiri vikur. Týskvøldið vóru tó eingi sum­ helst tekin um­ hetta. Og kanska kundi tað verið koppað á, tí tað kravdi bleytar gum­m­irørslur, tá Arnbjørn Hansen m­eistarliga tam­di, áðrenn hann sm­ekk­ aði fyrsta av sínum­ trim­um­ bóltum­ í kassan Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hvussu var og ikki, so helt Arnbjørn sjálvur, at tað gjørdi ikki tann stóra mun- in, um talan var um gummi- bein hesaferð. - Nú hava vit havt tey so leingi. Líka síðani 2006, os eg haldi ikki, at vit merkja tað longur. Tit hava nakrar rímiliga stórar møguleikar, sum verða brendir, áðrenn tit fáa hol á. Var hetta ein tungur dystur at koma ígjøgnum? - Ja, eina løtu sá tað út til at vera eitt flashback frá 2006, har stengur og annað forðaði okkum í at skora. Men so gjørdist tað knapp- liga stongin og inn, og so gekk tað. Og sjálvt um teir javna alt fyri eitt, so trúðu vit alla tíðina uppá, at tað skuldi rigga í dag. Sjálvur hevur tú ikki skor- að so nógv í seinnu hálvu, sum tú gjørdi fyri summar- steðgin. Men tað ger kanska einki, tá tú skorar trý mál í dag? - Tað haldi eg. Tá vit blíva meistarar í dag, og eg skjóti trý mál, so kann tað væl vera líkamikið, um eg ikki havi skorað fimm aðrar dystir á rað, sigur Arnbjørn Hansen. Hepni, samanhald og hart arbeiði Vanur við gummibein Talan gjørdist at enda um træverkið og inn, og so kundi Arnbjørn Hansen við einum hattrick staðfesta støðuna hjá EB/Streymi sum meistari, umframt at hann undirstrikaði sítt kandidatur til heitið sum ársins spælari í 2009 Mynd: Sofus Debes Johannesen Smílið var stórt, men í mun til flestu onnur á vøllinum týskvøldið tóktist Rólant Højsted mest sum friðsælur í heystarkuldanum Mynd: Sofus D. Johannesen