Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-22, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 22. oktober 2008 25 Tann lidni pakkin til brúkaran er enn í stoypiskeiðini. Arbeitt verður við at finna loysnir, sum skulu royndarkoyrast undir øllum hugsandi umstøðum, áðrenn elbilarnar koma á marknaðin, og battarístøðirnar verða settar upp. Men endaliga málið við Better Place verkætlanini er, at fólk kunnu keypa sær ein elbil, sum hevur somu kraft og toppferð sum ein vanligur bilur. Bileigararnir vera síðan við í eini Better Place battarískipan, har teir koyra inn á teirra støðir at skifta battarí. Better Place eigur øll battaríni, so bileigarin nýtist ikki at gera íløgu í battaríir. Tað verður skjótari at koyra inn á eina Better Place servicestøð at skifta battarí enn tað er at bunkra olju ella bensin á eini vanligari servicestøð. Eitt nýuppløtt battarí kann koyra umleið 150 kilometrar, áðrenn neyðugt er at ”bunkra” aftur. Better Place støðirnar vera heil­ automatiskar. Bilførarin koyrir inn á støðina og steðgar við skifti­ automatina, sum sjálv skiftir batta­ ríið. Tað tóma battaríið verður tikið úr og eitt fult uppløtt verður sett inn ístaðin. Hetta tekur minni enn tríggjar minuttir. Eftir ætlan verða Better Place battarískiftstøðir settar upp í Dan­ mark, í samstarvi við Dong Energy, í 2010, og í 2011 kunnu fyrstu elbilarnir í Projekt Better Place seljast í Danmark. __________________________ Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Jane Pedersen frá Dong Energy í samrøðu við Bilradio á Rás2 Mynd: Finn Jakobsen Dúgliga varð prátað eftir fyrilesturin í Norðurlandahúsinum Mynd: Finn Jakobsen Stovnarin av Better Place, Shai Agassi Elbilar skulu hava somu kraft og toppferð sum vanligir bilar við bensin- ella dieselmotorum Á servicestøðum verður alt meira vanligt við at reklamera við prísum á bæði oljuproduktum og battaríum