mikudagur 22. oktober 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 203 - 22. oktober 2008 ]
Doyði eftir knock-out
24 ára gamli Daniel Aguillon úr Mexico andaðist
mánadagin sum avleiðing av dysti í nevaleiki. Aguillon
var seinasta mikudag í dysti móti landsmanni sínum,
Alejandro Sanabria, og í 12. umfari varð dysturin
avgjørdur eftir eitt rættiliga ógvusligt knock-out. Aguillon
varð alt fyri eitt fyri koyrdur á sjúkrahúsið, men hann
raknaði ongan tíð við, og mánadagin andaðist hann.
Bilic vil ikki til
Onglands
Kroatiski landsliðsvenjarin Slaven Bilic verður støðugt
nevndur í sambandi við ensk feløg, og tað seinasta er, at
Bilic skal verða upp á tal at gerast nýggjur venjari í
Tottenham. Men sjálvur ætlar Bilic sær ongan veg. - Tað er
smikrandi at verða settur í samband við feløg í Onglandi,
men eg havi eitt arbeiði í Kroatia, og tað er tað einasta,
sum eg hugsi um, sigur Bilic við BBC.
Tað verður ofta sagt
at Margáir er vøllurin
í Føroyum, har mest
avfall er. Í gjárkvøldið
oysti niður, men tað
gjørdi ongan mun hjá
nógvu EB/Streyma
fjepparunum og leik
arunum, ið vóru kom
in saman til opið hús
Fótbóltur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Myndir: Sofus D.
Johannesen
Onkur hevði á orðið at
nakrar av rekettunum vóru
frá 2006, gullslipsini, sum
nógv hava flent at komu til
sín rætt, gullølirnar vóru
endiliga druknar og so fram-
vegis. Men øll vóru á einum
máli um, at hetta smakkaði
betur enn nakar hevði rokn-
að við.
Tá leikararnir komu sóu
summir heilt heitir út, í
mun til beint eftir dystin.
Teir stillaðu seg allir út á
vøllin, har »Vit eru greipu-
vinnarar« varð sungin fleiri
ferðir. Harumframt vóru
sangir sum »Vit hava vunn-
ið gull« og »Saman í felag í
senn« sungnir.
Báðir venjararnir tóku
orðið og greiddu báðir frá,
hvussu fegnir teir vóru um,
at hava møguleikan at venja
EB/Streym.
Fleiri
av
fjepparunum tóku orðið, og
stadionspeakarin var sum
hamskiftur frá dystinum
ímóti B36 fyri góðari viku
síðani.
Summi flentu eisini at, at
tey høvdu bíðað alt lívið
eftir hesum, meðan Sorin
Anghel, ið hevur verið ein
av ímyndunum av fram-
gongdini hjá EB/Streymi
ikki ordiliga sá út til at
skilja, at liðið endiliga hev-
ur rokkið á mál.
Trúføstu bindiklubbakon-
urnar hjá EB/Streymi hava
nokk heldur ikki sungið
harðari og betri í alt ár, men
tær vandu eisini óført með-
an dysturin á Skála var.
Alt í alt ein løta við nógv-
um gullrúsi og nógvari
gleði.
Nú bíða EB/Streymafólk
bert eftir at vinda burturúr
HB leygardagin, og harvið
sláa seymin tann eyka milli-
meturin.
Gullrúsur við
Margáir
EB/Streymaleikararnir vóru serstakliga fegnir, tá teir komu til Margáir í gjárkvøldið
Venjararnir báðir søgdu nøkur orð, men lovaðu samstundis, at røðurnar verða longri og betri
leygardagin
Pól Andreasen tók orðið. Lítið er at ivast í, at hansara bláa og
svarta hjarta hevði tað gott
Enn er føroyameistarasteypið ikki komið í hús,
tað á myndini er frá dreingjaliðskapping, men
nú bíðar Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi,
bara eftir, at ordiliga steypið kemur
26