Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-22, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 203 - 22. oktober 2008 ] Tomislav er flúgvandi Tomislav Sivic, sum áður hevur virkað í Føroyum, ger veruliga um seg í Ungarn fyri tíðina. Í vár stóð hann við stýrisvølin, tá Kecskeméti fyri fyrstu ferð vann seg upp í fremstu ungversku deildina, og higar til hevur liðið tikið øll á bóli. Kecskeméti er eftir fyrstu 11 dystirnar á fimta plássi í kappingini við 19 stigum fyri 11 dystir. Um vikuskiftið vunnu teir 1-0 á útivølli móti REAC, sum er næst niðasta liðið í deildini. Eli Hentze leggurfrá sær Tað verður ikki við Eli Hentze sum venjara, at B71 fer undir uppgávuna at vinna sær sætið aftur í Formuladeildini í 2009. Ímyndin av felagnum staðfesti í sjónvarpinum í kvøld, at hann hevur boðað leiðsluna frá, at hann leggur frá sær. - Tað gjørdi eg teimum greitt fyri mánaðum síðan. Og tað var líkamikið, um vit spældu í bestu ella næstbestu deildini, sigur Eli Hentze við Kringvarp Føroya. B71 spælur ikki í fremstu føroysku fótbóltsdeildini í 2009. Liðið, sum seinastu tvey árini hevur hugtikið flestar føroyingar, megnaði ikki at varðveita sætið í Formuladeildini, og lútaðu sandoyingar við høvdinum, tá Sam Jacobsen sendi felagið í myrkrið í gjár Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Sandoyingar lúta við høvd- inum. Og tað er einki galið við tí. Myrkið leggur seg so dátt inni í Dal. Somuleiðis yvir tilveruna hjá B71 í Formula- deildini. Í gjár var staðfest, at lítla og hugtakandi felag- ið ikki longur verður mill- um tey bestu í føroyskum fótbólti. Stutt fyri leiklok í gjár køvdi Sam Jacobsen seinastu vónirnar hjá árstalsfelagnum, og harvið staðfesti, at árstalsfelagið úr Sandoynni ikki verður er ein partur av bestu føroysku fótbóltsdeildini komandi ár. Og tað verður heilt vist saknur í liðnum, sum hevur hugtikið flestu føroyingar við fyrimyndarligum stríðs- vilja, til tíðir flottum fót- bóltsspæli, egnum fólki og skemtingarsama venjaran- um Eli Hentze. Hvussu nú? Hóast fleiri hava hug at rópa seg serfrøðingar á økinum, so kann eingin siga, hvussu føroyskur fót- bóltur liggur um eitt ár. Tí er eisini ógjørligt at siga, hvussu framtíðin hjá B71 sær út. Tað kann ikki vænt- ast, at hugurin hjá eitt nú Gudmundi Nielsen og Sím- in Rógva Hansen vilja spæla í næstbestu deildini. Skulu vit trúgva leysasøgun- um, so halda teir heldur ikki fram í felagnum. Ambi- tiónirnar eiga eisini at røkka longri. Somuleiðis er spurn- ingurin, um teir fýra brasilu- menninir – Soares, Welling- ton, Vieira og Santana – eru áhugaðir at spæla millum teir næstbestu. Seinastu árini hava onnur feløg í øll- um førum ætlað sær mál- revin Clayton Soares. Ein av stóru trupulleikun- um hjá venjaranum Eli Hentze seinasta árið hevur verið, at hann ikki hevur ser- liga nógv fólk at velja ímill- um. Og væntandi frágongd- in fer uttan iva at hava við sær, at yngru leikararnir komandi mánaðirnir mugu taka ábyrgd. Ein frálíkur árgangur hev- ur tryggjað B71 tveir kapp- ingarár í Formuladeildini. Komandi ári er sannlíkt, at venjarin skal blanda kortini uttan hesar. Men nú fáa vit at síggja. Høvdu yvirtakið Sandoyingar vóru vitandi um treytirnar undan dystin- um í gjár. Eydnaðist tað ikki liðnum at fáa fult ímóti Víkingi, varð niðurflyting veruleiki. Hóast ryggin móti múrinum, so var heimaliðið álopssinnað frá byrjan. B71 var meira á bóltinum, og fleiri ferðir misnýttu sandoyingarnir stórar møguleikar. Serliga var Gudmund Nielsen ofta nær við, og Clayton Soares stútaði eisini í stólpan. Fleiri sóu ljósið, tá tað frættist úr Klaksvík, at NSÍ var á odda. Men sandoyingar megnaðu ikki at greiða sína skyldu. Tað var heldur ikki serliga uppiborið, at Sam Jacobsen skallaði gestirnir á odda eftir frísparksinnlegg úr vinstru, tá lítil løta restaði av dystinum. Rukku ikki málinum Víkingur ætlaði sær undan kappingarárinum pláss í altjóða fótbólti í 2009. Tað eydnaðist so ikki. Men sum heild kunnu gøtufólk og leirvíkingar verða nøgdir við kappingarári. Næstbesta liðið hevur av álvara bitið frá sær, meðan Andreas Lava Olsen av álvara hevur fingið sítt gjøgnumbrot í føroyskum fótbólti. Spurningurin er, um vit kunnu vænta hamskiftar víkingar, nú Jógvan Martin Olsen er settur sum venjari. Vørumerkið hjá felagnum hevur verið stríðsviljin og til tíðir ov harðligt spæl. Um fyrrverandi landsliðs- venjarin fer at loyva hesum er ivasamt. B71-Víkingur 0-1 (0-0): Takk til B71 B71 stríddist til tað seinasta, men heldur ikki hesa ferð var eydnan við Gudmun Nielsen og liðfeløgunum, sum altso noyðast eina deild niður at spæla í 2009 Mynd: Búi Falkvard Clementsen 11 meistar­ ar í 30 ár EB/Streymur er sjeynda felagið, sum vinnur FM-heitið á fyrsta sinni í hesum 30-ára skeiðnum Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Besta fótbóltsligan í Føroy- um hevur størri fjølbroytni, enn flest aðrar fótbóltsligur í Evropa. Hesi seinastu 30 kappingarárini hava 11 ymisk feløg vunnið Føroya- meistaraheitið. HB, B36, KÍ, TB, ÍF, GÍ, B68, B71, VB, NSÍ og EB/Streymur eru feløgini, sum hava vunnið FM-heitið, kapping- arárini 1979-2008. Tað eru ikki nógv lima- lond í UEFA, sum kunnu reypa sær av einum slíkum margfaldni, tá tað kemur til ymiskar meistarar. Hesi 30 kappingarárini hava vit upplivað heilar 7 ferðir, at eitt felag hevur vunnið før- oyameistaraheitið í bestu deildini á fyrsta sinni. Tey sjey feløgini, sum hava vunnið føroyameistaraheit- ið á fyrsta sinni, eru ÍF í 1979, GÍ í 1983, B68 í 1984, B71 í 1989, VB í 2000, NSÍ í 2007 og nú EB/Streymur í 2008. Í 2004 og 2005 manglaði heldur ikki nógv í, at Skála vann føroyameist- araheitið fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. Annars hava 12 ymisk feløg vunnið føroyameist- araheitið, síðani ta fyrstu landskappingina, sum varð spæld í 1942. SÍ vann FM- heitið í 1947. EB/Streymur er næstyngsti FM-vinnarin í søguni. Felagsliðið í Sundalagnum hevur bert 15 ár á baki. Men tá B36 vann sítt fyrsta meistaraheitið í 1946 hevði felagið bert 10 ár á baki. VB er elsta felagið, sum hevur vunnið FM-heitið á fyrsta sinni. Tá VB vann FM-heitið í 2000 høvdu teir rundað tey 95 árini. EB/Streymur er sætta felag- ið, sum vinnur greipuna. HB, KÍ, TB, GÍ og B36 eru hini feløgini, sum hava vunnið bæði FM-heitið og steypakappingina í einum og sama kappingarárið. Víkingur B71 28