Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-22, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Sosialurin 22. oktober 2008 Ein tann kendasti bil­ urin og ímyndin av ferðsluni í India er Hindustan Ambassa­ dor, sum upprunaliga er ein Morris Oxford frá 50­unum. Bilurin verður framleiddur enn og eitur í dag Hindustan Avigo Eins og London Taxi í Onglandi er Hindustan Ambassador eitt ser­ eyðkenni fyri fersluna í India. Tá vit síggja myndir ella sjón­ varpsupptøkur úr gøtunum í India, eru hýruvognarnir Hindu­ stan Ambassador so at siga altíð við á myndunum. Mong tilkomin og eldri fólk halda seg kenna hes­ ar bilarnar, tí teir hava eisini verið partur av gøtumyndini í Føroyum sum Morris Oxford, ið Sigird av Reyni seldi í 50­unum. Hindustan Motors Limited varð stovnað í 1942. Best kendi Hindu­ stan er Hindustan Ambassador, sum í veruleikanum er ein Morris Oxford frá 1956. Tað var bilverk­ smiðjan BMC (British Motor Cor­ poration Ltd.) í Onglandi, sum framleiddu Morris bilarnar. Hindustan Contessa er ein fyrrverandi enskur bilur, nevniliga Vauxhall, sum vórðu gjørdir frá 1972 til 1978 sum Vauxhall Victor og Vauxhall VX. Hindustan Con­ tessa sum vóru gjørdir fra 1982 til 2002 høvdu ein japanskan Isuzu motor. Hindustan Motors er ein stór bilverksmiðja, har arbeiða um 4.000 fólk. Í dag gera teir eisini bilar í samstarvi við Mitsubishi. __________________________ Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Vanlig gøtumynd í India, ein hópur av Hindustan Ambassador hýruvognum Hindustan Ambassador hýruvognarnir eru eitt sereyðkenni fyri fersluna í India Hindustan Ambassador við ljóskastarum og sirenum Morris Oxford frá 1956, ið enn verða gjørdir í India sum Hindustan Morris Oxford koyra í