mikudagur 22. oktober 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 203 - 22. oktober 2008 ]
Jákup skilir einki
Jákup á Borg stendur spyrjandi eftir avgerðina hjá dómaranum at vísa hann av
vøllinum seinnapartin.
Áskoðararnir í Gundadali vóru allir bilsnir, tá Eiler Rasmussen, dómari, brádliga
vísti Jákupi á Borg av vøllinum í grannauppgerðini millum HB og B36
seinnapartin. Helst vóru onkur ljót orð íblandað, men landsliðsleikarin skilir púrt
einki av reyða kortinum, og staðfestir, at hann ikki fór um mark.
- Talan var beinleiðis um vandamikið spæl í summum førum, og tað hóvaði mær
sjálvsagt ikki. So eg fór róliga til dómaran og segði, at hann noyddist at verja
leikararnar. Ja, eg kallaði hann ein klovn, men ikki meira enn tað. Fólk vita, at eg
kann øsa meg, men komi á jørðina aftur alt fyri eitt, staðfestir landsliðsleikarin, sum
noyðist at sita uttanfyri, tá hvíta havnarfelagið fær vitjan av B68 leygardagin.
- Eg harmist sjálvsagt um støðuna, tí tað fekk stóra ávirkan á dystin. Og av tí
sama mistu vit silvurheiðursmerkini. Mín útsøgn var ikki til eitt reytt kort, og hon
er lítið av miklum, sum dómararnir í eitt nú Premier League taka á seg hvørt
vikuskifti, staðfestir Jákup á Borg.
Havnarfeløgini bæði
høvdu silvurkrónur
nar at stríðast fyri,
tá ið feløgini hittust
í Gundadali í gjár.
HB vann trygt 30 í
undirhaldandi dysti,
sum fekk eina vend, tá
ið B36 fekk ein mann
útvístan
FÓTBÓLTUR
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Hóast flestu eygu vóru vend
mótvegis EB/Streymi og
teirra møguleika fyri at
vinna føroyameistaraheitið,
so var ein stórur dystur í
høvuðsstaðnum í gjár. HB
og B36 stríddust nevniliga
fyri at vinna sær silvur-
heiðursmerkini í Formula-
deildini, og nógv fólk vóru
uppmøtt fyri at síggja, hvør
skuldi vinna slagið um
høvuðsstaðin
og
harvið
eisini silvurheiðursmerkini.
Hjá HB var Kári Nielsen
ikki tøkur vegna skaða,
meðan Odmar Færø hjá
B36 var leikbannaður.
Lív í
Frá
fyrsta
bríksli
var
veruligt lív í dystinum, eins
og tað skal vera í slíkum
uppgerðum. Eingin vildi
tapa slagið um høvuðsstaðin,
og menn fóru eisini við
fullari megi í hvønn einasta
nærdyst.
HB hevði yvirvág í spæli-
num fyrstu løtuna, og tað
vóru eisini teir, sum løgdu
seg á odda tíðliga í dystin-
um. Bara fimm minuttir
vóru farnir, tá ið HB setti
eitt álop í gongd í høgru
síðu. Innlegg kom inn í
brotsteigin,
haðani
ein
skotroynd varð latin av, og
Meinhard Joensen bjargaði
hesari beint út til ein púra
leysan Andrew av Fløtum,
sum lættliga kundi leggja
HB á odda 1-0.
B36 royndi eftir málið at
trýsta, og tað eydnaðist eis-
ini í ein ávísan mun. Heilt
vandamikið bleiv tað tó
ikki,
og
skotroyndirnar
vóru ofta ov langt burturi
frá málinum.
Jákup á Borg útvístur
Tá ið góður hálvur tími var
leiktur, hendi mest umtalaða
støðan í dystinum. HB
hevði sett seg ígjøgnum við
nøkrum hørðum takkling-
um, og eftir eina av hesum
høvdu B36-leikararnir fing-
ið nokk. Fleiri teirra flokk-
aðust rundan um dómaran,
Eiler Rasmussen, og Jákup
á Borg mundi havt tikið ov
rívan til, tí Eiler gav honum
reyða kortið fyri at hava
sagt eitthvørt.
Hetta gjørdi tað als ikk
lættari hjá B36, og HB fekk
nú væl meiri pláss at spæla
á. Hetta gagnnýttu teir tríggj-
ar minuttir áðrenn hálv-
leikssteðgin, tá ið tað eydn-
aðist teimum at økja til 2-0.
Páll Mohr Joensen sendi eitt
fríspark
á
málið,
sum
Meinhard Joensen bjargaði,
men á returbóltinum var
Fróði Benjaminsen klárur,
og skoraði til 2-0 ímóti
gomlu liðfeløgum sínum.
2-0 var eisini hálvleiks-
støðan.
B36 omaná
HB kom betur frá byrjan í
seinna hálveiki, har teir
høvdu nógv pláss at spæla
bóltin
sínamillum.
B36
vann seg tó væl inn aftur í
dystin, og eitt skifti í seinna
hálvleiki høvdu teir bóltin
nógv og løgdu trýst á HB-
verjuna. Spælið var gott til
tíðir, og í nøkrum støðum
vóru teir eisini tætt við at
fáa spenning aftur í dystin.
Tættastur var Ingi Højsted,
sum sendi eitt langskot fáar
sentimetrar framvið HB-
málinum.
Burtursæð
frá
hesum
hevði HB gott tamarhald á
støðuni, og spældi bóltin
róliga sínamillum. Hetta
drap stóran part av tíðini,
men gott eitt korter fyri
leiklok økti HB til 3-0.
Innskifti Rókur av Fløtum
Jespersen sendi innlegg úr
høgru, og inni í brots-
teiginum kundi ein púra
leysur Fróði Benjaminsen
økja til 3-0 við væl stýrdum
skoti upp undir nettakið.
Eftir hetta fingu liðini
hvønn sín stóra málmøgu-
leika. HB var nær við eftir
trunkaspæl í B36-brots-
teiginum, meðan Hanus
Thorleifsson var tætt við at
pynta um úrslitið fyri B36,
tá ið hann stútaði eitt
hornaspark fáar sentimetrar
omanfyri málið.
HB dugdi ómetaliga væl
at gagnnýta málmøguleikar,
og við uppiborna 3-0 sigri-
num kunnu teir nú fegnast
um silvurið, meðan kapp-
ingarneytarnir úr B36 nú
mugu gera arbeiðið liðugt
fyri at fáa bronsumerkini
um hálsin.
B36
HB
HB-B36 3-0 (2-0):
HB vann dystin um silvurið
Teir skaptu lítið
Fróði Benjaminsen var við tveimum málum stóri sigursharrin hjá HB í gjár. Eitt
reytt kort til B36 gjørdi tað ikki verri hjá HB, men hann metir ikki, at teir vóru
vandamiklir frammanundan.
- Reyða kortið gjørdi sjálvandi fortreytirnar hjá teimum verri, men teir skaptu
ikki nógvar møguleikar áðrenn tað heldur. Teir spældu fram til tað síðsta, men so
vóru teir ófarligir, segði Fróði eftir dystin.
- Vit byrjaðu ógviliga væl, og vóru tendraðir, staðfesti hann.
Í HB hevur verið sóknast eftir størri stabiliteti, men í seinni helvt hevur gingist
stak væl hjá teimum. Fróði er ikki ónøgdur við 2. plássið.
- Vit kunnu ikki vera annað enn nøgdir. Vit hava verið óstabilir, men tað hevur
koyrt væl uppá tað síðsta, segði Fróði, sum helt tað nú vera øðrvísi at spæla ímóti
sínum gomlu liðfeløgum, men fegnast um, at hann fekk tvey mál ímóti teimum.
Fróði Benjaminsen, sum hevur sáttmála við HB komandi kappingarár afturat, vil
hava størri stabilitet á liðið komandi kappingarár, og annars spæla víðari upp á tað,
sum HB hevur víst í seinni hálvu.
Vilja ikki hava Maradona
Argentinska fótbóltslegendan, Diego Maradona, hevur
sagt seg vera til reiðar at traðka til sum argentinskur
landsliðsvenjari. Men stendur tað til argentinska fólkið,
so verður hetta av ongum. Sambært eini atkvøðugreiðslu,
sum blaðið, Clarin, hevur skipað fyri, vilja bert 5,8% av
fólkinum hava Diego Maradona sum landsliðsvenjara.
69,5% siga seg peika á annan kandidat, og seinastu
24,7% siga seg ikki vita.
Málveitsla í Champions
League
Ikki færri enn 36 mál vórðu skotin í teimum átta dystunum í
Champions League-bólkaspælinum í gjárkvøldini. Flestu málini
fullu í dystinum millum Villarreal og AaB, har donsku meistararnir
løgdu rygg til 6-3 tap, men eisini aðra staðni vórðu nógv mál skotin.
Eitt nú í 5-3 sigrinum hjá Lyon móti Steaua Bucharest og í 5-2
sigrinum hjá Arsenal móti Fenerbache. Í blaðnum í morgin hava vit
fullfíggja yvirlit yvir triðja umfarið í Champions League-
bólkaspælinum.
B36 hevði bóltin nógv.
Eisini eftir at teir fingu
mann útvístan. Men HB var
hvassara liðið, og vunnu teir
ein uppibornan 3-0 sigur á
grannunum
Mynd: Álvur Haraldsen
29