hósdagur 23. oktober 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 204 - 23. oktober 2008
Fimm føroyskir
MBA-lesandi við
Henley Management
College í London
vunnu herfyri
kapping millum
norðurlendskar
lesibólkar
ÚTBÚGVING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Alt fleiri føroysk vinnu
lívsfólk nýta møguleikan at
eftirútbúgva seg.
Fyri nøkrum árum síðani
bjóðaði Føroya Handilsskúli
saman við Robert Gordon
University í Aberdeen eina
Masterútbúgving, sum varð
fíggjað við oljupengum.
Hesaferð er tað kenda
Henley Management Col
lege, sum bjóðar føroyingum
eina Master in Business
Administrationútbúgving
(MBA).
Henley er eitt sera væl
kent Management College,
sum undirvísir leiðarum og
stjórum kring allan heim.
Henley er kent fyri at hava
eina sera góða Personal
Development skrá, og aftur
í ár varð Henley kosin besta
útbúgving í hesum bólki.
Stórur áhugi er fyri hesi
útbúgving, men tað er sam
stundis
eisini
ein
stór
avgerð at taka, at fara undir
hana, tí hetta ávirkar í stór
an mun familju og frítíð.
Útbúgvingin fer við nógvari
tíð og orku í einum kanska
framman undan strævnum
gerandisdegi.
Henley var áhugað at seta
á stovn ein lesibólk í
Føroyum, og áhugin var til
staðar, men tá avtornaði,
høvdu bert fimm melda til
luttøku, og tað var ov lítið
til at seta á stovn serskildan
føroyskan lesibólk. So før
oyingarnir
vórðu
lagdir
saman við danska lesibólk
inum.
Vunnu kapping
Hesi fimm fóru so til Dan
markar fyrstu ferð í septem
ber mánaði, og har vórðu
tey býtt í ein serligan før
oyskan bólk, sum saktans
kann hava sínar fyrimunir.
Seinasta kvøldið á lesi
skeiðinum varð skipað fyri
einari kapping millum bólk
arnar, fyri at læra teir at
arbeiða saman og hugsa
kreativt. Uppgávan var nak
að so óvanligt sum at skriva
ein tekst til eitt lag, og síð
ani skuldið úrslitið syngj
ast.
Tey fingu fimm korter at
fyrireika seg í, men hóast
hetta ikki var nógv tíð, vóru
tey heppin á einum øki: tey
høvdu ikki færri enn tveir
klaverspælarar í bólkinum
Skjótt varð funnið fram
til lagið »Nánd«, og so varð
ein tekstur feldur á blað, og
sangurin vandur ígjøgnum
nakrar ferðir.
Tað var nakað av einum
knossi at bera klaverið úr
einum enda á bygninginum
í
hin,
har
framførast
skjuldi.
Hvussu var og ikki, so
vann føroyski MBAbólk
urin kappingina – kanska tí
hann var hin einasti, sum
hevði eitt ljóðføri, eitt ókent
lag umframt ein væl skriv
aðan tekst.
Í finaluna
Eftir at hava vunnið kapp
ingina fingu tey at vita, at
tey skuldu kapast móti Svø
ríki og Finnlandi í London.
So nú var at fyrireika seg
væl.
Vit vistu, at einki klaver
var á skúlanum í London,
so vit fingu Kim Hansen at
innspæla tónleikin á fløgu í
Studio Oyravox í Nólsoy,
sigur
Jógvan
Thomsen,
stjóri á Fjarskiftiseftirlitin
um, og ein av teimum fimm
MBAlesandi á Henley.
Bólkurin
gjørdi
nógv
burtur úr fram til finaluna,
og eitt nú vóru tey í Yndi at
læra seg nøkur dansifet.
Tað líkaði ikki dønum
serliga væl, at føroyski bólk
urin skuldi umboða Dan
mark í finaluni, og tí var
avrátt, at nummar tvey í
Danmark skuldi umboða
Danmark, meðan vit skuldu
umboða Føroyar, sigur Ják
up Jensen, stjóru í Intrum
Føroyar og ein annar av
MBAlesandi í Henley.
Farið var so til London
fyri góðum 14 døgum síð
ani. Skúlin hjá Henley
liggur við ánna Thames.
Har er sera vakurt, og
veðrið var til vildar hesar
dagarnar,
sigur
Jákup
Jensen.
Vunnu
Kappingin var skipað soleið
is, at tveir bólkar komu
víðari. Føroyski bólkurin
var annar – og danski hin.
Tá eg sá, at Danmark
kom í finaluna saman við
okkum,
vórðu
vónirnar
beinanvegin góðar, sigur
Jógvan Thomsen.
Og hann fekk eisini rætt.
Føroyski
bólkurin
vann
kappingina.
So nú hava vit eitt gull
heiðursmerki
fyri
besta
bólkaarbeiði, sigur Jákup
Jensen.
Teir báðir lata væl at
útbúgvingini.
Alt í alt kann eg siga, at
útbúgvingin higartil hevur
verið sera spennandi og gev
andi. Tað er gott at verða í
arbeiðsbólki við øðrum før
oyingum, tí tað ger tað
møguligt at møtast oftari,
sigur Jákup Jensen.
Og Jógvan Thomsen er
samdur.
Tað er strævið og nógv
at lesa. Tað eru eisini fleiri
próvtøkur um árið enn van
ligt, men tað haldi eg bara
er gott fyri læruprosessina.
Tað heldur teg til eldin alla
tíðina, sigur Jógvan Thom
sen.
Føroyskir MBA-lesandi vinna kapping
Tey fimm, sum taka MBA á Henley. Frá vinstru: Allan Nolsøe Hansen, Faroe Ship, Jógvan Thomsen, Fjarskiftiseftirlitið, Sóley Hofgaard, Elektron, Suni Schwartz
Jacobsen, Føroya Banki og Jákup B. Jensen, Intrum Føroyar
Stovna bólk til hjartasjúk børn
Hjartafelagið ætlar at seta á stovn ein hjálpar og
áhugabólk fyri foreldur og onnur avvarðandi at
børnum við hjartasjúku. Stovnandi fundur verður í
MBFhúsinum 13. November kl 19:30. Endamálið
við bólkinum er at stuðla teimum foreldrun, hvørs
barn hevur fingið staðfest hjartasjúku. – Tað er
okkara vón, at tað vera so nógv sum eru áhugað at
taka lut í bólkinum ella á annan hátt stuðla hesum
serliga bólki av hjartasjúklingum, sigur
Hjartafelagið.
Missiónsstevna á Sandoynni
Stevnan byrjar fríggjakvøldið klokka 19 og heldur fram við møtum í Sam
ljóð leygarkvøldið klokkan 19 og sunnudagin klokkan 18. Sunnudagin kl 14
er familjumøti við Heðin og Rúnu Lamhauge, har verður nógvur sangur og
annað spennandi fyri alla familjuna, allar barnafamiljur í oynni eru hjarta
liga vælkomnar. Við øll kvøldmøtini talar Daniel Banu Rumenia, hann
verður tolkaður til føroyskt av Duritu Jacobsen. Á møtunum luttaka ymiskar
sangkreftir. Leygardagin millum kl 11 og 16 er seinasta freist at koma við
brúktum og nýggjum møblum, tikið verður ikki ímóti klæðum meir. Vit
vilja nýta høvi at takka øllum sum hava latið klæðir, møblar og onnur góð
ting til hjálpararbeiði okkara í Rumenien í Calarasi kommunu.Vit vilja
somuleiðis takka fyri fíggjarligan stuðul til arbeiði, siga fyrireikararnir.