Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. oktober 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 204 - 23. oktober 2008 – ES er nógv meira áhugað í at fáa Før­ oyar upp í felags­ skapin, enn vit halda. EFTA hevur eina óvissa framtíð, og tí eiga vit at gevast við øllum tosi um EFTA og fara upp í ES nú, meðan tann lagaliga løtan er, sigur Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin ES-LIMASKAPUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo – Greiðar ábendingar eru um, at Føroyar trygt kunnu gerast partur av Europasam­ veldinum og samstundis varðveita føroyska fiski­ vinnupolitikkin og umsit­ ingina av fiskatilfeingi­ num. Tað slær Edmund Joensen fast, eftir at hann hevur havt óformellar samrøður við ES­kommiserin við ábyrgd fyri víðkan av ES, Olli Rehn. Og júst vandin fyri at missa tamarhaldið og ser­ liga ráðarrættin yvir fiski­ vinnupolitikkinum hevur verið høvuðsargumentið fyri, ikki at fara upp í ES. Sambært fólkatingslimi Sambandsfloksins eru greiðar ábendingar um, at Føroyar hava góðan møguleika at gerast partur av ES, um vilji er til at arbeiða fyri hesum. ­ Alt bendir á, at føroyskir myndugleikar fáa eina ser­ skipan eins og Áland fekk tað, tá teir fóru upp í ES sum partur av Finnlandi, sigur Edmund Joensen. Sonevnda Álendska modellið gevur Álandi ser­ skipan í sambandi við toll­ frían handil og fyri niður­ setirætti. Serliga tollfríi handilin er ein grundarstein­ ur undir álendska búskapin­ um. – Á sama hátt kunnu Før­ oyar fáa eina serskipan tá tað snýr seg um egnan fiski­ vinnupolitikk og egna umsit­ ing av fiskiríkidøminum. Og eru ynskir um at ser­ skipanin skal umfata onnur øki, kann saktans tingast um tað eisini, sigur Edmund Joensen. Noregi og Ísland Fólkatingslimurin sigur, at tað eru fleiri møguleikar fyri Føroyar og føroyingar um vit fara upp í ES. Sam­ bært honum er einasta treyt­ in hjá ES tann, at javnvágin, sum er millum Føroyar og ES í dag, verður varðveitt. ­ Við ES­limaskapi hava vit til dømis fría atgongd til kanska heimsins størsta marknað. Hetta fer at geva okkum munandi størri møguleika fyri útflutningi, sum merkir størri inntøkur til Føroya og fleiri arbeiðs­ pláss, sigur Edmund Joen­ sen. Hann heldur, at lagaliga løtan er júst nú. Ikki minst tí bæði Noregi og nú eisini Ísland hava víst áhuga fyri at fara upp í. ­ Eftir at fíggjarkreppan tók seg upp í Íslandi, hava fleiri íslendskir politikarar nevnt ES­limaskap og evr­ una sum ein møguleika at sleppa burtur úr kreppuni, sigur Edmund Joensen. Hann heldur, at ES møgu­ liga er áhugað í at brúka ein føroyskan limaskap sum fordømi fyri Noregi og Ís­ land. – Men vit eiga at bera skjótt av fyri at fáa flestar fyrimunir. Olli Rehn er kommiserur fyri ES­víðkan, og sum norðurlendingur kennir hann væl Álendska modellið, og hann kennir Føroyar. Men hann verður ikki kommiserur fyri ES­ víðkan í allar ævir, vísir Edmund Joensen á. Undirgrevur ikki Tað er ein kend søk, at Sam­ bandsflokkurin, og serstakliga Edmund Joen­ sen, hevur verið heitur tals­ maður fyri tættari knýti til ES, og róð var eisini upp undir, at Edmund Joensen við hesari framløguni av tí hann kallar »Nýggir møgu­ leikar í Europa« leggur trýst á samgonguna um at fara upp í ES og sleppa EFTA­møguleikanum. Men hesum vísir Edmund Joensen aftur. ­ Hetta er heilt einfalt gjørt fyri at upplýsa um møguleikarnar hjá Føroyum at fáa limaskap í ES. Hetta, sum eg havi gjørt, er nakað, allir fólkatingslimir kunnu gera, og eg havi eisini undir­ strikað, at talan er um ófor­ mellar samrøður við Olli Rehn, og at tað sjálvandi er landsstýrið, sum skal standa fyri teimum formellu sam­ ráðingunum, sigur Edmund Joensen. Eisini floksformaðurin í Sambandsflokkinum og Føroya løgmaður, Kaj Leo Johannesen, vísti aftur, at talan var um at undirgrava myndugleikan hjá uttanríki smálaráðharranum. – Talan er bara um upp­ lýsingar, og tað hevur Ed­ mund Joensen fullar rætt til sum fólkatingsmaður, sigur Kaj Leo Johannesen. Á tíðindafundinum undir­ strikaði Edmund Joensen, at fundurin bert var fyri fjøl­ miðlarnar, hóast politikarar eisini vóru møttir. Og Høgni Hoydal slapp ikki at seta spurningar, sjálvt um hann segði seg umboða heimasíðuna hjá Tjóðveldi! ES dyrnar opnar MTW til børn og vaksin Danir duga hatta har. At herma eftir øðrum. Men hesir sigast vera millum teir allarbestu. MTW Rocks eitur bólkurin, og manningin, sum líkist bæði Nik og Jay, hevur spælt meir enn 400 konsertir í Danmark. Tey spæla bara løg hjá øðrum. Men tey duga at velja tey góðu frá og peppa tey upp. U2, Nephew, Lenny Kravitz, Maroon 5, Backstreet Boys, Justin Timberlake, The Darkness, Queen, Bryan Adams, Eminem, Green Day og Bon Jovi. Ja, listin er langur. Og so hoyrir til søguna, at bæði sjónvarpsrásin MTV og útvarpsrásin The Voice hevur meldað bólkin fyri at kopiera. Líka leggur manningin í. Hon spælir í Eclipse fríggjakvøldið. Tá er 15 ára aldursmark. Aldurmarkið hækkar í Rex leygarkvøldið, har bólkurin eisini spælir. Tá tekur DJ Martin Kjærbo annars yvir í Eclipse. Edmund Joensen segði á tíðindafundinum í morgun, at nú var lagaliga løtan hjá Føroyum at melda seg inn í ES Mynd: Jens Kristian Vang Eisini politikarar nýttu høvið at kunna seg um nýggju møguleikarnar hjá Føroyum í Europa. Men hóast hann royndi, slapp Høgni Hoydal ikki at seta spurningar á tíðindafundinum, sum Edmund Joensen gjørdi greitt var fyri tíðindafólk Mynd: Jens Kristian Vang Við sama lag í 75 ár Í dag eru 75 ár síðan Hornorkestur Frelsunarhersins varð stovnað. Hátíðardagurin byrjaði við at horn­ orkestrið spældi á Býráðstrappuni, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, tók í móti. Eftir nakrar lívligar sangir bjóðaði borgarstjórin til morgunmatar í Posthúskjallarinum. Seinni vitjaðu teir glaðu blásararnir í Miðlahúsinum, har teir spældu fyri lurtarunum á Rás2. Hornorkestrið hjá Frelsunar­ herinum í Havn telur 15 spælarar. Síðan 1992 hevur Finngerð Djurhuus Olsen verið orkesturleiðari. Hon tók við eftir Karl Olsen, vanliga nevndur Kalle.