Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. oktober 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 204 - 23. oktober 2008 - Eins og seinastu undanfarnu sam- gongurnar, hevur hendan samgongan sett sær fyri at føra ein virknan uttan- ríkispolitikk, ið skal virka fyri, at føroyska fólkið fær víðkaðar menningarmøgu- leikar. Ørkymlandi útmeldingar skaða nú uttanríkispolitiska trúvirðið, sigur formaðurin í uttan- landsnevndini, John Johannesen POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo John Johannesen, formaður í uttanríkisnevndini, er ikki serliga fegin um, at Edmund Joensen av sínum eintingum kannar møguleikan hjá Før­ oyum at sleppa upp í ES. Hann hevst serliga at, at mælt verður til at steðga við at kanna møguleikarnar fyri EFTA­limaskapi. Í farnu viku hevði uttan­ landsnevndin vitjan av ting­ mannanevnd hjá EFTA. Vitjanin var komin í lag orsakað av einum sterkum ynski hjá øllum politisku flokkunum, um at vinna okkum fullan limaskap í EFTA. Ynskið varð staðfest av einari samdari uttanlands­ nevnd 4. mei 2006 undir­ skrivað av Johan Dahl, tá­ verandi formanni. ­ Táverandi løgmaður, Jó­annes Eidesgaard, fó­r beinan vegin í gongd við at føra tingsins vilja út í verki. Síðani hava Høgni Hoydal og Jørgen Niclasen fylgt honum eftir, sigur John Jo­ hannesen. Hann sigur, at á fyrireik­ andi fundi í uttanlands­ nevndini mánadagin 13. oktober í ár varð enn eina­ ferð staðfest, at flokkarnir ynskja at halda á við EFTA tilgongdini. Mikudagin 15. oktober hevði uttanlandsnevndin fund við tingmannanevnd­ ina hjá EFTA, har nevndin stó­ð saman um at vísa EFTA tingfó­lkunum á, at tað er eitt greitt føroyskt ynski, um at fáa limaskap í EFTA. Vegna uttanlands­ nevndina bað eg um, at Før­ oyar beinan vegin fáa eyg­ leiðarastøðu í EFTA ting­ nevndini, fyri at rudda sló­ð fyri føroyska limaskapi­ num. Onga serskipan Fundurin við EFTA ting­ nevndina førdi okkum greitt eitt fet nærri EFTA lima­ skapi. Einum limaskapi, ið kann vera við til at fjøltátta føroyskt vinnulív og harvið búskapin. ­ Tí við slíkum limaskapi náa vit teimum fýra frælsu­ num við øll EFTA londini, umframt at vit gerast fult integreraður partur av teim­ um 20 fríhandilssáttmálu­ num, ið EFTA hevur við lond um allan heim. Sátt­ málar, sum eru betri fyri før­ oyska samfelagið, enn teir, ið ES hevur. Enntá gerast vit partur av teimum 18 sáttmálunum afturat, ið EFTA í løtuni samráðist um, sigur John Johannesen. Hann heldur, at tað er sjálvsagt rætt av Føroyum at fáa so gó­ðar avtalur við ES, sum yvirhøvur gjørligt. Men ein ES limaskapur er ikki ein politiskur møguleiki við verandi ríkisrættarligu støðu. ­ Tað er ikki rætt, tá ført verður fram, at Føroyar hó­ast ES limaskap fram­ haldandi kunnu hava fult ræði á fiskivinnupolitikki­ num. Tað longsta, ið vit kunnu koma, er at fáa eitt undantak líknandi tí, ið Áland hevur viðvíkjandi tollfríu søluni. ES hevur tryggjað sær, at avtalan hjá Álandi til eina og hvørja tíð kann verða tikin aftur av ES, uttan at spyrja Áland. Ein slík delegatió­n av fiski­ vinnupolitikkinum til Før­ oya hevði á sama hátt merkt, at ES hevði sitið við evsta valdinum á fiski­ vinnuøkinum og hevði tikið delegatió­nina aftur, um vit ikki fylgdu ES viljanum, sigur John Johannesen. Kollfjarðarnevndin Harnæst heldur hann, at tað er ábyrgdarleyst av Føroy­ um at fara inn í ES umvegis Danmark og harvið avreiða valdið hjá løgtinginum og landsstýrinum til í staðin at liggja hjá donskum ráð­ harrum, sum verða teir, ið umboða Føroyar í Brússel. ­ Við slíkari skipan verður Føroya Løgting, sum eg áður havi ført fram, at meta saman við Kollfjarðarnevnd­ ina, ið kann mó­tmæla sum hon vil, men sum ongum nýtist at lurta eftir, sigur John Johannesen. Hann heldur, at nú ræður um, at signalini frá Føroyum eru greið. ­ Samgongan, sum varð skipað fyri at skapa stabili­ tet, má nú finna síni bein og fara seriøst til verka. Tað er umráðandi, at signalini úr Føroyum eru greið, so vit verða tikin fyri fult úti í heimi, sigur John Johanne­ sen, formaður í uttanlands­ nevndini. Hvør dani skyldar 401.000 kr. Nýggj hagtøl frá danska tjó­ðbankanum vísa, at danskar familjur framvegis skriva undir upp á banka­ og realkredittlán, hó­ast byrjanina til eina langan fíggjarligan niðurgang. Húsarhaldini sendu í september lánini upp við 21,4 milliardum kró­num til eina samlaða skuld upp á 2201,9 milliardir kró­nur, sum svarar til 401.000 kró­nur pr. íbúgva. Í 2006 vuksu lánini 15%, meðan vøksturin í dag »bert« er 8%. Hó­ast kredittkreppu, vaksandi rentu og fallandi bústaðarprísir hava danir framvegis hug at lána pening. Og kreppan hevur heldur ikki gjørt tað ó­gjørligt at fáa lán. Men tað eru tekin um minkandi lánihug, metir privatøkonomurin í Danske Bank, Lars Olsen. Stórt fall í Japan Partabrøvini eru fallin nó­gv á virðisbræva­ marknaðunum eystanfyri í nátt. Tað stó­ra fallið á virðisbrævamarknaðunum helt fram, tá marklnaðirnir í Japan og Avstralia ló­tu upp í nátt. Á marknaðinum í Tokyo fall Nikkei­vístalið heili 7,59 prosent eftir einum tíma. Í gjár fall vísitalið næstan sjey prosent. Í Suðurkorea fellur virðið eisini. Longu eftir einum tíma var fallið á marknaðinum í Seoul 7,9 prosent. Í Avstralia fullu partabrøvini 4,3 prosent, skrivar Reuters. Ørkymlandi útmeldingar John Johannesen heldur tað vera ørkymlandi, at vit senda fleiri ymisk signalir út um uttanríkispolitisku støðu Føroya