hósdagur 23. oktober 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 204 - 23. oktober 2008
Oyggjamenning
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Útoyggj: Hóast fráflyting
og ójavnt tænastustøði á
útoyggjum okkara, verður
nú ein roynd gjørd at skapa
grundarlag fyri eini uppliv
ingarferðavinnu á hesum
støðum.
Í Trøllanesi skal jarnsmíð
nú koma aftur til heiður og
æru. Og í Skúvoy skal eitt
tog og tekstilsvirki setast á
stovn.
Fyri mong ljóðar hetta
sum ein ynskidreymur, men
hjá teimum í Útoyggjafelag
num er hetta ikki so: Her er
tvørturímóti talan um eina
sjónliga verkætlan, sum
skal gera sítt til at útjaðarin
verður mentur og koma
aftur til heiður og æru.
Føroyingar eru nevniliga
vorðnir
partur
av
eini
norðurlendskari verkætlan
– nevnd Economusée – har
miðað verður at lata upp
fleiri virkir eftir einum fel
ags leisti.
Í fyrstu syftu skal grundar
lag skapast fyri hesum báð
um virkjunum í hvør sínum
enda av landinum. Dult
verður kortini ikki fyri, at
hetta bert er ein byrjan.
Ætlanin er at slík virki
skulu finnast kring alt landið
– bæði á útoyggjunum og
inni á meginøkinum, verður
sagt úr Útoyggjafelagnum.
Royndirnar av eini slíkari
verkætlan hava verið sera
góðar í til dømis Kanada.
Herfyri vóru umboð úr Før
oyum og vitjaðu her, og
fingu tá sjón fyri søgn um
týdningin av hesum:
Talan er um eitt sera pro
fesjonelt tiltak, har tann vitj
andi og ferðamaðurin fær
eina veruliga uppliving av
einum gomlum, men kortini
livandi og sjónligum hand
verki. Hvørt einasta ár vitja
700.000 fólk á teimum 50
verkætlanunum, sum eru
settar í gongd í Kanada.
Tað er serliga í útjað
arinum at Economusée skal
hava sína undirtøku. Tí er
tað serliga áhugavert at fáa
hetta á føtur her hjá okkum,
sigur Olga Biskopstø, skriv
ari í Útoyggjafelagnum.
Startskotið
Fyrr í hesum mánaðin var
Útoyggjafelagið vertur fyri
einum arbeiðsfundi, har
umstøðurnar í verkætlanini
Economusée.
Hetta
var
samstundis
fyrsti fundurin av slíkum
slagi sum varð hildin her á
landi. Frammanundan hava
slíkir fundir verið í Kanada,
Írlandi, Noregi og í Íslandi.
Á fundinum kundi ein
staðfesta, at gongd veruliga
er komin á verkætlanina.
Hesin fundurin í Føroyum
var í roynd og veru start
skotið til tann verkliga part
in.
Frammanundan
høvdu
øll londini valt nøkur virki,
ið hóska til hesa verkætl
anina. Og tað er í hesum
sambandi at tær báðar før
oysku ætlanirnar á Trølla
nesi og í Skúvoy eru við
komandi.
Fortíð og nútíð
Fyri at kunna luttaka er neyð
ugt at nakrar fortreytir eru
til staðar. Í fyrstu syftu er
neyðugt at talan er um eitt
privat virki, ið fast við hand
verk ella eitt heimavirkið og
sum kunnu liva av tí.
Av tí at útoyggjarnar
hava verið fyri stórari aftur
gongd tey seinastu árini,
vísir tað seg at slíkt virksemi
í flestu førum er farið fyri
bakka.
Men tað finnast tíbetur
fólk sum partvíst fáast við
handverk, ella teirra forfedr
ar hava gjørt tað ella vanligt
heimavirki. Júst hetta verður
tí eitt útgangsstøði fyri tí før
oyska partinum av hesi stóru
verkætlanini, verður sagt úr
Útoyggjafelagnum.
Ætlanin er tí at stremba
eftir at fáa stovnsett eitt fjøl
broytt úrval av slíkum virk
semi
kring
oyggjarnar.
Hetta er kortini bert ein
partur av ætlanini:
Tey smæðast heldur ikki
við at siga, at eitt slíkt Eco
nomusée skal verða á hvørji
útoyggj, og skal seinni
breiða seg til meginøkið!
Siðbundið handverk
Í samstarvi við umboðini úr
hinum fýra londunum hevur
Útoyggjafelagið sett sær
fyri at skapa grundarlag
fyri inntøkugevandi virk
semi á útoyggjum okkara.
Hetta tiltakið hevur í stór
an mun ferðavinnuna sum
málsøki, og skal í stóran
mun virka sum ein livandi
Gamalt handverk til heiður og
Economusée
í fimm
londum
Talan er um eitt økis
mennandi tiltak, har ein
kann skapa arbeiðspláss
og nógv virksemi sum
verður avleitt av hesum.
Í fyrstu syftu standa
hesi virki á skránni:
Íslandi: Tekstilvirki, ið
framleiðir vørur úr
fiskaskræðu, og virki, ið
framleiðir saltfisk
Noreg: Ein skósmiðja
og eitt tunnuvirki
Norður Írland:
Smúkkuverkstað, og
ostavirki
Tjóðveldið Írland:
Vevstova og
snikkaravirki
Føroyar: Jarnsmiðja á
Trøllanesi og tog og
tekstilvirki í Skúvoy
»Hava jarnsmíð á Trøllanesi, eitt
togvirki í Skúvoy og ferðavinna nakað
við hvørt annað at gera?« - Jú, sigur
Útoyggjafelagið, sum í hesum døgum
er við at fyrireika eina verkætlan
sum skal menna handaligt virksemi
í útjaðarinum. Í fyrsta umfari fara
tvær verkætlanir í gongd á tveimum
føroyskum útoyggjum
”
Tey sum luttaka fara at vinna pening,
samstundis sum tey eru við til at varð
veita bæði tað siðbundna handverkið,
men eisini tann søguliga og mentanar
liga partin
Honda Jazz ársins
bilur í Danmark
Motorjournalisternes Klub Danmark hava kosið
nýggja Honda Jazz sum Ársins bil í Danmark
2009. Tað hendi mikudagin 22. oktober á
Jyllands Ringen, nærhendis Silkeborg. Teir 21
limirnir í dómsnevndini valdu Honda Jazz, sum
fekk 143 stig, til nummar eitt, og nummar tvey
varð VW Golf við 119 stigum, og nummar trý
varð Skoda Superb við 102 stigum.
Christian í Grótinum
á seinasta túrinum
Nóta og trolskipið Christian í Grótinum er í løtuni á sínum seinasta túri
undir føroyskum flaggi. Christian í Grótinum er seldur einum felagi í
Kili, og á seinasta túrinum eru ein stýrimaður og ein maskinmeistari úr
Kili við skipinum. Tað skrivar Dimmalætting. Christian í Grótinum var
mánadagin í Noregi og landaði ta seinastu makrellastina, og skipið er
nú farið at fiska tað seinasta av sildakvotuni í norskum sjógvi. Áðrenn
Christian í Grótinum fer til Kili, skal skipið á skipasmiðjuna í Havn at
gera ymsar ábøtur. Reiðaríið hevur nýbygning í gerð í Kili. Tað skipið
kemur ætlandi til Føroya beint eftir ársskiftið.