Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. oktober 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 204 - 23. oktober 2008 g æru á útoyggj ” Talan er um eitt sera profesjonelt tiltak, har tann vitjandi og ferðamaðurin fær eina veruliga uppliving av einum gomlum, men kortini livandi og sjónlig­ um handverki. Hvørt einasta ár vitja 700.000 fólk á teimum 50 verkætlan­ unum, sum eru settar í gongd í Kanada Mikkjal Joensen á Trøllanesi fæst við jarnsmíð og verður nú ein partur av verkætlanini Economusée. Miðað verður eftir at luttøka hansara skal bera seg fíggjarliga, skal fáa ferðafólk til Føroyar og Trøllanes, samstundis sum vit gera okkara til at eitt gamalt handverk verður varðveitt Mynd: Jens Kristian Vang framsýning, og haraftratein ætlan um at gera hetta virk­ semið sjónligt í gerand­is­ d­egnum. ­ Tey sum luttaka fara at vinna pening, samstund­is sum tey eru við til at varð­ veita bæði tað siðbund­na hand­verkið, men eisini tann søguliga og mentanarliga par­ tin, sigur Útoyggjafelagið. Ein annar aðaltáttur í verkætlanini er nýskapan ella innovasjón, sum tað eitur á fakmáli. Við hesum er ætlanin at menna nýggjar vørur og framleiðslur. Longu nú er greitt, at tey bæði virkini sum verða sett á stovn í Føroyum koma at luttaka eftir hesum leistin­ um. ­ Vit eru enn á byrjunar­ støði, men okkara vón er kortini at her fer okkurt munagott at spyrjast burt­ urúr, sigur Olga Biskopstø. Í heyst vóru fýra umboð úr Føroyum í Quebec í Kanada, har tey fingu sjón fyrisøgn at ein slík verkætlan sum Economusée kann gerast eitt gott ískoyti hjá mongum. Á myndini eru føroysku umboðini ­ Olga Biskopstø úr Syðrugøtu, Jona í Lon av Húsum, Mikkjal Joensen av Trøllanesi og Esbern í Eyðansstovu úr Mykinesi Tónleikabólkurin Valravn við millum øðrum føroysku Onnu Katrin Egilstrøð, vann saman við Mute Comp prísin fyri bestu sýning á sjónleikafestivali í Cairo fyri stuttum List Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo The 20th Cairo Internation­ al Festival For Experimental Theatre 2008 var í d­øgun­ um frá 11. til 20. oktober. Danska mentaráðið send­i Valravn og Mute­Comp til Egyptaland­s at umboða Danmark við d­ansi, sjón­ leika­ og tónleikasýningi Grasping The Floor With The Back Of My Head­. Leikbólkar úr 45 lond­um tóku lut, m.a. úr Yemen, Kazakhstan, Jord­an, Bras­ ilia, Irak, Egyptaland­i, Ita­ lia, Kina, Frakalnd­i og USA. 71 sýningar vóru spæld­ar í nevnd­u d­øgum og sýning­ in við Mute­Comp og Val­ ravn, har Anna Katrin Egils­ trøð er við, vann heiðurin fyri bestu sýning í 2008. Sýningin hevur áður verið innstillað til Reumert virðisløn og á Dublin Frind­ge Festival bleiv sýn­ ingin innstillað til bestu sýning. Til ber at síggja brot av sýningini á YouTube ella á myspacesíðuni hjá Valravn. Valravn og Mute-Comp bestu sýning í Cairo Saltangará: Eftir at hava lært til fotograf fer Sunrid­ í Gong nú at yvirtaka mynd­a­ tøkurnar sjálvar hjá Foto­ miðstøðini í Saltangará. Hon varð útlærd­ sum fotografur 31. august, og hevur nú í samstarvi við lærumeistara sín, Jud­ith Johannesen avgjørt at víðka nakað um virksemið: Hereftir kemur Jud­ith sjálv at stand­a fyri søluni í hand­linum, meðan Sunrid­ fer at taka sær av mynd­a­ tøkunum. ­ Eg havi tikið nógvar portrettmynd­ir, og tað komi eg framvegis at gera, sigur Sunrid­. Hon hevur longu prógv­ að góðu evni síni sum foto­ grafur á heimasíðu sínari – www.sunrid­.com, men hevur hon eisini hesi sein­ astu árini lært at taka mynd­­ ir av mod­ellum, sum eru vælegnaðar til lýsingar hjá føroyskum fyritøkum. Í samband­i við broytta virksemið í Fotomiðstøðini verður móttøka leygard­ag­ in, har fólk eru vælkomin inn á gólvið at heilsa uppá tær báðar, Jud­ith og Sunrid­ millum klokkan 11 og 14:30. sb. Nýtt andlit til nýggj andlit Judith Johannesen hevur verið góður lærumeistari hjá teirri ungu Sunrid í Gong. Nú fara tær báðar at samstarva um myndatøku og sølu í Fotomiðstøðini í Saltangará Mynd: Jens Kristian Vang Dagstovnurin á Argjum 20 ár Í samband­i við at Dagstovnurin á Argjum fylti 20 ár tann 17. oktober, verður opið hús á stovninum fríggjad­agin 24. oktober. Dagstovnurin á Argjum lat upp 17. oktober 1988, men av tí at heystfrítíðin var tann 17. oktober, so verður d­agurin hild­in nú fríggjad­agin 24. oktober. Dagstovnurin á Argjum, sum er ein sjálvsognarstovnur, er broyttur nógv hesi 20 árini. Á stovninum ganga 74 børn í ald­rinum 1 til 7 ár. Frá at vera 4 stovur við 16 børnum, eru í d­ag 6 stovur. 2 vøggustovur við 10 og 12 børnum, 3 barnagarðsstovur við 12 børnum í hvørju stovu og eina forskúlastovu við 17 børnum. Í samband­i við 20 føðingard­agin verður opið hús á stovninum frá kl. 15.00 til 17.00 fríggjad­agin, har øll eru vælkomin.