hósdagur 23. oktober 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 204 - 23. oktober 2008
13
Tórshavnar Býráð gjørdi
herfyri eina nøgdsemis
kanning fyri at vita hví tey
ungu sum fór uttanlanda at
lesa, ikki fluttu heim aftur á
klettarnar at búgva.
Tað eru allarhelst fleiri
orsøkir til at tey ungu ikki
koma aftur. Eg haldi eisini
at um tú hevur møguleikan
fyri at samanlíkna við hvat
ein hevur og hvat ein fær, er
freistingin rættiliga stór til at
blíva verðandi uttanlanda.
Um ein hugsar um at seta
búgv í Føroyum, eru bíði
listarnar til grundstykki
metur langir og prísirnir
himmalhøgir. Longu har er
ein stór forðing. Um ein
hevur eitt barn ella børn við
serligum tørvi, ja so er
okkara land ikki tað besta at
búgva í, tí her fært tú ikki
nógva hjálp. Eg veit væl at
akkurát hettar ikki er eitt
Býráðsmál, men allíkavæl.
Hevur tú so eitt sjúkt barn
ella hevur tú sjálv/ur eina
sjúku, ja so er eisini rættiliga
torført at búgva í Føroyum.
Ikki so at skilja, eg elski
at búgva í Føroyum. Men eg
havi so sanniliga roynt hvat
tað er at hava eitt barn við
serligum tørvi og havi eisini
verið líka við at pakka sam
an og flutt til Danmarkar,
har hjálp er at heinta. Ikki tí
at Danmark bara er gott.
Men har eru betri møguleik
ar báði fyri barnafamiliur og
hjá eldri fólki. Tey fáa meir
hjálp. Eg haldi at vit mugu
raðfesta tey bleytu virðini
frammum. Tey bleytu virðini
eru í mínari verð eisini tað
at fáa ein bústað, eisini at
hava eitt gott heilsuverk og
eitt gott skúlaverk. Tey
gomlu skulu/mugu hava tað
gott. Um familian velur at
hava eitt eldri fólk búgvandi
heima, sum krevur pleygu,
skulu tey hava ta hjálp tey
hava brúk fyri. Tað eigur
heldur ikki at vera so at
tey eldru/gomlu skulu
berjast fyri at fáa
heimahjálp, tað hoyrir
ongastaðni heima. Eisini
mugu vit arbeiða framm
ímóti at børn við serligum
tørvi (og so er tað líka
mikið hvat tørvurin er)
skulu kunna fáa ta hjálp
sum er fyri neyðni í Før
oyum. So mítt boð uppá
at fólk skal tíma at flyta
aftur til Føroya er, at tey
bleytu virðini verða
raðfest frammum, tað fer
av sær sjálvum at skapa
trivna
Jóna
Mortensen
Bleytu virðiði frammum
Skal rokningin til Havnar
fyri lidna Klaksvíksballið,
sum Dimmalætting hevur
skrivað um 3. og 22. oktober
2008?
Lat meg fyrst takka fyri
flotta ballið í Klaksvík, tað
var eitt stak hugnaligt kvøld.
Eg helt meg við hetta
høvið hava givið gávu vegna
okkum øll í Tórshavnar
kommunu. Tí eri eg ikki sørt
skakkur av grein í Dimmu í
gjár um alneyðuga javning,
nú Klaksvíkar kommuna
staðiliga biður um kommun
ala útjavning úr miðstaðar
økinum.
At rakstur og íløgur hava
ein prís, sum skal gjaldast,
tað átti mín góði
samstarvsfelagi Steinbjørn
O. Jacobsen at vitað. Hetta
sama hava Eyðgunn Samuel
sen og Gunnvá við Keldu
vísiliga víst á.
Eftir at hava lisið væl
skrivaðu, men skakandi
greinina hjá Árna
Gregersen í Dimmu í gjár,
kenni eg meg noyddan so
staðiliga at vísa aftur, at
vit í Tórshavnar
kommunu vilja rinda
rokningina fyri
Klaksvíkar kommunu.
Klaksvíksballið liðugt – rokningin til Havnar
borgarstjóri
Heðin
Mortensen
Til lukku við føroyameistara
heitinum í Formula deildini í
fótbólti EB/Streymur!
Tað var stuttligt og huga
ligt, at tit blivu meistarar, ja,
greipuvinnarar í ár.
Tað var stuttligt at síggja í
sjónvarpinum, hvussu spent
fólk vóru, og hvussu tað
lætnaði fyri ondini og fyri
hjartanum við, tá gullið
gjørdist veruleiki.
Mitt í øllum stemninginum
og gleðini, sum vit fleiri blivu
eitt sindur smittaði av, bleiv
eg keddur. Tá sjónvarpsmað
urin spyr ein av spælarunum,
ein gull og greipuvinnara í
ovastu fótbóltsdeild í Føroy
um, sum eru fyrimyndir fyri
hundratals børn og ungdómar,
hvussu tit fara at “fejra” hetta,
svarar hann: “Eg giti, við at
drekka okkum fullar!”
Um viðkomandi veruliga
meinti tað, hann segði, ella
bara slongdi tað út, veit eg
ikki.
Í øllum førum var tað ein
sera keðiligur og skakandi
boðskapur.
Álvara tos, er “fejring”
blivið tað sama sum at
drekka seg fullan, og so í
“toppítróttarhøpi”? Vónandi
“umboðar” hann ikki hópin
av føroyskum ítróttarfólki, tí
so er støðan álvarsom.
Eg hugsi tað var fyrr í ár,
at ein av okkara bestu
súkklarum var frammi í
fjølmiðlunum og ávaraði
móti tí vánaligu fyrimynd
nógv av okkara bestu og
kendastu ítróttarfólkum
vóru. Í tí samrøðuni
nevndi hann beinleiðis
rúsdrekka.
Tí skal eisini mín vinar
liga og álvarsama áminn
ing til okkara fittu og
dugnaligu ítróttarfólk
verða:
“Verið heiðurligar,
góðar og edrúiligar
fyrimyndir fyri børn og
ung – ja, fyri alt Føroya
fólk”
Ítróttur og rúsdrekka
hoyra ikki saman.
Við avhalds og Blá
Kross kvøðu.
Er “fejring” blivið – at drekka seg fullan?
Nes
torleif
JoHannesen
viðmerkingar
Mánakvøldið bleiv fimm ára
íløguætlanin hjá samgong
uni framløgd. Ikki ein króna
er sett av til nakra ítróttar
høll í býnum hesumegin ár
2014. Løgi, tí samgongan
hevur lovað bæði at dagføra
ítróttarhøllina á Hálsi og at
byggja nýggja ítróttarhøll á
Argjum.
Eg haldi, at máti skal vera
við at halda fólk fyri gjøldur.
Byggifyritøkan, ið vann
lisitasjónina, sum var um
høllina á Hálsi, hevur ikki so
frætt sum fingið eitt svar frá
býráðnum, sjálvt um
lisitasjónin var fyri fleiri
mánaðum síðani.
Argjafólk hava fingið
lovað ítróttarhøll í fleiri ár,
men tað lyftið ætlar meiri
lutin ikki at halda, ikki tey
fyrstu fimm árini í hvørt
fall. Sjálvur borgarstjórin
rópti upp á eini argjaveitslu
fyri nøkrum árum síðani, at
nú skuldu argjafólk fáa eina
ítróttarhøll, men herúti
verður bíðað enn.
Neistahøllin í vesturbýnum
Neistin fekk eitt grundstykki
frá seinastu samgongu úti
við Landavegin til at byggja
eina ítróttarhøll á. Teir hava
latið tekningar inn og søkt
byggiloyvi fyri nógvum
mánaðum síðani, men eisini
tað málið hevur verandi
samgonga súltað við eini
ætlan um at taka stykkið
aftur frá teimum. Býráðið
hevur eisini samtykt at játta
Neistanum stuðul til høllina.
Annars haldi eg, at vest
urbýurin er afturúrsigldur,
tá talan er um hallir, vallir
og annað, ið kundi verið
gjørt fyri ungdónim og
trivnaðin í tí partinum av
býnum.
Alt hetta nøl og drál
kunnu vit broyta við at
velja ein sterkan fólkafokk
í býráðið. Verði eg valdur,
vil eg arbeiða fyri at
fremja hesi mál.
Íróttarhøllin á Argjum er ikki raðfest
av samgonguni hesumegin til 2014
Býráðslimur
sJúrður
olsen
Skulu Edmund Joensen og
Sambandsflokkurin avreiða
føroysk áhugamál og fólka
ræði – og undirgrava okkara
altjóða samráðingarstøðu?
Edmund Joensen og Sam
bandsflokkurin hava kallað til
tíðindafundar í morgun, har
boðað verður frá, at teir hava
fundast við ein ESkommisér
um føroyskan limaskap í ES
sum partur av Danmark. Ed
mund Joensen er næstfor
maður í Uttanlandsnevnd
Løgtingsins fyri samgonguna.
Sum formaður í størsta
flokki á tingi og limur í Uttan
landsnevnd Løgtingsins fari
eg hervið at krevja, at løgmað
ur og uttanríkisráðharrin
beinanvegin – í dag – svara
hesum spurningum alment og
taka neyðugar avleiðingar.
Hava vit tveir løgmenn og
tveir uttanríkisráðharrar í Før
oyum? Hava vit Kaj Leo
Johannesen og Jørgin Niclasen
øðrumegin – og so Edmund
Joensen og Sambandsflokkin
hinumegin?
Hvør hevur givið Edmundi
Joensen og Sambandsflokki
num heimild at spæla hazard
við framtíðini hjá føroyska
fólkinum við at samskifta við
ESkommiserar um føroyskan
ESlimaskap og at senda
almennar fráboðanir út um
hetta til umheimin – og harvið
at undirgrava tær ætlanir og
avgerðir, sum Uttanríkisráðið
og Uttanlandsnevnd Løgtings
ins hava lagt sambært demo
kratiskum mannagongdum?
Hvørji stig fara løgmaður
og Uttanríkisráðharrin at taka
til tess at steðga hesum og
bøta tann skaða og ta undir
graving av arbeiðinum hjá
Uttanríkisráðnum og Føroya
Løgtingi, sum Edmund Joen
sen og Sambandsflokkurin
longu hava framt við sínum
fráboðanum, sum sjálvsagt
verða lisnar av øllum teimum,
vit skulu samráðast við?
Grundgevingar:
Í sjey mánaðir hava vit
stríðst fyri at byggja upp før
oyska Uttanríkisráðið. Dugna
lig fólk hava leingi starvast
bæði heima og á okkara
sendistovum við at byggja upp
okkara umdømi og førleikar at
samráðast við onnur lond og
altjóða felagskapir. Nýggj fólk
eru sett við, og vit hava gjørt
greiðar ætlanir fyri, hvussu vit
røkja føroysk áhugamál í
altjóða samráðingum.
Uttanríkisráðharrin hevur
verið á almennum vitjanum
og fundum hjá sínum starvs
feløgum í Íslandi, Noregi,
Grønlandi, Liechtenstein,
Skotlandi og Isle of Man. Vit
hava havt fundir við bretskar
myndugleikar, ES
myndugleikar og onnur um
tey greiðu mál, vit hava sett
okkum fyri.
EFTAmálið – eitt úrslit av
drúgvum arbeiði
Vit fingu í juli mánaða EFTA at
seta niður eina serfrøðinganevnd
at viðgera møguleikan fyri nýggj
um limum, tí Ísland, Noreg og
Liechtenstein stuðlaðu hesum
eftir okkara rundferðir. Og vit
hava nýtt stóra orku at fáa parla
mentarisku nevndina hjá EFTA
til Føroya – sum avtalað varð
longu tíðliga í summar.
Semja um at halda fram
Tí vóru undirritaði og Tjóð
veldi fegin um, at nýggja
samgongan og nýggi uttan
ríkisráðharrin hesar seinastu
vikurnar hava hildið fram við
hesum arbeiði og hava
profilerað seg dúgliga við tí,
sum lá klárt og fyrireikað.
Meðan Tjóðveldi umsat
uttanríkismál sóu vit tó støð
ugt, at Sambandsflokkurin og
Edmund Joensen úteftir niður
gjørdu arbeiði Uttanríkisráð
sins og sendu øvutar boðskapir
og tíðindaskriv út. Hetta var
ómetaliga skaðiligt fyri før
oysk áhugamál, tí hetta verður
lisið og endurgivið gjøgnum
sendistovur og altjóða stovnar
og felagsskapir, sum fylgja
neyvt við.
Men síðani sambandsflokk
urin fekk løgmanssessin, hevur
løgmaður stuðlað øllum tí,
sum CHEsamgongan hevði
sett í gongd í uttanríkismálum.
Hetta er ein sera stór styrki,
sum kann geva úrslit frameftir
– og Uttanlandsnevndin hevur
verið samd.
Næstformaðurin møtti ikki
upp – og undirgrevur nú
vilja løgtingsins
Men Edmund Joensen, sum er
umboð sambandsfloksins í
Uttanlandsnevndini og fólka
tingsmaður, møtti ikki á fundi
við EFTAnevndina. Og nú
heldur hann fram at undir
grava tað, sum er vunnið og
kann vinnast.
Tá ið Edmund Joensen og
Sambandsflokkurin nú kalla
til tíðindafundar og senda
almenn skriv út um samráð
ingar við ESkommiser um at
lima Føroyar inn í ES gjøgn
um Danmark, so er talan um
at seta alt Løgtingið og Uttan
ríkisráðið til viks, sum hava
ábyrgd av at umboða føroysku
tjóðina úteftir.
Ongin lond ella altjóða
felagsskapir kunnu taka
Føroyar í álvara, tá slíkt fer
fram, og hetta niðurbrýtur
møguleikarnar hjá føroyingum
at vinna okkum avtalur, ið
mynda eina nýggja framtíð
hjá okkara landi.
Hetta er ein beinleiðis
avreiðing av føroyskum
rættindum og fólkaræði.
Og tí má hetta sjálvsagt fáa
avleiðingar beinanvegin.
Opið bræv til Kaj Leo
Johannesen, løgmann
og Jørgen Niclasen,
uttanríkisráðharra
Formaður í Tjóðveldi
Høgni Hoydal