hósdagur 23. oktober 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 204 - 23. oktober 2008
Í sambandi við íverksetan
av roknskaparkunngerð
heldur landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum tað vera
neyðugt at íverkseta nýtt
“Watergate”. Hesa ferð
kávar hann helst útyvir,
ella flytur hann bara fokus,
frá teimum trupulleikum,
ið landskassin og harvið
landsstýrið hevur við ovur
stórum rakstrarundirskoti.
Eg kundi hugsað mær at
vitað, um løgmaður og hini
landsstýrisfólkini taka
undir við hansara ódámligu
tekning av kommunalu
fíggjarviðurskiftunum, fyri
á tann hátt at rættvísgera
neyvari stýring av komm
ununum, og við hansara
grovu ákærum um, at
kommunurnar í uppgerðum
og roknskapum hava “fjalt
virksemi”, so ikki ber til at
síggja, hvussu veruliga
kommunala virksemið sær
út, og hvussu stór skuldin,
ið kommunur hefta bein
leiðis fyri, er.
Tá ið landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum brúkar
vendingina "fjalt virk
semi", so fáa fólk ta fatan,
at kommunurnar seta til
viks reglur og lógir at tær
tilvitað bróta lógina við
kreativum loysnum.
Hetta er ein sera álvar
som ákæra. Allar komm
unalar útreiðslur ganga
fram í roknskapunum.
Sjálvsognarstovnar hava
egnar roknskapir, men
útreiðslurnar, sum komm
unan hevur, eitt nú til løn
til pedagogar, stuðul til lán
og íløgur v.m., síggjast í
kommunala roknskapinum.
Nei, her er einki fjalt
og eingin lóg er brotin, tað
vildi heldur eingin ríkisgóð
kendur grannskoðari havt
góðkent.
Í tíðindunum leggur lands
stýrismaðurin í fíggjarmál
um kommunurnar undir at
hava 300 mió kr. í halli,
áðrenn roknskapir fyri 2008
yvirhøvur eru latnir inn,
men kanska hevur hann
tølini úr fíggjarætlanunum
frá desember í 2007, og um
so er, ivist eg stórliga í sam
felagsvirðinum av kommun
ala eftirlitinum!
At nakrar kommunur
hava mett sínar inntøkur ov
høgt, er kanska nakað,
landsstýrismaðurin í fíggj
armálum eigur at hava eyg
uni við, samstundis sum
hann eigur at bøta um atg
ongd kommununnar til
eftirfarandi tøl frá TAKS, tá
um inntøkur ræður. Komm
unur hava eisini minkað um
ætlaðu íløgurnar, eins og
fleiri hava sett tiltøk í verk
fyri at tálma rakstrar
útreiðslunum, nú
búskaparvøkstrinum sær út
til at minka.
Sambært TAKS er per
sónsskattainntøkan fyrstu 9
mánaðirnar í ár 998 mió
kr. Kommunurnar hava
mett skattainntøkuna í
2008 til 1,367 mia. Afturat
hesum kemur kommunali
parturin av partafelags
skattinum. Hetta eru sjálv
andi heildartøl.
Staðfestast kann, at saml
aði kommunali búskapurin
stendur ikki fyri nøkrum
hóttafalli og kommunali
búskapurin fer heldur ikki
at máa støðið undan saml
aða almenna búskapinum,
so sum landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum vil hava tað
at ljóða. Her hava komm
unurnar fíggjarstýrt við
skili.
Eitt parametur í tí sam
bandi er kommunuskuldin.
Um allar kommunur høvdu
skuld svarandi til eina
álíkning, so var skuldin 1,4
mia. Tórshavnar kommuna
fyllir nærum helvtina av
kommunala búskapinum,
og sum kunnugt hevur
Tórshavnar kommuna við
ella uttan Tórshavnar Havn
ikki skuld av týdningi
fyri samlaða kommunala
búskapin. Óansæð, at
landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum roynir at
tekna eina aðra mynd við
at vísa til “fjalt”, ja, hálva
vegna kriminelt virksemi,
so er samlaða kommunu
skuldin ikki trupulleikin.
Landsstýrið hevur sett
sær sum mál at reka
almennan búskaparpolitikk,
og tí er neyðugt at hava
neyvt "yvirlit" við kommun
ala búskapinum, verður
sagt. Frá "yvirliti" til "eftir
lit" og víðari til "stýring" er
sera stutt. Yvirlit er nakað,
man fær sær, eftirlit er
álagt, meðan stýring er
beinleiðis politikkur.
Kommunustýrislógin
gevur kommunum frælsi,
men við felags fíggjarkørm
um millum land og komm
unur, eins og við ítøkiligari
lóggávu, tekur landið inn
aftur hetta frælsið til at
stýra almenna búskapinum,
verður sagt. Hetta er tó
ikki allur sannleikin, og tí
er tað í veruleikanum
kommunala sjálvræðið, ið
stendur fyri hóttafalli, ikki
búskapurin.
Tí tá ið fremsta fyrimynd
in er danska kommunala
skipanin við fastløgdum
karmum bæði um rakstur,
íløgur og skattaprosent,
javning, blokkstuðul og smá
lutastýring við revsimekan
ismum, so er kommunala
sjálvræðið bert eitt eiti.
Eg kann at enda vísa á,
at vit tíanverri enn ganga
fremst, tá umræður at
herma. Tá síðsta kopi av
roknskaparreglum fyri
kommunur varð sett í verk,
var upprunalandið Dan
mark tíanverri farið frá
hesari skipan, tí hon var
ónýtilig, men henda er
galdandi til nýggjárs.
Eg skal vera hin fyrsti at
heilsa einari tiltrongdari
roknskaparreglugerð
vælkomnari, men eg finni
meg ikki í slíkari dálking
frá landsstýrismanninum í
fíggjarmálum. Um eg bað
landsstýrið sópa fyri egnari
hurð, kundi eg víst á upp
gávubýtið frá ár 2000, tá
land og kommuna stóðu
við tveimum felags órøkt
um økjum, nevniliga barna
ansingar og eldraøkinum.
Kommunurnar átóku sær at
fáa skil á barnaansingar
økið. Føroya fólk kann
sjálvt siga sína hugsan um
eldraøkið og hvussu har
stendur til!
Í Danmark hevur tað
eydnast forsætisráðharra
num at taka stig til at tálma
framferðarháttinum hjá
ríkisstjórnini móti komm
ununum, millum fólk nevnt
“cirkulæreterror”. Men nú
er hesin sami framferðar
háttur nýfunnið vápn í
amboðskassanum hjá okk
ara fíggjarmálaráðharra.
Tí heiti eg á landsstýris
mannin í fíggjarmálum um
at taka mótmælið hjá
Kommunusamskipan
Føroya til eftirtektar og
aftur at finna fram til vilj
an um felags stev og felags
mál, tá umræður rokn
skaparverk kommunanna.
Eg bíði framvegis eftir
umbidna fundinum við
landstýrismannin í fíggjar
málum um hetta álvarsmál.
Stendur kommunala frælsið fyri falli?
borgarstjóri
Heðin
Mortensen
Onki land í heiminum er
so ríkt við listarliga gávu
ríkum talentum sum
Føroyar í mun til fólka
talið! Ikki minst innan
tónleikin!
Føroyingar hava gjørt
seg galdandi so at siga
innan allar ’sjangrir’
einsamallir ella í bólkum
bæði her heima, men so
sanniliga eisini uttan
lands. Fleiri hava dystast
í finalum – og vunnið!
Onnur hava verið í klass
iskum kappingum, har
fleiri hava fingið ’út
merkilsi’ heim við. Hetta
vísir okkum, at vit hava
eitt sera stórt potentiali
innan okkara mentan,
sum vit eiga at geva
gætur.
Í Tórshavnar Komm
unu eru umstøðurnar
hjá musikkskúlanum so
ringar, at vit skammast!
Í Býráðnum má priori
terast við pengunum,
sjálvandi, men vit hava
sæð, hvar sitandi býráð
prioriterar, tó øll skulu
hava sítt, men – vit
kunnu ikki lata sita á
okkum, at okkara
uppvaksandi ættarlið
verður forðað í at menna
sínar listarligu talentir, tí
sitandi býráð ikki vil
prioritera tað!
Nei, vit mugu taka
annað skinn um bak og
síggja virði í hesum
tilfeingi!
Eg vil arbeiða við
hond og fót fyri at fáa
ein dagførdan musikk
skúla á breddan skjótast
møguligt!
Listarligt tilfeingi
valevni Miðfloksins til
býráðsvalið
CHarlotta á
Váli olsen
Hugtøk sum børnini eru
framtíðin og børn eru gáva
Guds, eru hugtøk sum eg
fult kann taka undir við.
Í hesum døgum verða vit
í heilum gjørd varug við,
hvussu týðandi tað er at
liva sunt, hettar er ikki bert
galdandi fyri vaksin.
Grundarlagið fyri sunnu
vanum verður lagt í barn
dóminum. Tí vil eg, um eg
verið vald, m. a. arbeiða
fyri at øll børn í Tórs
havnar kommunu fáa frukt,
grønt og mjólk í skúlanum.
Eg veit, at hettar hevur
verið roynt áður, men í alt
ov stutta tíð. Givist varð
við hesum, tí børnini ikki
ótu fruktina og varð hon tí
koyrd vekk. Góvu vit
børnunum møguleika til at
venja seg til fruktina? Tað
tekur tíð at broyta vanar,
og eg meini ikki vit góvu
børnunum nóg langa tíð, at
venja seg við fruktina.
Eg fari ikki at siga, at
Pisakanningin gekk illa,
orsaka av at tað vóru ósunn
børn, ið vórðu kannaði,
men hettar kann hava verið
viðvirkandi. Kanningar
vísa, at ein sunnur lívstílur
hevur ávirkan á innlæring
og aðrar kanningar vísa, at
nógv børn liva alt ov ósunt.
Eitt annað íð eg vil
arbeiða fyri, er tíðin børn
ini kunnu ganga í frítíðar
skúla. Stitandi býráð hevur
syrgt fyri at tey kunnu
ganga í frítíðarskúla í 2.
flokki og hettar er gott,
men eg meini at tey hava
brúk fyri, at verða har í í
hvussu er í 3. flokki eisini.
Í 3. flokki eru tey uml. 9
ára gomul. Foreldrini
arbeiða, børnini fáa frí,
hvar skulu tey fara? Tey
eru, eftir míni meting alt
ov ung til at ganga einsa
møll runt í Havnargøtum,
ella sita einsamøll heima
frammanfyri sjónvarpinum.
Tí meini eg at børn eiga at
fáa tilboðið, at kunna
ganga í frítíðarskúla til tey
eru í 3. ella 4 flokki.
Eisini vil eg gera mítt til
at eftirlit og dagføring við
hølum/byggningum har frí
tíðarskúlanir halda til, verð
ur framt. Hettar skal for
restin eisini galda skúlarnir.
Havnar kommuna er ein
hin ríkasta kommunan í
landinum, hóast hettar, so
lækkar játtanin til skúlar
(bøkur og telduforit) í 2009.
Hví? Hvat skal kommunan
brúka hesar pengarnir til?
Hvat er meira týðandi at
brúka teir til, enn at geva
okkara børnum eina góða
skúlagongd? Tað verður í
seinasta end eitt aktiv fyri
samfelagið.
valevnið Miðflokksins
til kommunuvalið
Unn Hentze
Hvat bjóða vit framtíð
okkara, gávu okkara?
Andlát og jarðarferðir
Søren Urnhamar, Vág
ur, ættaður av Viðareiði,
andaðist á eldrasambýl
inum í Vági týsnáttina,
86 ára gamal. Jarðar
ferðin verður úr Bethel
fríggjadagin
klokkan
13. Tey, ið vilja minnast
Søren, kunnu lata eldra
sambýlinum í Vági eina
gávu.
Lítla Tordis Beder Jóns
dóttir, dóttir Herdis og
Jón Simonsen í Fugla
firði andaðist á Lands
sjúkrahúsinum týsdagin
21. oktober. Jarðarferðin
verður úr Fuglafjarðar
kirkju fríggjadagin kl.
13. Tey, ið vilja minnast
Tordis kunnu lata eina
peningagávu á konto í
Eik.
Sigga Maria Debes,
fødd Egholm, ættað úr
Hvalvík,
búsitandi
í
Tórshavn, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
týsdagin 88 ára gomul.
Bønarhald
verður
í
Landssjúkrahúskapell
inum fríggjadagin kl.
18.00.
Jarðarferðin
verður úr Havnar Kirkju
leygardagin kl. 13.00.
Tey, ið vilja minnast
Siggu, kunna lata Før
oya Felag móti Krabba
meini eina gávu, konta í
peningastovnunum.
Kistan við Dagny Peter
sen úr Sørvági fer úr
Landsjúkrahúskapellin
um hósdagin klokkan
18.00. Jarðarferðin verð
ur úr Zarepta fríggjadag
in klokkan 14.00. Tey, ið
vilja
minnast
Dagny
kunnu lata eina peninga
gávu til AKURIN. Konta
í peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
24. august. Bartalsmessa ella bartalsøka. Til minnis
um lærusveinin Bartolomeus. Halgisøgan sigur, at tá
ið ápostlarnir skiltust, fór hann eystureftir til Armeniu,
Mesopotamiu og Indiu, har hann varð tikin av døgum
av uppøstum avgudaprestum. Í træskurðinum á einum
av kirkjubøstólunum sæst hann við kvívi í hendi, ið
sipar til, at hann varð flettur livandi. Navnið merkir
sonur Ptolemeusar.
Lesið
-so eru tit við!
viðmerkingar