Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. oktober 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 204 - 23. oktober 2008 elektroboogie, ein drongur dugdi at spæla panfloytu við hondunum hjá sær, 10 ára gamla Maja syngur gud­ dómliga væl, og so er tað okkara felags vinur Ragnar, sum er ein ordans rock­ stjørna. Hvat hevur verið tað ring­ asta við dómarauppgávuni í Talent? ­ Summi halda, at tað má var krevjandi at skula sita har og vraka so nógv fólk í kappingini, men eg havi valt at viðfara øll fólk eins – líkamikið um tað var ein spastiskur dansari, ein lítil genta ella eitt vaksið fólk. Tá øll hesi ymisku fólkini bjóða seg fram í eini slíkari kapping, so skulu tey eisini hava somu viðferð og sama kjans. Og eg havi ikki havt trupulleikar við at verða harður og skula vraka fólk hvørt kvøld. Strævnari til arbeiðis Tríggir dómarar eru í Talent 2008. Umframt Peter Albæk eru eisini Martin Hall og Julie Steincke, og tey hava øll sin egna stíl at meta um framførslurnar á pallinum. ­ Fólk halda kanska, at vit eru biðin um at spæla ein ávísan leiklut sum dóm­ arar, men soleiðis er tað als ikki. Eg kann vera akkurát líka súrur og strævin til arbeiðis, sum eg eri í Talent. Eg haldi faktiskt, at eg eri fittari í Talent, enn eg eri til arbeiðis, men í grundini eri eg bara, sum eg eri – eisini í Talent, sigur Peter Aal­ bæk. Við hvørt tykist tað, sum tú ert rættiliga vísur í, at tú hevur rætt. Er tað ein dygd at hava? ­ Í mínari bransju mást tú við hvørt taka skjótar av­ gerðir, men so mást tú eisini kunna viðurkenna, at tú tekur onkrar skeivar avgerð­ ir. Og tað havi eg eisini gjørt í Talent. Tað er í lagi at taka skjóta avgerðir og halda teg hava rætt, um tú eisini ert skjótur at viður­ kenna tíni mistøk – og tað geri eg. Glaður fyri at hitta børn Dómarar í kappingum sum Talent gerast landskendir, tá teir í fleiri vikur undir­ halda ein millióna stórari hyggjarafjøld, men hetta hevur ikki verið tann stóra broytingin fyri Peter Aal­ bæk. ­ Eg havi verið rímiliga kendur í nógv ár, tí eg havi eitt filmsfelag og eri nógv frammi, so eg havi ikki upp­ livað somu stóru broyting, sum hinir báðir dómararnir hava upplivað. Fyri Julie og Martin hevur tað næstan verið ein kollvelting. Hin­ vegin haldi eg, at tað er stuttligt at møta børnum úti á gøtuni, og tey hava hug at spyrja meg um okkurt í Talent, sigur Peter Aalbæk. – Eg havi verið imponeraður av framførslunum hjá Ragnari, og hann hevur ein møguleika at vinna Talent- kappingina, sigur Peter Aalbæk Jensen RagnaR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo 12 ára gamli havnar­ drongurin Ragnar Finsson er ein av teimum, sum hevur vunnið seg í finaluna í Talent­kappingini, og Peter Aalbæk heldur, at føroyski tónleikarin hevur ein møguleika at vinna Talent í annaðkvøld. ­ Eg havi verið impo­ neraður av framførslunum hjá Ragnari. Líka frá fyrstu upptøkuroyndini til framførsluna í hálvfinal­ uni. Tað er einki at ivast í, at hann er ein ordiligur tónleikur og dugir at spæla gittar. Eingin hevur gittarin hangandi so langt niðri, um viðkomandi ikki dugir væl at spæla, sigur Peter Aabæk skemtandi. ­ Eg vóni, at Ragnar í finaluni torir at biðja um hjálp frá nøkrum javnaldrum. Í fyrstu sendingunum sang hann einsamallur, men í hálvfinaluni fekk hann hjálp frá tveimum vaksnum tónleikarum. Eg vóni, at hann í finaluni fer at vísa, hvat hann dugir, tá hann spælir saman við tón­ leikarum á hanara egna aldri. Peter Aalbæk heldur, at finalan er rættiliga opin, og fleiri hava møguleika at vinna. ­ Ragnar hevur heilt greitt ein góðan møguleika í finaluni, og eg dugi als ikki at gita, hvør fer at vinna. Vit hava átta stór, men ymisk talent í finaluni, og tað er vónleyst at siga, hvør fer at standa eftir sum vinnarin, sigur hann. Talent veður sent á DR1 klokkan 19 fríggjakvøldið. SvF sendir finaluna frá klokkan 19.15. Ragnar kann vinna beiðis - Eg vóni, at Ragnar í finaluni fer at vísa, hvat hann dugir, tá hann spælir saman við tónleikarum á hanara egna aldri, sigur Peter Aalbæk Mynd: DR Navn: Peter Aalbæk Jensen Aldur: 52 ár Familja: Giftur við Lise Palm. Tey eiga trý børn. Bústaður: Herfølge Starv: Filmsframleiðari Stovnaði í 1992 filmsfelagið Zentropa saman við Lars Von Trier. Í 2001 fekk hann saman við Vibeke Windeløv og Ib Tardini eina serliga Bodil heiðursløn fyri sítt arbeiði fyri danskan film. Nú víðagitin sum dómari í Talent 2008. FAKTA – Summi halda, at tað má var krevjandi at skula sita har og vraka so nógv fólk í kappingini, men eg havi valt at viðfara øll fólk eins – líkamikið um tað var ein spastiskur dansari, ein lítil genta ella eitt vaksið fólk. Peter Aalbæk tíðindi 25