Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. oktober 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 204 - 23. oktober 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Við sigri á Kyndli í gjár hava kvinnurnar hjá Tjaldri laft seg á fremsta plássið í Sunset-deildini Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað kann væl vera, at Stjørn­ an aftur vinnur seg á odda­ sessin, tá tær um vikuskiftið spæla heimadyst móti Neistanum. Men við sigrinum á Kyndli í gjárkvøldið hevur Tjaldur sett seg á odda­ sessin, og tað markerar enn einaferð, at uppflytararnir veruliga hava stórar ætlanir í vetur. Vunnu seinna hálvleik Í gjár var tó ikki alla tíðina so greitt, hvønn vegin tað skuldi bera. Fyri steðgin var Kyndil væl og virðiliga við í dystinum, og Tjaldur fekk sjáldan leysar teymar til at gera nakað sum helst. Men hetta vendi full­ komuliga eftir steðgin. Tjaldur vann seinna hálvleik somikið greitt sum 10­4, og seinastu 20 minuttirnar av dystinum fekk heimaliðið bara tvey mál. Sum ikki einaferð, so vóru tað útlendsku spælar­ arnir hjá Tjaldri, sum ginu á odda við málskjótingini. Við Alinu Olaru og Adinu Petrea hevur Tjaldur tveir skjúttar av format, sum væl kunnu gera lívið trupult fyri allar verjur í landinum. Hin­ vegin er stóri spurningurin, hvussu breiddin í álopinum er, um hesar báðar verða steðgaðar. Kvinnurnar hjá VB høvdu ongar trupulleikar av StÍF, tá liðini dystaðust á Skála mikukvøldið Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Enn sum áður er VB eitt av liðunum, sum roknast skal við í føroyskum kvinnu­ hondbólti. Hetta settu VB­kvinn­ urnar enn eina tjúkka striku undir, tá tær vitjaðu á Skála mikukvøldið. Longu fyrstu minuttirnar stóð greitt, at á degnum fekk StÍF ikki gjørt tað heilt stóra við mótstøðuna, sum bara trumlaði avstað. Daiva Touamita var í vanliga stórforminum, og eisini var Gurið Mortensen heilt væl fryri, og tá munurin eftir fyrsta korterið hevði sníkt seg upp á seks mál, var restin av dystinum bara ein spurningur um at fáa tíðna at ganga. Og tíðinda nýtti VB so til at dusa sær í sannari málveitslu, hóast tær eftir steðgin ikki hildu heilt sama tempo í spælinum. Nakað sum tó heldur ikki var so alneyðugt, tá sigurin longu var mest sum tryggjaður. Kyndil-Tjaldur 15-22 (11-12): Tjaldur er nú oddalið StÍF-VB 27-36 (13-20): VB-veitsla á Skála StÍF-VB 27-36 (13-20): 10 min: 3-5 20 min: 8-13 40 min: 16-27 50 min: 21-30 Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 8(1), Ninna K. Johansen 7(3), Bára Berthelsen 6, Signhild Petersen 2, Fríðrunn Danielsen 2, Sunfríð Johansen 1, Poula D. Olsen 1 VB: Daiva Toumaite 13(5), Theresa Joensen 7, Svava Vest- ergaard 4, Laila Jespersen 4, Bára Mortensen 2, Theresa Joensen 2, Una Egilsdóttir 2, Sára Samuelsen 1, Monika Samuelsen 1 Brotskøst: StÍF 4, VB 5 Útvísingar: StÍF 4, VB 4 Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen FAKTA Sunset-deildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Tjaldur 3 2 - 1 - 0 73 62 11 5 2 Stjørnan 2 2 - 0 - 0 56 38 18 4 3 VB 3 2 - 0 - 1 87 74 13 4 4 Neistin 2 1 - 1 - 0 55 42 13 3 5 StÍF 3 0 - 0 - 3 67 90 -23 0 6 Kyndil 3 0 - 0 - 3 51 83 -32 0 Alina Olaru og Tjaldur eru nú á odda í Sunset-deildini í hondbólti savnsmynd Kyndil-Tjaldur 15-22 (11-12) 10 min: 3-5 20 min: 9-8 40 min: 13-14 50 min: 13-18 Málskjúttar Kyndil: Jacklin Durhuus 7(2), Marina Zilko 3, Halla Mid- jord 2, Rakul N. Joensen 2, Linda Johannesen 1 Tjaldur: Adina Petrea 8(1), Alina Olaru 6, Annika Thom- sen 3, Jóhanna í Króki 2, Mary-Ann Isaksen 1, Benadikta Johannesen 1, Heidi Sevdal 1 Brotskøst: Kyndil 3, Tjaldur 1 Útvísingar: Kyndil 4, Tjaldur 2 Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen FAKTA