hósdagur 23. oktober 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 204 - 23. oktober 2008 ]
Milan leigar Beckham
Alt bendir á, at David Beckham komandi mánaðirnar fer
at spæla fyri italska AC Milan. Amerikanska LA
Galaxym, har Beckham spælir, er nú farin í vetrarsteðg,
og fyri dystarvenjingina í Beckham er hetta sjálvandi ikki
optimalt. Ivamál er tó um, hvussu langan leigusáttmála
talan verður um. Galaxy vil ikki, at sáttmálin verður
longur enn tríggjar mánaðir, meðan italska stórfelagið
helst vil hava ein sáttmála, sum gongur yvir í minsta lagi
seks mánaðir.
McCain setir OL í vanda
Verður John McCain nýggjur amerikanskaur forseti, merkir
hetta samstundis, at Chicago kann gloyma alt um at gerast
OL-vertur í 2016. Tað er í øllum førum áskoðanin hjá enska
BBC, sum grundar hetta við leiklutinum, sum McCain hevði,
tá mutur-gøla tók seg eftir vetrar OL í Salt Lake City fyri seks
árum síðani. Ta ferðina stóð McCain senatorur á odda fyri
eini hoyring, har millum annað OL-forsetin, Juan Antonio
Samaranch, varð innkallaður. BBC metir, at Samaranch tí
undir ongum umstøðum fer at síggja positivt upp amerikanskt
vertskap fyri OL, um McCain er amerikanskur forseti.
Lassin á
Camp Nou
Lassin Isaksen,
sum áður hevur
virkað sum altjóða
dómari, skal um
tvær vikur á stóra
uppgávu sum
dómaraeygleiðari
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Á heimasíðuni hjá FSF
verður sagt, at Lassin
skal á sjálvasta Camp
Nou í Barcelona, har
hann skal halda eyguni
eftir dómaraavrikinum í
dystinum millum Barce-
lona og Basel í Cham-
pions League.
- Eg gjørdist rættiliga
paff. Eg hevði roknað
við
at verið
sendur
til onkran dyst í granna-
lagnum, og hevði ikki
roknað við einum so stór-
um dysti. Men rætt skal
vera rætt. Eg skal ikki
vera einsamallur eygleið-
ari til tann stóra Cham-
pions Leauge dystin, sig-
ur Lassin við heima-
síðuna hjá FSF
- Tað er soleiðis, at teir
ungu eygleiðararnir skulu
fylgja einum royndum
eygleiðara í fyrstuni, sum
virkar sum eitt slag av
mentor. Eg skal vera
saman við einum týskara
til dystin á Camp Nou. Eg
skal eftir dystin skriva
mína egnu frágreiðing, og
lata týskaranum. Hvat
hann síðan ger við mína
eygleiðing, veit eg satt at
siga ikki.
Lassin er fegin um, at
tað nú eydnast honum at
koma við í evropeiska
samstarvið viðvíkjandi
dómaraeygleiðing.
- Vit hava ein altjóða
eygleiðara frammanund-
an - Niklas á Líðarenda -
og meðan eg fegnist um,
at eg eisini havi fingið
henda møguleikan, gleð-
ist eg eisini vegna føroysk-
an fótbólt. Tað má vera
ein fyrimunur fyri føroysk-
an fótbólt, at FSF nú er
umboðað av tveimum
altjóða dómaraeygleiðar-
um, sigur Lassin Isaksen
áa www.football.fo.
53 mál komu í
teimum 16 dystunum,
sum vórðu spældir í
Champions League
hetta umfarið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Týskvøldið einsamalt gjørd-
ist tað málríkasta í søguni
hjá Champions League. Tá
fullu 36 mál í teimum átta
dystunum, og tó at miku-
kvøldið ikki varð fult so
hendingaríkt, so var samlaði
totalurin nóg mikið til væl
og virðiliga at fylla goal-
show’ið, sum Viasat sendi
mikukvøldið.
Nú bólkaspælið er komið
í helvt, eru fleiri lið, ið
longu mest sum hava vissað
sær víðari atgongd í kapp-
ingini. Í øllum førum skal
nógv ganga galið, um Barce-
lona, Manchester United,
Villarreal, Bayern Mün-
chen, Juventus og Real
Madrid ikki spæla seg
víðari í kappingini.
Ikki minst er merkisvert,
at spenningurin í bólki H
ikki er størri enn tað sama.
Her varð roknað við, at
Zenit Petersborg veruliga
skuldi hótta stóru Juventus
og Real Madrid, men við
einum stigi fyri tríggjar
dystir
hava
UEFA-Cup
meistararnir
mest
sum
útspælt sín leiklut longu nú.
Og ikki minst var talan um
stórt vónbrot, tá teir bert
spældu javnt móti hvíta-
russiska Borisov.
Javnt í Madrid
Stóri dysturin í gjárkvøldið
stóð millum Atletico Mad-
rid og Liverpool, og tann
dysturin endaði við einum
máli til hvønn partin.
Liverpool kom annars á
odda tíðliga í dystinum við
máli frá Keane, men Simao
javnaði, tá sjey minuttir
vóru eftir at spæla. Atletico
hevði eisini bóltin í netinum
eina aðru ferð, men ta ferð-
ina helst linjudómarin onk-
ursvegna, at Maniche var
rangstaddur.
Og so gjørdist mikukvøldi
eisini kvøldið, tá lítla Anort-
hosis Famagusta fyri fyrstu
ferð tapti í Champions
League, men 0-1 í Milano
móti Inter er væl og virði-
liga til at liva við hjá oyggja-
búgvunum, sum enn eru á
einum mest sum sensation-
ellum øðrum plássi í sínum
bólki.
Málveitsla kring Europa
Liverpool var bara sjey minuttir frá sigrinum í Madrid, og vónbrotið var stórt hjá Mascherano og
liðfeløgunum, tá Simao javnaði
Mynd: Polfoto/AP
Úrslitini
Bólkur A
Bordeaux-CFR Cluj
1-0
Chelsea-Roma
1-0
Bólkur B
Inter-Anorthosis
1-0
Panathinaikos-Werder Bremen
2-2
Bólkur C
Shakhtar D.-Sporting L.
0-1
Basel-Barcelona
0-5
Bólkur D
Atletico Madrid-Liverpool
1-1
PSV Eindhoven-Marseille
2-0
Bólkur E
Villarreal-AaB
6-3
Manchester Utd—Celtic
3-0
Bólkur F
Bayern München-Fiorentina
3-0
Steaua Bukarest-Lyon
3-5
Bólkur G
Fenerbache-Arsenal
2-5
Porto-Dynamo Kiev
0-1
Bólkur H
Juventus-Real Madrid
2-1
Zenit Petersborg-Bate Borisov
1-1