hósdagur 23. oktober 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 204 - 23. oktober 2008
Núverandi heimur má vera
ógvuliga gamal. Tað
stendur í bíbliuni, at Gud
skapti heimin í upphavi - í
fyrstuni - i Begyndelsen.
Trúliga hevur hann stað-
ið og tikið ímóti øllum
teimum, sum skuldu bú-
leikast her, verið seg menn-
iskju, kríatúr, fuglur, fisk-
ur, hvalur og so framvegis.
Øld eftir øld, í milliónir av
árum.
Men nú tykjast kreftir
heimsins at ganga undan. Í
myndatalu kunnu vit siga,
at hann - heimurin - er
komin væl inn í pensións-
aldur.
Hvussu leingi hann -
heimurin - stendur, veit
ongin av okkum.
Partvís av dálking av
menniskjans ávum, verið
seg í luftini, á sjónum, á
landi við útláti av gassi v.
m. eru kreftir heimsins
farnar at ganga undan.
Veðurlagsbroytingar eru
bert eittans dømi av
mongum, at so er.
Men tíbetur, hetta er ikki
hin seinasti heimur. Tá
hann einaferð ikki verður
meira, fer Gud at skapa ein
nýggjan heim, ein ungan,
óspiltan nýggjan heim.
Ein vinur hjá Mark
Twain segði einaferð: »Eg
eri stúrin. Heimurin gong-
ur móti enda sínum.
»Legg tú einki í tað«,
svaraði tann víðagitni
humoristurin. »Vit klára
okkum nokk uttan hann«.
Ikki er vist, at Mark
Twain var greiður yvir tað,
men hann segði sannleik-
an. Vit kunnu klára okkum
uttan verandi heimin, tí
Gud hevur sagt, at hann vil
skapa ein nýggjan heim.
Í 1860 segði franski
evnafrøðingurin Marcelin
Berthelot: »um hundrað ár
fer menniskjað við vísinda-
ligu framtøkum sínum í
alis- og evnafrøði at vita,
hvat atomið er. Eg eri sann-
førdur um, at tá ið vísinda-
fólk eru komin hagartil, so
fer Gud at koma niður á
jørðina við lyklum sínum
og siga við mannaættina:
»Mínir harrar, nú er aftur-
latingartíð«.
Alt meðan heimsins
mætastu menn ferðaðust úr
einum landi í annað til
tessa at fáa heimsins lond
at seta í verk tiltøk til tess
at steðga verandi veðurlags-
broytingum er ein fíggjar-
og búskaparkreppa á veg
og tykist hon raka flestu av
heimins londum.
USA og Ísland tykjast
vera harðast rakt.
Serstakliga Ísland keypti
og stovnsetti eitt ótal av
bankum og forrætningum í
einum landi fyri og øðrum
eftir. Eingin skilti hetta, og
menn roknaðu við, at hetta
fór at koma aftur um
brekku í dýrum dómi. Og
so var. Nú er synd í
íslendingum.
Ongatíð havi eg hildið
tað vera sunt, at arbeiða
soleiðis við læntum pen-
ingi við at keypa partabrøv,
har menn kunnu vinna
milliónir eftir einum degi,
meðan aðrir kunnu missa
milliónir somuleiðis eftir
einum degi.
Eg haldi ikki, at hetta er
gott. Ongatíð havi eg sett
pening í keyp av partabrøv-
um við tí fyri eyga at ger-
ast ríkur á henda hátt. Eg
havi altíð hildið, at best er
at vera nøgdur, um ein
hevur nokk til dagsins
breyð. Bíbilsku orðini »i
dit ansigts sved skal du
æde dit brød« mugu vera
frægastu hyggjuráðini í
hesum heimi.
Úttalilsi frá búskaparfrøð-
ingum um, at tað einans er
ein fíggjarkreppa og ikki
nøkur búskaparkreppa,
sum er ávegis til flestu av
heimsins londum, kann
kjakast um. Mín hugsan er
tann, at eingin veit enn,
hvussu umfatandi kreppan
verður, tí tað hendir nakað
nýtt hvønn einasta dag. So
seint sum fyri 2-3 døgum
síðani hoyrdist, at ein
stórur franskur banki hevði
mist millum 4 og 5 milli-
ardir kr. Og tann pástandur,
at íslendska kreppan ikki
kemur at fáa fylgir fyri
Føroyar, gevi eg lítið fyri.
Annars fari eg at takka
donsku stjórnini fyri, at
trygdarnet er spent fyri
allan innskotspening í før-
oyskum peningastovnum.
Tað er ein ávísur trygg-
leiki at vera saman við
einum størri landi. Tað sóu
vit eisini undir kreppuni í
nítiárunum, tá øll tann
føroyska uttanlandsskuldin
uppá fleiri milliardir varð
umbýtt við eitt danskt
statslán uppá 20 ár við 5%
í rentu. Harumframt fingu
føroyingar goldið 900
milliónir kr. í samband við
umbýti av Føroya Banka.
Eisini vórðu 500 milliónir
kr. fastfrystar og skuldu
føroyingar einans gjalda
henda pening, um olja varð
funnin við Føroyar.
Símun Pauli
JacobSen
Ein aldrandi heimur
Ja, soleiðis var tað kanska
frá upphavsins morgni, tá
ið Várharra hevði skapað
himmal og jørð. Tá settu
feðgarnir báðir seg niðurat,
tóku ljóðførini fram og
góvu ljóð, so tað rungaði
eftir í undir himmalskum
stjørnulindum og stjørnu-
grúsi. Fjallamálið frá
hesari løtu doyði burtur
fyri milliónum av árum
síðani, men í Kringvarp-
inum livir hetta ralandi
ljóð enn. Tá ið tú tendrar
fyri útvarpinum á morgni
at lurta eftir morgunlestri-
num, fært tú eina trummu
og ein feitan bass í heysin.
Al oftast er tað soleiðis,
men treyðugt so, onkuntíð
stingur seg upp eitt hóvligt
lag, sum spekir sinnið. Tá
kennir tú á tær eina
friðarliga gongd, sum
nertir við hugsanna um
eina kyrru, sum stendur
fyri – upp undir eina løtu,
sum átti at verið ein lestur,
andakt (meditatión) fyri
alra føroyinga.
Skjaldur
Tað hevur mangan verið
víst á, at hóvlig løg spekja
sinnið . Tey eldru minnast
væl hugtakið at sita ským-
ing. Dagsins verk var kom-
ið enda. Nú var dagsetur.
Myrkrið setti seg í húsa-
veggir, fjallagreinir og
undir bitarnar. Nú skuldi
sálin hava eina hvíld. Onk-
ur tók eitt barn á knøini -
knuggaði tí , murraði og
sang kanska eitt skjaldur .
Eitt slíkt lag er eitt fimmtó
nalag(pentatoniskt), sum
kyrrar barnasinnið. Barnið
kom í hvíld, áðrenn tað fór
niður ( áðrenn tað fór til
songar). Hetta var ein
meditatión, sum meg
minnist frá mínum
barnaárum.
Kvirran
Tað tykist mær, at vit eru
so rædd fyri kvirruni og
gerast bangin, tá ið friðurin
fellur á okkum. Útvarps-
fólkini skrála og rópa í
útvarpinum, tá ið t. d.
fótbólturin er á skránni, og
so kemur tann buldrandi
trumman sum ein hvirlu-
vindur aftaná. Eg ivist
onga løtu í, at fólk halda
hetta vera í lagi, men í
mínari verð hoyrir hetta
skról ikki heima í einum
“Public Service” hugtaki.
Tað ringasta av øllum,
hetta skerandi róp er í tí
rungandi trummuni og tí
tunga bassinum upp undir
ein lestur. Well, tú kanst
sløkkja fyri lurtinum, sum
mong fólk eisini gera. Tað
finnast so mong hóvlig løg
í ymsum líki, sum nýtt
kundu verið bæði fyri og
aftan á morgunlesturin.
Hetta spekir sinnið, og tað
sømir seg fyri fólk og
stovn, sum goyma at
einum mentanaráki, at tey
tóku friðin til sín....... og
ikki buldur og brak.
Sálmasangurin
Haldi eisini, at sálmsang-
urin kundi verið betri.
Sálmarnir eru góðir, men
tað hevði heldur ikki verið
av leið, at onkrir teirra
vórðu latnir í nýggj løg.
Lestrarnir eru í lagi. Hvi
ikki gera nýggjar upptøkur
við fólki, ið hava ein ávís-
an ljóm í røddini, sum
kundi lyft sálmin upp
hagar, har hann eigur at
verða?
Nei, kanska var tað so, at
Guð spældi upp á ein
“feitan” bass og Jesuspápi
upp á trummur.
Guð var trummusláari, og Jesuspápi spældi upp á ein “feitan” bass
FritS
JohanneSen
Kristin Poulsen í Fuglafirði
hevur í vikuni áhugavert
lesarabræv um fjølmiðla-
mál, har hann eitt nú undr-
ast á okkurt av tí, sum sagt
verður í útvarpsfrásagnum
frá ítrótti. Millum annað
spyr hann um nakað, hann
sigur meg bera fram øðr-
vísi enn hinir frásøgumenn-
inir, og eg vil eftir besta
førimuni royna at svara.
Í lesarabrævinum skrivar
Kristin soleiðis: »Eg kundi
hugsað mær at spurt
Hilmar Jan Hansen, hvør
stólpi er aftari, tí er annar
aftari enn hin, so átti hann
at verið fluttur! Hví ikki
siga, sum hinir frásøgu-
menninir, handari stólpi og
næsti stólpi?«
Fyrst undrist eg á, at
orðið stólpi verður brúkt, tí
– sum flestallir føroyingar
– sigi eg stong. Í mínari
verð hevur málið tvær
stengur, tveir tríkantar og
ein yvirleggjara. Stólpi er
ikki nakað, eg brúki í
vanligari útvarping,
tíansheldur í vanligari talu.
Havi tó onkra hendinga
ferð brúkt orðið stólpi, og
tá hevur tað gjarna verið
eitt slag av endurgeving
eftir Árna Gregersen, sum
segði »stólpa út og stólpa
inn« í einum av fyrstu
altjóða skrásettu landsdyst-
unum hjá fótbóltslands-
liðnum.
Hetta er annars bein-
leiðis umsett frá tí danska
»stolpe ud og stolpe ind«,
sum danskarar brúka dúg-
liga. Sjálvur haldi eg eis-
ini, at orðið stólpi ljóðar
fremmant í fótbóltshøpi, tí
orðið stong er nógv snøgg-
ari og – eftir mínum tykki
– eisini rættari.
Skal í hesum viðfangi
eisini viðganga, at eg
ivaleyst eisini onkuntíð
havi nevnt »stólparótina«,
sum ikki er minni danskt,
heldur enn føroyskt. Nú er
kappingarárið í fótbólti
skjótt av á hesum sinni,
men tað má eg royna at
leggja av, tí eg vil ikki
ganga undan við at seta
stólpa í staðin fyri stong!
Men lat tað bara fara, tí
spurningurin hjá Kristini
snýr seg fyrst og fremst um
hetta við at siga »aftaru«
og »fremru« um stengur-
nar, heldur enn at siga
»næstu« og »handaru«.
Til tað er at siga, at
fremsta uppgávan hjá
okkum frásøgufólkum er at
vera eygu hjá teimum, ið
lurta og ikki síggja dystin.
Og hóast vit ofta gloyma at
siga tað, so kann tað jú
vera lurtaranum til stóra
hjálp, um hann eitt nú veit,
at nú spælir annað liðið
ímóti norðara málinum og
hitt ímóti syðra málinum.
Tað sama er við »aftaru«
og »fremru« stong, sum eg
vil lýsa við hesum dømi:
Hevur annað liðið eitt
hornaspark í vinstru síðu,
so kann lurtarin gera sær
eina nógv greiðari mynd
av, hvar menn og bóltur
eru, um hann fær at vita, at
ein spælari skallar bóltin í
málið »við fremru stong«,
enn um eg segði »við
næstu stong«.
Í beinleiðis frásøgn í
ítrótti henda tingini so mik-
ið skjótt, at skalt tú fara at
blaða í orðabókini, meðan
sagt verður frá fyrsta máli-
num í einum dysti, kunnu
skjótt tvey mál vera komin
aftrat, áðrenn tú hevur funn-
ið rætta orðið. Tí kemur
sjálvandi eisini fyri, at okk-
urt fer eftir skeivum enda,
tí stundir ikki eru at venda
øllum, áðrenn tað fer út.
Men so er tó ikki við
»aftaru« ella »fremru«
stong, ið bert ørkymlar
lurtaran, um hon nú eisini
skal flytast. Ikki fyrr enn
eg fái eina fullgóða grund-
geving, síggi eg orsøk til at
siga annað. Spurningurin
hjá Kristini hevði neyvan
heldur verið settur, var tað
ikki júst tað, at hann jú
skilti munin…
So vil eg at enda leggja
eitt aftrat, sum eg haldi
hava alstóran týdning, tá
talan er um málbrúk: Tað
má altíð vera høvuðsenda-
málið, at tey, sum taka
ímóti, skilja tað, ið verður
borið fram. Sjálvandi skal
vandast um málið, men
ikki má gloymast, at
endamálið við tí er sam-
skifti og einki annað!
E.S. Annars takk fyri
føgru orðini!
Um aftaru og fremru stong
hilmar Jan
hanSen
viðmerkingar