hósdagur 23. oktober 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 204 - 23. oktober 2008
29
Enok (1831-1900) var
bóndasonur
av
Sundi.
Foreldrini hjá honum vóru
Berint
Jacobsen
(1790-
1871) og Helene Maria
Elisabeth Dam f. 1794. Tey
giftust í 1817 í Kollfjarða
kirkju. Berint festi í 1815.
Tey fingu tilsamans átta
børn. Sonurin Hans Vang
Bærentsen (1820-1850) tók
við festinum. Tað er hansara
ætt, sum í dag situr við garð-
inum á Sundi. Tað varð
greitt nærri frá hesi ættini í
røðini, vit í fjør høvdu við
Jákup Reinert, ættaður av
Sundi.
Gjørdist fólkatingsmaður
aftaná svágin
Enok var í Danmark og
lærdi handilsskap. Hann
komin aftur til Føroya í
1856 at handla í Havn. Tá
ið Niels Winther, svágurin,
konurnar vóru systrar, legði
frá sær sum fólkatingsmaður
í 1857, var Enokkur, sum
hann var kallaður, valdur til
fólkatingsmann á einum
eykavali, men H. C. Müller
vann á honum longu árið
eftir. Hóast han var upp-
stillaður fleiri ferðir aftur
sum
vinstrimaður
móti
Müller kom hann ikki aftur
á fólkating. Enok var løg-
tingsmaður í 24 ár í fleiri
umførum og varð mettur at
vera leiðari hjá vinstrabólk-
inum í løgtinginum.
Seinast í 1850-árunum
hevði hann saman við mill-
um øðrum A. C. Lützen,
fyrr umrøddur í hesi røð,
verið leiðari í andstøðuni
móti Dahlerup amtmanni,
sum tískil legði frá sær.
Tað finst ein góð lýsing
av Enokki frá brævaskifti-
num 1879-97 við sonin
Christian, sum las niðri.
Politikkur
hevur
ikki
broytt seg nógv, sum tað
sæst í brævi, sum Enok í
1882 skrivar til sonin:
Med hensyn til politik, da
tier alt sådant her, undtagen
i den tid at lagtinget er saml-
et. Og selv da er der ikke
andet en småkævl; sidste
lagtingssamling var i den
grad blottet for spørgsmål af
almindelig interesse…
Verður vaktur
tjóðskaparliga
Í hesum brævaskifti sæst
skilliga, hvussu ein unglingi
verður vaktur tjóðskapar-
liga, hvussu hin gamli í
fyrstani er ímóti, men
gevur meira og meira eftir,
til eisini hann er talsmaður
fyri at geva móðurmálinum
fríari ræsur.
Sonurin Christian hevði
fingið eyguni upp fyri, at
tað var margháttligt at
skulla brúka eitt so fremm-
ant mál sum tað danska í so
nógvum førum.
Men gamli heldur at byrja
við hetta vera vandamikla
hugsan, tí andalig avbyrging
og ensk ávirkan kann verða
avleiðingin. Hann heldur at
“færinger alt vel overvejet
er både folkelig og politisk
bedst tjent med at beholde
det danske som kirke- skole-
og retssprog.” Hann sigur
seg tó onkuntíð hava hugsað
sær tann møguleika at nýta
føroyskt “ved alle mundtlige
foredrag” í kirkju, á tingi og
í rættinum.
Sum
tingmaður
segði
hann seg ofta hava lagt til
merkis, at “det færøske let
lukker munden op på folk,
som tav stille så længe, der
kun taltes dansk”. Hann
segði seg heldur vóna, at
“den tid ikke må være fjern,
da
færinger
indtog
de
betydeligste stillinger her-
oppe, for rigtig hjemme
bliver de fremmede embeds-
mænd næsten aldrig.”
Var høvuðsrøðari á
jólafundinum í 1888
Tað sæst, at Enok fyrst trýr
lítið uppá hetta nýggja, og
seinni gerst meira hugtikin.
Annan jóladag 1888 var
tann sokallaði jólafundurin.
Ein av innbjóðarunum var
Enok Bærentsen. Hann var
eisini høvuðsrøðari. Hann
man hava verið ávirkaður
av soninum.
Enok vísti í røðuni á,
hvussu tað hevði gingið
afturá við móðurmálinum.
Føroyingar høvdu sjálvir
ábyrgdina. Teir virdu málið
ikki sum annað enn eitt
gerandismál. Føroyskt átti
at vera skúlamálið, eisini í
undirvísingini í donskum,
har miðast skuldi eftir at
læra føroyingar at lesa og
skriva danskt og at tala tað
so nøkulunda. Danska mál-
ið kundu føroyingar ikki
vera fyri uttan. Hetta var
kulturmálið, sum setti før-
oyingar í samband við út-
heimin. Um kirkjumálið
segði hann, at prestarnir
skuldu sjálvir ráða fyri,
hvat mál teir talaðu í kirkj-
uni. Eisini skuldi verið
loyvt at nýta føroyskt í rætti-
num. Tað mátti verið lættari
hjá 10-12 embætismonnum,
sum vóru málkønir framm-
anundan, at lært seg før-
oyskt nøkulunda, enn at
11.000 føroyingar skuldu
læra seg danskt so væl, at
teir allir kundu tala tað.
Tann 6. januar 1889 var
aftur fundur til tess at fyri-
reika stovnandi aðalfundin.
Nú hevði rørslan fingið
andróður, tí hon varð løgd
undir at vera antidonsk.
Serliga var tað røðan hjá
Enok Bærentsen, sum hann
helt vera misskilta. Enok
segði seg hava meint, at und-
irvísingin í donskum bygdi
á ta følsku trúgv, at børnini
dugdu danskt. Tí vildi hann,
at børnini skuldu læra bæði
føroyskt og danskt fyri at
geva teimum atgongd til
norðurlendskar bókmentir.
Tann 27. januar var Før-
oyingafelagið stovnað.
Men Enok kølnaði skjótt
í hesum máli. Bert ein
mánaða eftir fundin noktaði
hann fyri, at hann hevði
kravt føroyskt kirkjumál.
Nú legði hann eisini eftir
tjóðskaparrørsluni, og legði
hana undir at vilja beina
fyri donskum í Føroyum. Tí
kom eisini ilt millum hann
og Rasmus Effersøe.
Gitt varð, at Enok kann
eisini hava hugsað um fram-
tíðina hjá sínum vónríka
soni.
Bærentsens parti
Í 1895 heldur Enok at einki
má takast frá donskum, tí
tað hevði ført til “åndelig
stagnation.”
Um aldarskiftið hevur
Dimmalætting, har Enok
var blaðstjóri 1894-1900,
hug at slaka eitt sindur í
málspurninginum
og
heldur, at føroyingar “ikke
bør tilstræbe et “enten-
eller,” men “et både-og” ”.
Enok doyði í 1901, men
hann upplivdi at síggja son-
in gerast amtmann í Før-
oyum. Hann skrivaði til
hansara: “Gennemgående
er folk glade for din ud-
nævnelse. Men der er natur-
ligvis undtagelser.” Millum
hesi undantøk var “Müller
klikan!” Hetta var andstøð-
an hjá Enoki. Í 1899 verður
sagt, at á tingi eru tveir
flokkar: “Müllers parti” og
“Bærentsens parti.”
Enok hevði handil í
Bringsnagøtu í húsinum,
sum seinni kallaðist Arnes
Minde”, og hann hevði eis-
ini kafé við dansi í Gamla
Danmark í Konradsbrekku.
Tað kostaði 10 oyru at
sleppa inn.
Var abbi Thorstein
Petersen
Enok giftist í 1858 við
Anna Cathrina Jacobina
Poulina Kjærgaard (1831-
1871) fødd í Keypmanna-
havn. Pápin var dani, men
mamman
var
Maren
Margretha Jacobsdóttir úr
Havn. Hon var fødd í 1798
og doyði í Havn í 1845.
Tey fingu fýra børn. Um-
framt Christian vóru tað
Helena f. 1866 og Valborg
f. 1868, gift við Thomas
Juul Petersen úr Klaksvík.
Hann var sýslumaður og
tingmaður. Ein sonur teirra
var
kendi
politikkarin
Thorstein Petersen. Yngsta
barnið Maren Margrethe f.
1871, doyði dagin eftir, at
hon var fødd. Hon er grivin
saman við foreldrunum.
Tveir smáir synir Christ-
ian Bærentsen, Erik og
Viggo, eru grivnir í gamla
kirkjugarði. Tí fara vit seinni
at umrøða pápa teirra.
Keldur:
Hans J Debes: Nú er tann
stundin….
Viggo Christiansen:
Ættaryvirlit
Ásla Húsgarð: Myndir
Enok Bærentsen:
Politikkari og pápi einasta
føroyska amtmannin
Tað er heilt fitt at politiskari søgu í gamla kirkjugarði. Ein av teimum er Enok Daniel
Bærentsen, sum vit fara at umrøða í hesi grein
Komandi partur:
Í komandi parti fara vit
at greiða Húsagarð og
Eliesar Jacobsen, sum
var ættaður haðani.
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Enok bygdi Gamla Danmark í Konradsbrekku. Soleiðis sær
húsið út í dag
ENOK DANIEL
BÆRENTSEN
F. 3-1-1831
D. 19-8-1900
ANNA CATHRINE
JACOBINE POULINE
FØDT KJÆRGAARD
F. 6-10-1831
D. 18-5-1871
MAREN MARGRTEHE
BÆRENTSEN
F. 16-5-1871
D. 17-5-1871
Enok og konan Anna Katrina Jacobina Poulina
Enok var ættaður av Sundi