hósdagur 23. oktober 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 204 - 23. oktober 2008
Stutt Sagt
Al Fayed
sagdur vera
ov næskur
Ríkmaðurin Mohamed al
Fayed, sum eigur tað kenda
Harrods-handilhúsið
í
London, var í gjár til av-
hoyringar hjá løgregluni,
tí hann er meldaður fyri at
hava borið seg ósømiliga
at ímóti einari 15 ára gaml-
ari gentu. Við sær hevði
hann ein sakførara.
Tíðindastovan
Sky
skrivar, at Mohamed al-
Fayed slapp aftur til hús
aftan á avhoyringina, men
løgreglan hevur kortini
boðað frá, at kanningarnar
í málinum halda fram. Løg-
reglan vil ikki siga, hvat
fyri ósømiligan atburð
tann kendi handilsmaðurin
skal hava brúkt. Hon sigur
bara, at talan er um ein til-
burð, sum var fyri fimm
mánaðum síðani.
Bretska blaðið Daily
Mail sigur seg hava fingið
at vita frá sínum keldum,
at Mohamed al-Fayed er
meldaður fyri kynsligan
ágang ímóti teirri 15 ára
gomlu gentuni. Blaðið
skrivar, at gentan hitti al-
Fayed
inni
í
handli
hennara í mai, og at hann
bað um telefonnummar
hennara. Sambært blaðn-
um hittust tey seinni, og
tá skal al-Fayed hava verið
ónærisligur ímóti henni,
skrivar Daily Mail.
Mohamed al-Fayed var
pápi Dodi al-Fayed, sum
var unnusti Dianu prin-
sessu, og sum doðyi sam-
an við henni í ferðslu-
vanlukkuni í París.
Fossar hava
stóran áhuga
Næstan hálv onnur millión
fólk hava verið og hugt at
fýra fossum, sum íslendski
listamaðurin Ólafur Elías-
son hevur gjørt í East Riv-
er í New York. Sambært
býarmyndugleikunum
hava teir nógvu áskoðarar-
nir lagt umleið 70 milliónir
dollarar eftir seg.
Teir fýra fossarnir eru
tað størsta listarverkið,
sum kommunan í New
York hevur latið gera, og
borgarstjórin í býnum,
Michael Bloomberg, sigur
við fjølmiðlarnar, at verk-
ætlanin hevur roynst betur
enn væntað. Upprunaliga
roknaði kommunan við, at
áskoðararnir fóru at legja
einar 55 milliónir dollarar
eftir seg, men tað talið er
sum nevnt væl størri.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Í 2004 fekk Bush stuðul frá ríkum oljumonnum.
Ta hjálpina fær McCain ikki, og tað svíður
amerikanskt blað
útlond
Í eina viku hevur tropiskt ill-
veður herjað miðamerik-
onsku londini Costa Rica,
Honduras, Guatemala, Nic-
aragua og El Salvador.
Myndugleikar og hjálpar-
fólk siga, at minst 39 fólk
eru deyð í illveðrinum. Næst-
an 10.000 hús eru oyðiløgd,
og umleið 250.000 fólk eru
vorðin
heimleys. Veður-
menninir siga, at illveðrið er
tað ringasta í Miðamerika
síðani
tropisku
ódnina
Mitch, sum herjaði leiðirnar
í 1998, og sum kravdi
næstan 20.000 mannalív.
250.000 gjørdust heimleys
í illveðri
Barrack Obama hevur
lagt seg á odda í fýra
av fimm fyrrverandi
republikonskum
statum
Sambært einari nýggjari
meiningakanning hjá sjón-
varpinum CNN er Barrack
Obama framman fyri John
McCain í statunum Nevada,
North Carolina, Ohio og
Virginia. Felags fyri hesar
statirnar er, at í 2004 vann
republikanarin George W.
Bush í øllum fýra.
CNN sigur, at eydnast tað
Obama at vinna í teimum
fýra statunum og teimum
statunum, sum floksfelagin
hansara John Kerry vann í í
2004, vinnur Obama forseta-
valið 4. november.
Eftir kanningini hjá CNN
er Obama millum 5 og 13
prosentstig frammanfyri í
Nevada, millum 4 og 7 pro-
sentstig í North Carolina og
Ohio, og í Virginia er hann
millum 7 og 12 prosentstig
framman fyri McCain. Í
West Virginia er McCain
frammanfyri við millum 7
og 12 prosentstigum. Her
vann George W. Bush við
13 prosentstigum fyri fýra
árum síðani.
Sjónvarpið Fox ger eina
landsumfatandi meininga-
kanning um dagin, nú valið
nærkast, og eftir teirri nýggj-
kastu er Obama 9 prosent-
stig framman fyri McCain
við 49 prosentum ímóti 40.
Tað samsvarar rættiliga væl
við eina tilsvarandi kanning
hjá sjónvarpinum NBC og
blaðnum Wall Street Jour-
nal, tí hon gevur Obama 52
prosent og McCain 42. Hin-
vegin vísir ein kanning hjá
tíðindastovuni
AP,
at
Obama er bara eitt prosent-
stig frammanfyri.
Obama á odda í
fýra ivastatum
Fíggjarkreppan
rakar Eystur-
evropa meint
Fíggjarkreppan
hevur rakt fleiri lond
í Eysturevropa so
meint, at tey eru um
at fara av knóranum
Tað eru ikki bara bankar
og íleggjarar í ídnaðarlond-
unum, sum líða undir
fíggjarkreppuni. Í fleiri
londum í Eysturevropa
ger kreppan eisini um seg,
og í summum londum er
støðan so álvarssom, at
fáa tey ikki hjálp uttaneftir,
kann alt enda í ruðuleika
og húsagangi.
- Okkara gjaldoyra er
undir ógvusligum trýsti,
og okkurt má gerast fyri at
bjarga okkara búskapi,
segði ungarski forsætisráð-
harrin, Ferenc Karvalits,
tá hann í gjár boðaði frá,
at Ungarn hevur biðið
Altjóða Gjaldoyragrunnin
(IMF) um hjálp.
Beint
frammanundan
hevði ungarski tjóðbankin
hækkað rentuna 3,0 pro-
sentstig upp í 11,5 prosent
fyri at verja landsins gjald-
oyra.
Í Hvítarusslandi hevur
tjóðbankin havt samband
við IMF um hjálp, og í
Ukraina væntar stjórnin at
fáa játtandi svar frá IMF í
næstu viku upp á eina
umsókn um hjálp.
Fíggjarkreppan
hevur
eisini rakt Russland meint,
men Igor Shuvalov, vara-
forsætisráðharri, sigur við
Financial Times, at viður-
skiftini í bankakervinum
eru við at koma aftur í
rættlag. Hann ásannar, at
rentan er í hægra lagi,
men sigur, at hon er á veg
niðuraftur, og at bankarnir
aftur eru sinnaðir at fíggja
vinnulívið.
- Men tað fer at taka
tvær ella tríggjar vikur,
áðrenn alt kemur í rættlag,
sigur Shuvalov við bretska
blaðið.
Barrack Obama er á odda í teimum flestu kanningunum
Mynd: Polfoto)