fríggjadagur 3. mars 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 44 - 3. mars 2000
Heimsins besta
neytakjøt
• Onki kraftfóður
• Onki antibiotika
• Ongin hormonviðgerð
• Ongantíð staðfest neytaøði
Angus úr New Zealandi:
Angus neytini í New Zealandi ganga úti alt árið. Kanningar hava víst, at
hetta neytakjøtið er sera ríkt í proteinum. Somuleiðis er innihaldið av fiti
í kjøtinum lágt og harvið gott hjá fólki, ið hava lyndi til ov nógv kolesterol.
Feska kjøtið kemur beinleiðis úr New Zealandi og hevur ikki verið fryst.
Hetta er nakað av tí, ið ger new zealendskt neytakjøt til heimsins besta.
New zealendska kjøtið fæst bert í Miklagarði og Bónus og er merkt
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Spennandi tíð
fyri framman
Samferðslan órógvað
Neyðugt var at
steingja ávís
vegastrekki av
illveðrinum í
gjár. Eisini varð
samferðslan á
sjógnum órógva
JOHN JOHANNESSEN
Í gjár var rættuligt illveður
kring landið. Nógvur vindur
var av landssynningi og
eystri. Eisini kavaði illa
nógvastaðni og jarðrok var
á flestu vegastrekkjunum
millum bygda.
Hetta hevði við sær, at
samferðslan gjørdist heldur
óreglulig. Neyðugt varð at
steingja vegin til Vest-
manna, tí har reyk so illa,
og ringt var hjá kavarudd-
arunum hjá Landsverkfrøð-
inginum at halda vegin rein-
an fyri kava.
Fleiri bilar fastir
Fyrrapartin í gjár stóðu
fleiri bilar, sum vóru farnir
avstað áðrenn vegurin varð
stongdur, fastir á vega-
strekkinum til Vestmanna.
Men
maskinurnar
hjá
Landsverkfrøðinginum
vóru skjótar at koma fólku-
num til hjálpar, so av hesum
stóðst eingin vandi.
Ikki var koyrandi til Gjáar
og Oyndarfjarðar megin-
partin av degnum í Gjár.
Har bar illa til at grava, tí
tað reyk so illa.
Leiðirnar 400, 100 og 703
við síðuleiðum vórðu av-
lýstar tíðliga gjáramorgun-
in, og tá Sosialurin tosaði
við SL á middegi í gjár var
ikki vist, nær leiðirnar fóru
aftur at koyra.
Smyril seinkaður
Smyril hevði ein heldur
drúgvan túr úr Suðuroynni
gjáramorgunin. Hann skuldi
fara av Drelnesi klokkan
sjey, men av tí, at bíðað var
eftir, at Hoyvíkingur kom
inn á Tvøroyri við sjey
monnum, ið skuldu til
Havnar, fór hann ikki avstað
fyrr enn tjúgu minuttir
seinni.
Orsakað av ringa sjógv-
inum og mótrákinum var
neyðugt hjá Smyrli at fara
vestur um Sandoynna. Tí-
skil gjørdist túrurin heldur
drúgvur, og var skipið ikki
á Havnini fyrr enn klokkan
hálvgum ellivu, hálvanann-
an tíma seinkaður.
Hóast ringa veðrið í gjár,
helt Smyril fram at siga eftir
vanligu ferðaætlanini.
Flogferðslan reglulig
Hóast ringa verðið var flog-
ferðslan so at siga reglulig
allan dagin. Maersk flogfar-
ið lendi sum væntað klokk-
an ellivu fyrrapartin og fór
av stað aftur til vanliga tíð.
Flogfarið hjá Atlantsflog
valdi at útseta fráferð sína
úr Vágum til øll tey mongu
ferðafólkini, sum stóðu føst
á veg til Vestmannar, vóru
komin á flogvøllin.
Tá vit tosaðu við kunn-
ingardiskin á flogvøllinum
í gjár, var nógvur vindur og
rok. Men ætin til at fara á
flog og til at lenda var góð.
Heldur ikki bilti at halda
flogvøllin reinan.
BERGITTA JOENSEN
vaskarífyristøðukvinna, vanliga nevnd Gitta
Klaksvík, ættað av Hellunum, andaðist týsdagin
29. februar á Klaksvíkar sjúkrahúsi, 78 ára gomul.
Farið verður úr kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi
heim í Christianskirkjuna fríggjadagin hin 3. mars
kl. 18.
Jarðarferðin verður úr kirkjuni leygardagin 4. mars
kl. 13.00.
Tey, ið vilja minnast Gittu, kunnu geva eina gávu
til KFUM & K í Klaksvík, konto í Norðoya Spari-
kassa.
Fyri tey avvarðandi
Martin og ommubørnini
✝
Ringa veðrið gjørdi, at Smyril varð seinkaður á ferðini úr
Suðuroy og norður til Havnar fyrrapartin í gjár
Danskt neytakjøt av
føroysku hillunum
Eftir at neytaøði er funnin í donskum neytakjøti, hevur Heilsufrøðiliga Starvs-
stovan givið forboð móti at selja danskt neytakjøt í Føroym
JOHN JOHANNESSEN
Loyvt er nú ikki at selja
danskt neytakjøt í Føroyum.
Hesi boð sendi Heilsufrøð-
iliga Starvsstovan út, eftir
at hon hevði fingið boð frá
danska Fødevaredirektorat-
et um, at tilburðir av neyta-
øði vóru funnir í Danmark
og, at Fødevaredirektoratet
hevði givið boð um, at
danskt neytakjøt skuldi tak-
ast av hillunum í donsku
handlunum.
Heilsufrøðiliga Starvs-
stovan boðar í skrivi til før-
oyskar fjølmiðlar frá, at hon
við heimild í løgtingslóg um
matvørur hevur sett forboð
TANN 17. mai fer uttan iva at gerast ein
minniligur dagur í føroyskari vinnusøgu.
Henda dagin gongur freistin út hjá olju-
feløgum at søkja um loyvi at leita eftir olju
og gassi á landgrunninum. Tá 1. útbjóð-
ingin varð latin upp 17. februar boðaði
landsstýrismaðurin í oljumálum frá, at
umsóknir til 1. útbjóðingina skulu vera inni
um tríggjar mánaðir. Soleiðis sum tað
ljóðar, tykist áhugin hjá feløgunum fyri at
vera við í útbjóðingini at vera stórur. Treyt-
irnar, sum tingið hevur álagt oljufeløgunum
at lúka fyri at sleppa at bora á landgrunn-
inum, hava eftir øllum at døma ikki vera
ræðandi fyri feløgini. Men enn er tó ov
tíðliga at siga nakað, um hvussu stórur
áhugin verður. Vit vita tó, at okkara olju-
myndugleikar fegnir síggja so nógv feløg
sum gjørligt. Herfyri segði løgmaður seg
eisini vóna, at mong oljufeløg fóru at søkja.
Tí tess fleiri søkja, tess størri verður kapp-
ingin, og harvið skuldi tað so eisini verið
betri møguleiki fyri at fingið eina rímuliga
góða og gjøgnumførda leiting, sum so
aftur kann hava við sær, at olja ella gass
verður funnið.
MILLUM mongu feløgini verða eisini tvey
føroysk oljufeløg, Føroya Kolventi og At-
lants Kolvetni. Í gjár frættu vit so, at Før-
oya Kolvetni hevur brotið upp armar og
hevur víðkað sítt samtarv til eisini at fevna
um norskar oljuveteranar. Tríggir av frem-
stu serfrøðingunum hjá Saga Petroleum
við stórum innliti í nettupp Føroyaøkið,
hava gjørt eina alliansu við Føroya Kol-
vetni. Frammanundan hevur felagið alli-
erað seg við bretska Dana. Ætlanin er at
fara inn í 1. útbjóðing sum veruligt olju-
felag og taka á seg ein rímuliga stóran
vága og harvið eisini skapa umstøður fyri
einum avkasti, sum verður hareftir. Hitt
føroyska oljufelagið er bygt upp eftir einum
øðrum leisti. Meðan Føroya Kolvetni bæði
loyvir føroyskum og útlendskum íleggj-
arum, so skulu partaeigarar í Atlants Kol-
vetni verða føroyingar. Eisini hevur hetta
felagið eina aðra støðu til vága og avkast.
Vit skulu ikki her siga, hvør formurin er
tann rætti ella betri, bert siga, at tað er
gott, at vit hava fingið tvey føroysk olju-
feløg, sum vilja vera við í komandi út-
viklinginum. At vit ikki fingu eitt alment
oljufelag á hesum sinni skal eisini liggja
her. Men rætt er at taka spurningin aftur
til umrøðu, tá vit hava lært av royndunum
frá 1. útbjóðing og vit møguliga hava fingið
prógv um, at okkara undirgrund goymir
stórar nøgdir av olju. Vit ynskja teimum
báðum privatu føroysku oljufeløgunum
góða eydnu í royndunum at koma sær
uppí eina komandi oljuvinnu.
fyri sølu av T-bone steak,
oksaháryggi,
entrecote,
oksatunnsteik, oksatjúkk-
steik og oksatjúkktarmi, all-
ar av donskum uppruna.
Fólk, ið eru í iva um vør-
ur, tey hava keypt, kunnu
spyrja seg fyri í handlunum
og møguliga sleppa at lata
vørurnar inn aftur. Heil-
sølurnar í Danmark hava,
sambært Fødevaredirektor-
atet, skyldu at taka vørurnar
inn aftur.
Neytakjøti hjá slaktaranum í SMS er newzealandsk, og tí
er eingin vandi við at keypa hetta kjøti. Mynd: Jens Kr.