fríggjadagur 3. mars 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 44 - 3. mars 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 44 - 3. mars 2000
...vit søkja eftir 20 ungum kvinnum og monnum, ið skulu mynda føroyska
fiskivinnu komandi árini.
Eitt sindur um teg
Tú ert púra vitandi um, at Føroyar hava brúk fyri tær. Tað sæst ikki á
skræðuni, men tú hevur eitt brennandi ynski um at taka lut í at ávirka
framtíðina í Føroyum.
Eitt sindur um okkum
Vit bjóða eina spennandi útbúgving, ið tekur støði í veruleikanum. Tað, tú
lærir, kanst tú brúka, og tey, ið undirvísa, eru fólk í lyklastørvum í føroysku
fiskivinnuni.
Fiskivinnuskúlin bjóðar tvinnar útbúgvingar
!2 ára vinnurættað útbúgving (AIF), ið gevur beinleiðis atgongd til
arbeiðsmarknaðin ella tøkniligar útbúgvingar á matvøruøkinum.
!3 ára yrkisgymnasial útbúgving (HIF). At ein útbúgving er yrkisgymnasial
merkir, at hon gevur atgongd til hægri útbúgvingar.
Ring 424573 og bið um umsóknarblað.
Fiskivinnuskúlin í Vestmanna
Postrúm 96 - 350 Vestmanna - Tlf. 42 45 73/42 44 96 - Fax 42 44 28
www. fiskvest.fo - Teldupostur: fiskvest@fiskvest.fo
stephanssons hús
Skúlaútbyggingin samtykt
Fuglafjarðar Býráð samtykti týskvøldið at fara undir fyrsta byggistig og at
fara undir at projektera annað byggistig av útbyggingini av skúlanum. Henda
ætlan er mett at kosta knappar 14. mió. krónur
SVEINUR TRÓNDARSON
Í blaðnum í gjár skrivaðu vit um
ætlanirnar at byggja út skúlan í
Fuglafirði.
Henda ætlan var fyri á býráðsfundi
týskvøldið og har samtykti býráðið
at fara undir fyrsta byggistig av ætl-
anini. Eisini varð samtykt, at fara
undir detailprojekteringina av øðrum
byggistigi av útbyggingini.
Ætlanin kemur at kosta knappar 14
mió. krónur, men verður ikki gjørd
eftir einum ári. Kommunan er heft at
íløguloftinum
hjá
Fíggj-
armálastýrinum og fyri fuglfirðingar
er loftið sett til góðar 5 mió. krónur.
Stór ætlan
Útbyggingarætlanin fyri skúlan er
annars ikki so lítil.
Øll ætlanin sum hon er, er mett at
kosta góðar 50 mió. krónur, og tað
voldi eisin til eitt sindur av orðadrátti
á fundinum.
Einki áramál var sett fyri samlaðu
útbyggingina og niðurstøðan hjá
býráðnum var, at tað var torført at
taka støðu til eina ætlan, sum liggur
so langt frammi í tíðini. Tí tók
býráðið bara støðu til teir báðar fyrstu
partarnar, sum eisini koma at tyngja
íløguætlanina hjá kommunni fleiri ár
framyvir.
Serstovurnar mangla
Býráðslimirnir vóru allir samdir um,
at útbyggingin er neyðug, tí skúlin,
sum hann er í dag, er illa fyri hvat
serstovum viðvíkur.
Hetta bøtir fyrsta byggistig upp á
og allir býráðslimirnir vóru samdir
um at farast skuldi undir hetta byggi-
stigið alt fyri eitt.
Næsta byggistig er at byggja
nýggja bygningin og tann gamla sam-
an við eini gongd, sum ikki er møgu-
lig at gera á annan hátt. Svimjihøll
Tað verður hesin parturin sum fyrst verður bygdur aftur at skúlanum í
Fuglafirði, og tað eru her serstovurnar eru
Gammeltoft-Hansen
heldur fyrilestur
Fólkatingsins umboðsmað-
ur fer at vitja í Føroyum í
næstu viku.
Hóskvøldið fer hann at
halda fyrilestur á Fiskirann-
sóknarstovuini.
Hans Gammeltoft-Han-
sen, sum er professari í rætt-
arvísund, fer at halda fyri-
lestur, sum hann kallar Om-
budsmandens funktion og
statsretslig placering.
Gammeltoft-Hansen hev-
ur verið umboðsmaður hjá
Fólkatinginum síðani 1987.
Ferðin í Føroyum er fyri-
skipað av Landsstýrinum,
Búskapar- og løgfrøðinga-
felagnum og Dansk Jurist-
og Økonomforbund, sum
halda skeið, har Gammel-
toft-Hansen er boðin við.
Hann hittir eisini løg-
tingsnevndina, sum er sett
at viðgera ein Løgtingsins
umboðsmann, nú hann er í
Føroyum.
ek
Tingmaður vorðin
formaður fyri LFÚ
Jákup Sverri Kass, tingmað-
ur, er vorðin formaður fyri
LFÚ, sum er felagsskapurin
hjá føroyskum lesandi.
Hetta var greitt eftir eyka-
aðalfundin í síðstu viku.
Har varð nýggj stjórn vald,
og tey, sum nú eru í stjórn-
ini, eru: Jákup Sverri Kass,
formaður, Brandur í Funn-
ingsstovu, næstformaður,
Sigfríður
Abrahamsen,
kassameistari, Eyðna Jen-
sen, skrivari, Harriet Poul-
sen, mentanarleiðari, Niklas
Winther og Edvard á Hóla-
lagnum.
Endamálið hjá LFÚ er –
óheft av partapolitikki og
átrúnaði – at virka fyri góð-
um samstarvi millum allar
føroyingar, sum eru í út-
búgving.
Limaskap í LFÚ kunnu
øll tey lesandi fáa, ið hoyra
til eitt næminga- ella lær-
lingafelag, treytað av at
hetta næminga- ella lær-
lingafelag er limur í LFÚ.
ek
Nyrup hevur sett
nýggjan stjóra
Ministarasekreteriatið hjá
danska
forsætismálaráð-
harranum, Poul Nyrup Ras-
mussen, fær 1. apríl nýggjan
stjóra.
Talan er um 36 ára gamla
Bo Jeppesen, ið hevur verið
redaktørur á donsku sjón-
varpsstøðini TV2-Nord.
Bo Jeppesen er útbúgvin
cand. scient. pol. og hevur
fyrr verið politiskur tíðind-
amaður á Berlingske Tid-
ende og á tíðindaredaktión-
ini hjá TV2. Harafturat hev-
ur hann verið tíðindaskriv-
ari hjá fólkatingsbólkinum
hjá Det Radikale Venstre og
kunningarráðgevi í danska
vinnumálastýrinum.
jojo
og fimleikahøll eru í bygninginum,
sum gongur oman ímóti nýggja
bygninginum, sum verður bygdur í
niðaru síðu og tí verður neyðugt at
gera ein bygning, sum bindur hesar
báðar partarnar av skúlanum saman.
Restina av verkætlanini vildu limi-
rnir ikki taka støðu til, tí teir meta
sum sagt, at hon liggur ov langt
frammi í tíðini.
Fotoframsýning í
Norðurlandahúsinum
Fotoklubbin »Ljósálfar« er
ein lítil klubbi við limum,
sum hava áhuga í at foto-
grafera. Klubbin ynskir
somuleiðis at útvikla sans
og val av motivum, soleiðis
at skilja, at tað at fotograf-
era eisini kann roknast upp
í list.
Tá ið limirnir í »Ljósálf-
um« koma saman, tosa teir
um ymsar spurningar, sum
snúgva seg um at fotograf-
era, hyggja at fotomyndum
ella ferðast á fotoferðum,
viðhvørt á longri ferð og
viðhvørt á styttri.
»Ljósálfar« hava luttikið
á framsýningum bæði innan
og uttanlands einsamallir
ella saman við øðrum. Teir
hava havt samstarv við út-
lendskar fotografar, hjálpt
teimum við at leggja ferðir
til rættis, virkað sum leið-
beinarar og hjálp upp á
ymsar hættir.
Vilja vísa myndir
»Ljósálfar« halda, at Føroy-
ar eru eitt ógvuliga áhuga-
vert stað fyri fotografar, og
hav aoyggjarnar nógv vøkur
motiv. Tí fóru 5 Ljósálfar
til Føroyar á fotosafari.
Teir ferðaðust ymsa-
staðni, teir 14 dagarnar teir
steðgaðu í Føroyum. Ferðin
fekk heitið »Færeyar 99« og
varð endamálið, at hvør av
teimum 5 tulkaðu sítt sýn
upp á oyggjarnar í myndum.
Nú vilja teir fegin vísa,
hvat ið kom burtur úr og
vilja fegin vísa fotomyndir-
nar á framsýningum í Før-
oyum, Íslandi, Álandi og
Svøríki.
Nordisk Kulturfond hev-
ur stuðlað tiltakinum.
Vánalig koyrilíkindi
Koyrilíkindini hava verið stak vánalig
kring alt landið seinastu dagarnar.
Fyrradagin førdi hetta til, at hesin
bilurin hjá varda verkstaðnum Stíggi
í Runavík fór út av smala vegnum til
Skála.
Fimm fólk vóru í bilinum, og fekk
eitt teirra so mikið stóran skaða, at
viðkomandi varð fluttur á Lands-
sjúkrahúsið. Hesin livir væl eftir um-
støðunum.
Í ringa kavaverðrinum í gjar hendu
fleiri smærri ferðsluóhapp kring tað
mesta av landinum, og eisini stóðu
fleiri bilar fastir í kavanum omanfyri
Kvívík.
Løgreglan í Eysturoynni fráráddi í
gjár fólki at koyra, tí líkindini vóru
so út av lagi vánalig.
jojo
Eitt fólk varð flutt á Landssjúkrahúsið, tá bilurin hjá varda verkstaðnum Stíggi fór út av . Mynd: Hallur Hansen