fríggjadagur 3. mars 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 44 - 3. mars 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 44 - 3. mars 2000
Ov lítið av peningi til
eini 80 fulltíðarstørv
ÁKI BERTHOLDSEN
–Vit fara ikki at góðtaka, at
tær lønarhækkingar, vit
hava samráðst okkum fram
til, skulu gerast eitt slag í
nakkan á okkum seinni við
uppsagnum og privatiser-
ingum sum avleiðing.
Formaðurin í Starvs-
mannafelagnum heldur, at
tað er okkurt „ravruskandi
galið“, við tí førda politikk-
inum, sum hann sjálvur
málber seg.
Tað, sum hann sipar til,
er tað, sum er hent, síðani
limirnir í Starvsmannafel-
agnum fingu lønarhækking
í fjør. Og hann heldur, at
gongdin er so mikið álvar-
slig, at tað kann ikki fara
afturvið borðinum óátalað.
– Vit avtalaðu eina lønar-
hækking upp á 6,5%. Men
nú fíggjarlógin fyri 2000
verður løgd fram, er alt ov
lítið sett av til tær avtalaðu
lønarhækkingarnar.
Gunnleivur Dalsgarð sig-
ur, at ein grannskoðari hev-
ur roknað út fyri Starvs-
mannafelagið, at ov lítið er
sett av á fíggjarlógini í ár,
svarandi til eini 80 fulltíð-
arstørv.
Á
aðalfundinum
hjá
Starvsmannafelagnum um
vikuskiftið, fanst formað-
urin hvassliga at hesi
mannagongdini hjá lands-
stýrinum.
–Lønarhækkingarnar er
eitt av teimum tølunum,
sum vit heilt neyvt kunnu
meta um, so tað er heilt ó-
fatiligt, at hetta ikki verður
sett á fíggjarlógina og at
landsstýrið heldur velur at
skapa
ótryggleika
við
møguligum
uppsagnum
sum avleiðing, sigur Gunn-
leivur Dalsgarð.
Hann sigur, at tá ið nýggj-
ar lønaravtalur verða gjørd-
ar, eigur tað at vera heilt
sjálvsagt, at tann neyðugi
peningurin verður settur av,
so at lønarhækkingin kemur
pørtunum til góðar.
– Men nú er vend komin
í, og tað hevur elvt til ó-
metaligar trupulleikar, ikki
minst, har uppsagnir longu
eru settar í verk, eitt nú í
heilsuverkinum.
Tvær orsøkir
Gunnleivur Dalsgarð sigur,
at tað kunnu vera tvær or-
søkir til at støðan er blivin,
sum hon er.
– Antin er talan um polit-
iskt dugnaloysi ella gá-
loysni í fíggjarmálastýrin-
um. Men um so er, átti tað
ikki verið ringt at tikið í
egnan barm og at rætta mis-
takið.
– Ella talan um eina mið-
vísa ætlan, har landsins stýr
hevur lagt seg á eina kós,
sum hevur til endamáls at
syndra tað samhaldsfasta
samfelagið og at slúsa sam-
felagsvirðini yvir til tað
privata vinnulívið at umsita.
– Og tað er alt, sum bend-
ir á, at hetta er leiðin, sum
ætlanin er at ganga.
Men Gunnleivur Dals-
garð sigur, at í hesum sam-
bandi spælir landsins stýri
ikki við opnum kortum, tí
er ætlanin at minka al-
mennu umsitingina, og at
skerja tað samhaldsfasta
samfelagið, skal tað viðger-
ast saman við Starvsmanna-
felagnum.
Hann sigur, at upp ígjøgn-
um nítiárini, tá ið samfel-
agið rapaði, vóru uppsagnir
dagligur kostur.
Men eisini nú verða fólk
ferð eftir ferð søgd upp av
spariávum, hóast dúgliga
verður reypað av, at allir
kassar eru so fullir, at tað
gongst nóg illa at fáa lokið
á.
–Nú tykist sum um spar-
ing er blivin ein góðkend
uppsagnargrund. Men tá ið
sparingarnar hava tað við
sær, at onnur skulu renna
skjótari, ella tað, sum verri
er, at almennar uppgávur
verða lætnar privatum at
røkja, er okkurt „ravrusk-
andi galið“, sum ikki kann
fara afturvið borðinum.
Hann sipar m.a til at regl-
urnar í sáttmálanum verða
ikki hildnar um, at starvs-
fólkið skal takast við uppá
ráð, tá ið broytingar henda.
– Og tað hendir við væl-
signilisi frá landsins mynd-
ugleikum.
Vandi á ferð
Formaðurin í Starvsmanna-
felagnum sigur, at tað tykist
sum um at privatisering og
útlisitering eru tvey hugtøk,
sum hava rættiliga góðan
byrð í løtuni.
– Ikki minst hava vit eitt
vinnumálastýrið, sum brúk-
ar at kalla alla sína politisku
og umsitingarliga orku til at
at draga almennar uppgávur
yvir til tað privata
Starvsmannafelagið hevur biðið Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, um fund, tí felagið heldur, at okkurt er
„ravruskandi galið“ Á aðalfundinum hjá Starvsmannafelagnum fanst formaðurin hvassliga at gongdini seinasti tíðina
–Endamálið kann vera leggja alment virksemi út til tað privata at skalta og
valta við og harvið at syndra tað samhaldsfasta samfelagið
–Fleiri stig eru longu tikin
á privatiseringsleiðini. Í
fyrsta umfari er tað gjørt
undir heitinum almenn
partafeløg. Men tað er
greitt, at endamálið er ein
beinleiðis privatisering.
– Vit halda, at hetta er
rætiliga álvarsligt, tí eftir
okkara tykki er endamálið
við hesum fyrst og fremst
at slúsa almennar uppgávur
yvir til tað privata, sum so
skal røkja tær við tí fyri
eyga at vinna pening burt-
urúr.
Gunnleivur Dalsgarð vís-
ir á, at tað ongastaðni verður
sagt, hvørjum hesar priv-
atiseringar annars gagna.
– Úr øðrum londum vita
vit, at avkastið fer ikki til
tænastuna, ella til starvs-
fólki, men beint í lumman
á teimum, sum standa fyri
hesum.
– Og dømi eru enntá um,
at øki í heilsuverkinum,
sum eru privatiserað, verða
beinleiðis misrøkt, sigur
Gunnleivur Dalsgarð.
Hava biðið um fund
Formaðurin í Starvsmanna-
felagnum sigur, at felagið
hevur biðið fíggjarmálaráð-
harran um fund um hesi við-
urskifti, men tað hevur ikki
eydnast enn.
– Vit vit eiga longu nú at
gera greitt, at hesin spurn-
ingurin verður tikin upp,
næstu ferð vit fara at sam-
ráðast um nýggjan sáttmála,
sigur Gunnleivur Dalsgarð.
EDVARD JOENSEN
Lækka vit áseyðatalið í Før-
oyum úr 75.000 niður í
55.000, kann úrslitið væl
gerast, at vit fá dupult so
nógv lomb, sum vit fáa í
dag. Hetta heldur Peder
Haahr, stjóri á Royndar-
støðini í Kollafirði.
Peder Haahr helt fyrilest-
ur á bóndastevnuni, sum
varð hildin á Hotel Vágum
seinasta vikuskifti. Har nam
hann millum annað við, at
føroyingar fáa alt ov lítið
burtur úr seyðahaldinum.
Hann metti millum annað,
at kjøtframleiðslan kann
vaksa munandi, um vit
hugsa øðrvísi, enn vit gera
í dag.
Í samrøðu við Tíðinda-
blaðið Sosialin sigur Peder
Haahr, at tað er einki revo-
lutionerandi hent innan før-
oyskt seyðabrúk seinastu
hálvu øldina. Til sammet-
ingar vísir hann á, at hjá
neytabøndum er mjólka-
framleiðslan tvífaldað síðan
1970.
Einasta stórhendingin í
seyðarøktini seinastu hálvu
øldina er tann, at vit eru
sloppin undan teimum fell-
unum, sum javnan raktu
landið. Tað hava vit gjørt
við at fóðra eitt sindur um
veturin.
Meira kjøt
Føroyingar mugu leggja seg
eftir at fáa meira kjøt burtur
úr seyðinum, sigur Peder
Haahr, stjóri á Royndar-
støðini. Vit hava ikki klárað
at lagt seyðahaldið um frá
ullaframleiðsluni, sum var
álitið í gomlum døgum, til
nakað meira lønandi. Og í
dag vil eingin síggja ullina.
Tað mesta verður beinleiðis
blakað burtur.
Peter Haahr vísir á, at út-
rokningar siga, at við at taka
áseyðatalið
í
Føroyum
20.000 niður, kunnu vit
vaksa kjøtsøluna einar 20
milliónir krónur.
Verður sama fóðurnøgd
givin til 55.000 seyðir, sum
vit í dag brúka til 75.000,
verða teir, sum eftir eru, væl
betri fyri. Samstundis eiga
vit at leggja okkum eftir at
betra um slagið og fáa fleiri
tvílembur. Alt í alt ber til at
fara frá 0,75 lambi pr. ær til
1,5 lamb pr. ær árliga, metir
hann.
Men tað krevur ávísar
broytingar í tí mynstri, vit
síggja í seyðarøkt í dag. Tað
ber til dømis ikki til,at bara
ein hagi tekur av. Tí so
kemur grannaseyðurin bara
inn á hagan ístaðin. Neyð-
ugt verður at hegna av, har
slíkar broytingar skulu ger-
ast.
Og við teimum mongu
føroysku ognarhøgunum er
eisini neyðugt við broyting
í hagalógini. Lógin, sum er
rættiliga gomul, sigur, at ein
meriluti av eigarunum skal
vera fyri at gera broytingar.
Men síðan lógin varð gjørd,
er nógv jørð arvað sundur í
petti, og tí eru nógvir eig-
arar til tað, sum kanska bara
ein var til, tá lógin varð
gjørd.
Møguleiki er tí fyri, at
fleiri eigarar í tali, sita við
einum lítlum parti av mark-
atalinum og sostatt kunnu
forða broytingum, um teir
ynskja tað.
Tøkni má til
Tað er kortini ikki nokk bara
at taka niður, hegna av og
fóðra betri, heldur Peter
Haahr. Hann sigur, at mið-
víst kynbótararbeiði skal
gerast, skulu vit fáa betri
úrslit av seyðahaldinum. Til
dømis at skilja tann feita
seyðin frá og fáa seyð við
meira kjøti enn feitti.
Tað kann gerast við
nýggjari tøkni. Seyðurin
verður rætt og slætt scann-
aður, sum gjørt verður við
einahvørja barnakonu í dag.
Scannarin verður settur á
tað livandi lambið, og funn-
ið verður fram til hvussu
nógv feitt, kjøt og so fram-
vegis er á kroppinum. Tað
feita verður so tikið frá, og
slept verður undan tí, sum
er kjøtut. Íslendingar hava
á hendan hátt vaksið væl um
meðalvektina eftir fáum ár-
um.
Men slík útgerð er sjálv-
andi ikki nakað, sum hvør
maður fer at liggja inni við.
Scannarin
kostar
fleiri
hundraðtúsund krónur. So
hugsandi kundi verið, at til
dømis Royndarstøðin fekk
ein, sum so ferðast varð runt
við um heystið, heldur Ped-
er Haahr.
Hann sigur, at alt hetta er
treytað av, at vit hava neyva
skráseting av seyðinum. Eitt
sonevnt seyðaeftirlit, eins
og vit hava havt neytaeftirlit
í fleiri ár. Tað krevur meira
arbeiði av teimum, sum eiga
seyðin. Bæði merking,
telduskráseting og so fram-
vegis. Men úrslitið fer helst
eisini at vísa seg, heldur
Peder Haahr.
Seyðatalið
eigur at
lækka
Ein háttur at betra um seyðahaldið í
Føroyum er rætt og slætt at taka
einar 20.000 áseyðir av, heldur
stjórin á Royndarstøðini
SVEINUR TRÓNDARSON
Føroya Banki almanna-
kunngerð roknskapin í dag
og hann vísir eitt yvirskot
upp á heilar 218 mió. krón-
ur. Tað er fjórða árið á rað,
at yvirskotið hjá Føroya
Banka er omanfyri 200
milliónir, og síðani bank-
arnir vórðu samanlagdir
hevur hann havt eitt avlop
upp á 1,5 milliardir eftir
skatt.
Stjórin vælnøgdur
Tað er sjálvsagt ein sera
vælnøgdur stjóri, sum legg-
ur roknskapin fyri 1999
fram fyri aðalfundin.
– Tað hevur eydnast okk-
um at reka bankan fyri ein
støðugt bíligari penga og
tað verður gjørt við einum
støðugt minni rentuavlopið,
sigur Jørn Astrup Hansen.
Umstøðurnar at reka
banka í dag eru munandi
øðrvísi enn tær vóru í áttati
árunum og tað sæst aftur
bæði á inntøkum og út-
reiðslum bankans.
Rentuinntøkurnar
hjá
bankanum - tað, sum bankin
livir av - eru minkaðar ár
undan ári. Tað merktist
kanska serliga væl í fjør, tá
rentan bankin fekk uttan-
lands, var lægri enn nakran-
tíð.
Hinvegin eru útreiðslur-
nar eisini minkaðar sam-
svarandi, so samanlagda
úrslitið av vanliga rakstri-
num er á leið tað sama, sum
tað var í 1998.
Stórar afturføringar
Tað, sum hevur sermerkt
roknskapirnar hjá Føroya
Banka seinastu árini, eru
tær stóru afturføringarnar av
áður avsettum skuldarum. Í
báðum bankunum vóru av-
settar 4 mia. krónur og av
teimum eru uml. 3,4 mia.
avskrivaðar. Av restini eru
nógv inntøkuført í rokn-
skapinum og tað hevur á-
virkað roknskapin tann
rætta vegin.
Hetta hevur við sær, at
eginognin hjá bankanum nú
er heilar 1.079 mió. krónur
og tað vil í stuttum siga, at
bankin er sera væl fyri.
Og hesin peningur er til
staðar, tí bankin hevur ein
sera góðan likviditet. Sam-
antalt er tøkið peningur
bankans meiri enn 1,75 mia.
krónur og tað vil í veru-
leikanum siga, at tað skal
eitt sera, sera álvarsligt
bakkast til, um bankin skal
fara av knóranum.
Lítil skattur
Hóast stóra avlopið hevur
bankin ikki goldið skatt,
sum svarar til yvirskotið.
Orsøkin til tað er, at bankin,
tá
avsetingarnar
vórðu
gjørdar, ikki dróg hann frá í
skattligu uppgerðini og tí-
skil ikki skal taka hann við
í skattligu uppgerðini nú.
Jørn Astrup Hansen sigur,
at tíðin hevur víst, at tann
avgerðin var røtt, tí annars
hevði skattabyrðan tart
nógv upp á tøka peningin
hjá bankanum.
Kortini er tað ikki so, at
peningurin »bara liggur« í
Føroya Banka, tí seinastu
árinin hevur bankin goldið
knappar 600 mió. krónur til
eigaran, sum er Landsstýr-
ið. Eisini í ár fær Lands-
Risayvirskot í
Føroya Banka
Fjórða árið á rað hevur Føroya Banki eitt yvirskot, sum er omanfyri 200 mió.
krónur. Og eins og undanfarin ár dryppar eisini væl í landskassan hesaferð
stýrið ein kekk frá banka-
num og í ár ljóðar hann upp
á 100 mió. krónur.
Vinnulívið á
rættari kós
Ein av høvuðsorsøkunum til
góða úrslitið hjá bankanum
er, at vinnulívið er komið á
rætta
leið.
Fiskivinnan
stendur seg væl og serliga
Fiskavirking, sum hevur lig-
ið sum ein kleppur hjá
bankanum, hevur fingið
vind í seglini.
– Tað sæst aftur á gongd-
ini á útlánuminnlánum, sum
eru vaksin við uml. 10 pro-
sentum. Meginparturin av
hesum vøkstri stavar frá at
vinnan ístaðin fyri at skylda
pening nú eigur pening til
góðar, sigur Jørn Astrup
Hansen.
Hetta hevur samstundis
eisini við sær, at útlánsváðin
hjá bankanum er nógv
minni enn hann var, bara
fyri fáum árum síðani.
Vit fara í næstu bløðunum
at gera meira við roknskap-
in hjá Føroya Banka.
– Tað hevur eydnast okkum at reka bankan fyri ein støðugt
bíligari penga, sigur Jørn Astup Hansen. Mynd: Álvur
Haraldsen
Nýggja læknamiðstøð
gerast alt fyri eitt
Tá tað kemur til læknahøli eru fuglfirðingar illa fyri. Tí avgjørdi býráðið at
fara undir at gera nýggj hølir til kommunulæknan í bygdini beinanvegin.
Ætlanin var at byggja, men tað ber ikki til og tí fer kommunan at leiga hølir
til endamáli í fyrsta umfari
SVEINUR TRÓNDARSON
Ein kommuna, sum Fugla-
fjørður, skal hava lækna-
hølir, sum søma seg, tí verð-
ur farið undir at gera nýggj
læknahølir í bygdini alt fyri
eitt.
Hetta var niðurstøðan av
býráðsfundinum í Fugla-
firði týskvøldið.
Verandi læknahøli eru frá
1946 og eru í so ringum
standi at tey mugu skiftast
beinanvegin.
Mugu leiga
Tá býráðið í Fuglafirði
gjørdi íløguætlan fyri 2000
vóru læknahølini við í ætl-
anini, men tey máttu víkja
fyri íløguloftinum.
Kortini varð ætlanin ikki
slept, tí ístaðin er umlegg-
ingin løgd sum ein rakstr-
arútreiðsla, sum kemur at
kosta kommununi uml. 1,5
mió. krónur.
Andstøðan fanst at, at tað
ikki var roynt at fáa lands-
stýrið at góðtaka eina bygg-
ing og harvið at fara upp
ígjøgnum íløguloftið, men
tað vildi samgongan ikki
hoyra talan um.
Hon vil hava hølini
beinanvegin, tí eftir hennara
tykki kunnu fuglfirðingar
ikki bíða eftir nýggjum
læknahølum.
Kommunan ger ein leig-
usáttmála við Føroya Banka
um at leiga miðhæddina í
teirra bygningi og fara í holt
við umvælingararbeiði so
skjótt sum tilber.
Hetta er mett at kosta
uml. eina millión og sjálvur
leigusáttmálin,
sum
er
gjørdur fyri tíggju ár kostar
kommununi knappar 50 tús-
und krónur um árið.
støðirnar kring landið
Í Gundadali
tel. 31 47 70
Í Kollafirði
tel. 42 10 83
Í Saltangará
tel. 44 91 33
Í Klaksvík
tel. 45 73 53
Í Sørvági
tel. 33 20 01
Í Leirvík
tel. 44 33 60
Í Skálafirði
tel. 44 12 00
VIKA 9
VIKA 9
1 EDtv
2 The Faculty
3 Wild Wild West
4 Når godtfolk kommer til byen
5 Familie Terapi
6 Arlington Road
7 Forces of Nature
8 Inferno
9 Kærlighed ved første hik
10 Runaway Bride
p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0
Runaway Bride
Sex Games