Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mars 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sekundini hava týdning Aldubáran spælir sær Teir skulu royna semju Meðan aldur og bárur leikaðu kring klettarnar í ódnarveðrinum í gjár, leikti og vandi manningin í Aldubárini m.a. »Hoyrdu tit havsins andalag« og nýggja verkið »Skýrák« í Listaskálanum. Í morgin er Várkonsert og sýning Mikudagin varð Trygdarmiðstøðin í Klaksvík tikin í nýtslu. Umboð fyri myndugleikar og stovnar vitjaðu og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, var millum teirra, ið leyp á bláman og tók lut í bjargingarroynd DAGFINN OLSEN Mikudagin varð nýggja Trygdarmiðstøðin í Klaksvík tikin í nýtslu. Innbodnir gestir vitjaðu og Jørgen Niclasen, Eyðun Berth Ja- cobsen, Jógvan við Keldu og leiðarin á Trygdarmiðstøðini, Marius Magnusson, hildu røðu. Jørgen Niclasen var eisini millum teirra, ið leyp á blám- an og lat seg bjarga av tyrlu. Hann svam saman við øðrum í ein gummibát, varð tikin upp av alibáti og síðani tikin upp av tyrluni hjá Atlantic Arirways. Sekundini – Okkum dámar væl og stað- ið er gott. Vit hava havt royndir fyrr og tað vísir seg, at støðin liggur væl fyri, sig- ur leiðarin, Marius Magnus- son, sum tó heldur, at enn er okkurt, ið skal fínpussast og tað vil so vera, tí alt er nýtt. Trygdarskeiðini hava hús- ast ymsastaðni í býnum, so tað kann ikki blíva verri, enn tað hevur verið, bert betri, metir leiðarin. – Vit stíla eftir at hava veruligar bjargingarroyndir við monnum. Ynskiligt er, at tyrlan tekur lut hvørja ferð. Tað lættir um. Í síðstu løtu er tað jú sekundini, ið telja, so vit stíla eftir einum sam- starvi við Atlantic Airways ella tyrlutænastuna, sigur Marius Magnusson. – Allir føroyingar, ið skulu burtur á sjógvin, skulu hava trygdarskeið. Eingin hevur loyvi at mynstra uttan, sigur leiðarin á Trygdarmiðstøðini. Taka einki frá nøkrum Ofta hevur verið frammi, at slík Trygdarmiðstøð tekur frá t.d. Brandskúlanum við Áir. – Vit eru ofta tvinnaðir saman. Men eg síggi skúlan við Áir, sum serkønan sam- starvsfelaga. Vit gera ikki tað, ið teir gera. Teir geva frálæru í eldi, meðan vit geva frálæru í nýtslu av bjarg- ingarútgerð umborð á skip- um, sigur Marius Magnus- son. – Trygdarskeiðið hevur eitt heilt ávíst pensum, har ein dagur er eldsløkking. Fyrr keyptu vit eina tænastu við Áir Tað vísti seg, at trongt var og ringt at koma framat. Ofta gekk long tíð, áðrenn vit sluppu framat og vit máttu laga okkum eftir teimum. Tí søktu vit um at kunna avvikla hend dagin sjálvir. Sjálvsagt er tað ein inntøkumissur fyri skúlan við Áir, men teir vóru til áðrenn vit, so ein kann kanska spyrja, hvørjum teir livdu av, áðrenn vit komu, sigur Marius Magnusson. Tveir mans Teir eru tveir mans, ið eru knýttir at Trygdarmiðstøðini í Klaksvík. Marius Magnusson er leið- ari og afturat honum er Niclas Hovgaard. Hann hev- ur áður undirvíst á Stavanger Maritime Skole og hevur royndir haðani Marius Magnusson hevur verið knýttur at Trygdarmið- støðini í tvey ár og hevur siglt úti. Báðir eru teir navi- gatørar. Jørgen Niclasen, lands- stýrismaður, var millum teirra, ið leyp á bláman og lat seg bjarga av tyrlu, tá Trygdarmiðstøðin í Klaksvík varð tikin í nýtslu mikudagin DAGFINN OLSEN Manningin í Aldubáruni er klár at leggja til brots. Fleiri teirra starvast í útlondum, men í gjár byrjaðu tey felagsvenjingarnar til Vár- konsertina í Listaskálanum, sum verður leygardagin. Tey, ið manna bólkin hesaferð eru Andrea Heind- riksdóttir, floyta, Anna E. Klett, klarinett, Jógvan Zachariassen, fagott, Sámal Petersen og Kanny Samble- ben, fiólir, Ólavur Jacobsen, guitar, Jóhannes Andreasen, klaver, Nikos Kapnas, bratsj. Fyri Páll Sólstein leikar Mads Munch á horn og á sello leikar Ib Hermann. Verkið Skýrák hjá Atla Petersen er bílagt til konsert- ina. Hetta er verk fyri øll ljóðførini, eins og eitt verk eftir Paula í Sandagerði er tað. Elsta verkið er eftir Kristian Blak og er frá 1993, tó nú í nýggjari útgávu. Hoyrdu tit havsins andalag hjá Sunleif Rasmussen verð- ur fyrstu ferð spælt í Føroy- um. Tað er áður spælt í Ís- landi. Tróndur Bogason eig- ur spennandi verk, ið er fyri violin og klaver, umframt ymisk ljóð, ið eru á bandi. Palli Hansen fær fyri fyrstu ferð instrumentala tónleik sín framførdan. Verkið nevnist Dropar og er fyri klarinett, fiól, guitar og sello. Aldubáran varð sett á stovn í 1995 og hevur um- framt at leika í Føroyum, eisini leikt í Danmark, Ís- landi, Álandi og Finnlandi. Fyri framman er m.a. inn- spæling av føroyskum verk- um. Aldubáran byrjaði í gjár at venja til Várkonsertina og sýningina, sum verður í Lista- skálanum leygardagin Mynd: Jens Kristian Vang Teir báðir Allan Skaalum og Rúni Heinesen fara í morgun á fund við Før- oya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið DAGFINN OLSEN Nýggju semingsmenni- nir, ið skulu royna at fáa Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag at nærkast hvør øðrum, eru Rúni Heinesen og Allan Skaalum. Allan Skaalum fór fyri stuttari tíð síðani frá sum stjóri í ALS og tók við sum stjóri á privatu fyri- tøkuni Repro-Z, ið m.a. fæst við at greiða tilfar til prentingar. Rúni Heinesen er stjóri á Tekniska Skúla í Klaksvík. Í morgun fara teir báð- ir at sessast við samráð- ingarborðið, saman við pørtunum. Semings- menninir hava longt sátt- málan í eina viku. Hann gekk annars út 1. mars. Eftir at fundirnir mill- um lønardeildina hjá Fíggjarmálastýrinum og Lærarafelagið ikki førdu til framstig ella glottar fyri framman, varð gjørt av at boðsenda semings- monnum. Tað eru nú Allan Skaalum og Rúni Heine- sen, ið sleppa at royna seg í hesum leiki. Rúni Heinesen og ... ... Allan Skaalum skulu royna seg sum semingsmenn 9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 44 - 3. mars 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 44 - 3. mars 2000 Sámal Bláhamar, stjóri í Toru Tourist: – Við trúgv rapaðu Jeriko múrar – Hóast Heri Niclasen ikki hevur útbúgving innan ferðavinnu, so hevur hann júst royndirnar, sum gera hann sera væl egnaðan til starvið, sum stjóri á Ferðaráðnum, sigur Sámal Bláhamar SVEINUR TRÓNDARSON Ein maður, sum hevur starv- ast í meiri enn eitt manna- minni í føroysku ferðavinn- uni, er Sámal Bláhamar. Hann hevur mangan verið frammi við atfinningum at framferðarháttinum hjá Ferðaráðnum og tí valdu vit at biða um hansara við- merkingar nú nýggjur stjóri er settur á ráðnum. – Eg eri ótrúliga fegin um, at Heri Niclasen er sett- ur sum stjóri á Ferðaráðn- um. Hann er tann persón- urin í føroysku ferðavinn- uni, sum at siga øll hava sæð upp til, tí hann hevur avrikað ótrúliga nógv og gott fyri vinnuna, sigur Sámal Bláhamar. Kendur og royndur Tað, sum Sámal leggur størsta dentin á, er, at talan er um ein persón, sum er bæði væl kendur og væl lýddur millum manna. – Hann hevur arbeitt í ferðavinnuni í ár og hevur hesa tíðina samstarvað so at siga við øllum teimum, sum eru í vinnuni í dag, bæði her heima og uttanlands, og hann er kendur fyri at duga sera væl at samstarva við øll, og tað fer at vera ein sera stórur fyrimunur í nýggja starvinum, sigur Sámal Bláhamar. Harafturat heldur Sámal Bláhamar tað hava sera stór- an týdning at maðurin hevur so nógvar praktiskar royndir. – Minst til, at hann hevur uppbygt marknaðardeildir- nar hjá bæði Smyril Line og Atlantsflog og tískil veit hann, kanska betri enn nak- ar hvussu slíkt tilfar, skal síggja út, sigur Sámal Blá- hamar og leggur afturat, at tað kunnu onnur í ferða- vinnuni fáa gleði av nú. – Hann veit hvussu fald- arar skulu gerast og kann koma við góðum og kval- ifiseraðum ráðum til teirra, sum eru í holt við slíkar æltanir. Og tað havi eg saknað hjá Ferðaráðnum higar til dags. Betri samstarv millum miðstaðin og økini Í greinini í blaðnum í gjár nam Heri við týdningin av at fáa samansjóða tiltøkini kring landið, soleiðis, at tað kann brúkast, sum ein góð- kenningarskipan av tiltøk- um. Henda tanka dámar Sám- ali væl, tí hann heldur, at tað verður arbeitt ov nógv í sjálvdrátti, sum støðan er nú. – Og tað er ein uppgáva, sum hann uttan stórvegis trupulleikar kundi loyst sjálvur, við teimum roynd- um hann hevur. Harafturat kemur tað at hava við sær, at vit fáa eitt betri samskifti millum miðstaðin og økini uttan um, og tað haldi eg er avgerandi neyðugt, sigur Sámal. Vitan av royndum Sámal Bláhamar sigur við Sosialin, at hansara meting av arbeiðinum hjá Ferða- ráðnum higartil hevur verið, at tað hevur verið arbeitt alt ov nógv eftir teorium, held- ur enn at byggja tær á prakt- isktar royndir. – Tað rokni eg við fer at broytast nú vit fáa ein mann í sessin sum byggir sína vit- an á praktiskar royndir. Tað er sum tað stendur í skrift- staðnum, at við trúgv rap- aðu Jereko múrar, sigur Sámal Bláhamar og leggur afturat, at vit í onkrum føri trúgva ov nógv upp á rætta útbúgving og gloyma tær praktisku royndirnar. – Men tær hava vit fingið nú, og eg gleði meg til sam- starvið, sigur Sámal Blá- hamar at enda. – Eg eri ótrúliga fegin um, at Heri Niclasen er settur sum stjóri á Ferðaráðnum, sigur Sámal Bláuhamar, stjóri á Toru Tourist SVEINUR TRÓNDARSON Fyri fýra árum síðani yvir- tók Vága Dansifelag tey so- kallaðu Beitishúsini í Mið- vági. Beitishúsini eru serliga kend fyri at vera barnaheim- ið hjá stóra skaldinum Mikkjali á Ryggi. Tá Dansifelagið yvirtók húsini, høvdu tey staðið tóm í fleiri ár, og tað sást eisini á standinum tey vóru í. Teim- um tørvaði eina kæra hond, og hana fingu tey frá Dansi- felagnum. Langtíðarætlan – Arbeiði við Beitishús- unum er ein langtíðarætlan, sigur Hervør Jørgensen, nevndarlimur í Vága Dansi- felag. – Ætlanin var, at gera alt arbeiði við sjálvbodnari arbeiðsmegi, men vit gjørdu av at arbeiði uttan skuldi ein timburmaður taka sær av. Hetta arbeiði er komið nokkso væl áleiðis, men enn manglar kortini tann eini endin at gera, so tað verður eitt tíðarbil enn áðrenn ar- beiði uttan verður liðugt. Men hetta er ikki nakað sum bilar, tí soleiðis var ætl- anin frá byrjan. Beitishúsini gerast til dansihøli Vága Dansifelag hevur seinastu fýra árini verið í holt við at umvæla Beitishúsini í Miðvági. Húsini skal felagið brúka at dansa í, tá dansað verður í Miðvági, og til smærri hugnakvøld, sigur Hervør Jørgensen, nevndarlimur Beitishúsini Húsini eru bygd í 1858 og eru næstelsta hús í Miðvági. Húsini í Kálvalíð eru tey einastu, sum eru eldri. Tey høvdu flagtekju í fyrstani, men tað hava tey ikki longur. Vakur urtagarður var kring húsini, men hann er tíverri farin við tíðini. Tað var Mikkjal á Ryggi, sonur Dánjal Paula í Búðini, á Velbastað, sum bygdi húsini. Hann hevði konu av Lofti í Sandavági, har hann búði í fýra ár, áðrenn hann bygdi Beitishúsini. Mikkjal var abbi navnframa skaldið, Mikkjal á Ryggi, sum var borin í heim í 1879. Staðið, húsini standa á, varð kallað í Beitinum og tí eita húsini Beitishúsini. Síðani Tyra í Beitinum flutti úr húsunum seinast í seksti árunum, hevur eingin búð fast í teimum, men tey hava verið leigað út til ymiskar leigarar. Seinastu árini áðrenn tey vóru latin Dansifelagnum, stóðu húsinin tóm. Hervør sigur, at tey ikki hava nakað yvirlit yvir hvussu nógv umvælingarar- beiðið kemur at kosta. Sambært kassameistara felagsins, Ingun Joensen, hevur felagið goldið 300 túsund fyri arbeiði, sum er gjørt higartil. Alt eginfíggjað Bæði Hervør og Ingun greiða frá, at alt arbeiði, sum er gjørt higartil og tað, sum skal gerast frarmyvir skal verða eginfíggjað. Nevndin í felagnum hevur gjørt av, at eingi lán skulu takast í sambandi við um- byggingina, og tað er sjálv- sagt viðvirkandi til, at ar- beiðið tekur langa tíð. – Higartil hevur tað eisini borið til at fáa pening til vega, greiðir Ingun frá. Peningastovnarnir hava stuðlað tiltakinum væl og harafturat hevur felagið gjørt ein Vágakalendara, sum fleiri og fleiri vágafólk ogna sær. – Hann gevur rættiliga fitt nú, men fyrstu árini kastaði hann ikki nógv av sær, sigur Ingun Joensen. Restin av peninginum er fingin til vega við innsavn- ingum ella tiltøkum, og tað hevur bara gingið væl, sigur hon. Ikki fæst tilhaldsstað Annars er ikki ætlanin, at Beitishúsini skulu vera fasta og einasta tillhaldsstaðið hjá dansifelagnum í oynni. Vága Dansifelag hevur góðar 200 limir úr allari oynni og tí verður ferðast bygd úr bygd at dansa. – Hesum fara vit at halda fram við, sigur Hervør. – Tað er ikki ætlanin, at vit skulu bara vera í Mið- vági, tí limirnir koma úr ymsum støðum av oynni. Men til serlig tiltøk fara vit at brúka húsini og so at dansa í tá vit eru í Miðvági, sigur hon at enda. Fakta um Hýsisá rennur skamt frá húsunum í Beitinum og tað var har Mikkjal á Ryggi í 1909 høgdi yrkingina »Í hoyna 1909«. Við tíðini var vatnið í ánni farið illa við yrkingini, men fyri nøkrum árum síðani var hon endurnýggja, og kann tí síggjast enn, á sama stað, sum hon upprunaliga var høgd í klettin. Borðlegging á tel. 317500 Sosialurin - 311820 Tel. 317500 Kostnaður EINANS kr. 98,- Vel Millum •ENSKAN BÚFF •FRANSKAN BÚFF •PIPARBÚFF FØSTULÁVINTS- TILBOÐ Á HOTEL FÖROYUM 3. og 4. mars