Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mars 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 44 - 3. mars 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 44 - 3. mars 2000 JAN MÜLLER Føroyska oljufelagið Før- oya Kolvetni leggur nú av álvara til brots í oljuvinnuni. Við tøkniligari vitan og royndum frá trimum fyrr- verandi Sagaveteranum æt- lar Føroya Kolvetni at royna seg í 1. útbjóðing á land- grunninum sum veruligt oljufelag, ið ætlar at átaka sær vága og harvið eisini at kunna fáa størri lut í einum møguligum avkasti. Í gjár boðaði felagið frá einum nýggjum samstarvi tað hevur tikið upp við tríggjar fyrrverandi serfrøð- ingar hjá norska oljufelagn- um Saga Petroleum, sum herfyri varð uppkeypt av einum øðrum norskum olju- felag, Norsk Hydro. Tað stóð teimum trimum Sagafólkunum í boði at fáa starv í Norsk Hydro, men tey vildu heldur royna sær eydnuna aðrarvegir. Og tað er nú í eini alliansu við Før- oya Kolvetni. Teir tríggir norðmenninir Hans Am- undsen, geologur, Dag Lar- sen, geofysikari og Terje Hagevang, geologur og stjóri hava stovnað felagið Sagex Petroleum, sum hevur sett sær fyri at vera við í eini komandi oljuleit- ing við Føroyar við m.a. ráðgeving innan leiting. Avtala í minsta lagið eit ár er gjørd við Føroya Kol- vetni, har teir tríggir koma at taka sær av tí tøkniligu síðuni í sambandi við 1. útbjóðing. Terje Hagevang kemur í nevndina í Føroya Kolvetni og er hann eisini settur sum leitingarstjóri hjá felagnum. Sjálvur var hann leitingarstjóri hjá Saga og hevur saman við hinum báðum fyrrv. starvsbrøðrunum staðið á odda fyri forkanningunum á Føroyaøkinum. Nettupp Saga Petroleum var eitt av teimum oljufeløgunum, sum var komið longst við kanningunum av Føroyaøkinum, og tí er greitt, at samstarvið við teir tríggjar oljuserfrøðingarnar vil tilføra Føroya Kolvetni bæði vitan og royndir, sum aftur kunnu vera av stórum týdning fyri luttøkuna hjá felagnum í 1. útbjóðing. Higartil hevur Føroya Kolvetni koyrt við lágum blussi. Samstarvsavtala er gjørd við enska oljufelagið Dana Petroleum um at fáa bygt upp felagið við tøkni- ligum know how umframt fíggjarligari ráðgeving. Nevndarformaðurin í Før- oya Kolvetni, Graham Ste- wart er eisini fíggjarstjóri hjá Dana. Bjartskygdur Terje Hagevang, sum hevur verið við í kanningunum á Føroyaøkinum frá byrjan er sera bjartskygdur og hevur góðar vónir um, at olja finst við Føroyar. Hann heldur eisini, at møguligar oljugoymslur eru ikki bert avmarkaðar til landssynn- ingshornið av landgrunnin- um, út ímóti kendu oljuleið- unum bretsku megin mark- ið. Jú meira tað verður leit- að, tess størri møguleikar Sagafólk skulu menna Føroya Kolvetni til veruligt oljufelag Føroyska oljufelagið Føroya Kolvetni skal nú til at virka sum eitt veruligt oljufelag, tvs. eitt felag, sum á jøvnum føti við útlendsk oljufeløg ætlar sær at taka á seg ein vága og harvið eisini hava møguleika at fáa eitt stórt avkast, um olja og gass verður funnið. Til tess at menna felagið innan fyri nýggju karmarnar er sáttmáli gjørdur við tríggjar fyrrverandi Sagamenn, sum hava drúgvar royndir og vitan frá nettupp Føroyaøkinum Útgangsstøðið hjá føroysku vinnuni vóru sluppirnar. Nú venda vinnulívsmenn sær móti nýggjum avbjóðingum í oljuni. Her er teami, sum skal fáa føroyska oljufelagið Føroya Kolvetni upp í ein sterkan oljubólk og harvið fáa felagnum loyvi til at bora á landgrunninum. Fv. Teitur Poulsen, Dag Larsen, Hans Amundsen, Niels Sørensen, Terje Hagevang og Graham Steward. Mynd Álvur Haraldsen. eru fyri at gera fund, og tí heldur Terje Hagevang, at tað sohvørt fara at verða gjørd fleiri fund á føroysk- um øki. Hann samanber At- lantsmótið við útviklingin í Angola. Har varð fyrst borað á grunnum vatni og sohvørt farið varð longur út á djúpt vatn og fleiri brunn- ar vórðu boraðir, vórðu fleiri fund gjørd. -Vit síggja Terje Hagevang metir fleiri møguleikar vera fyri at finna olju í eini leingjan, ið gongur í ein sunnan/norðan eitt nú eystur av Sandoyar og Suðuroyarbanka Nýggi bygnaðurin í Føroya Kolvetni. økini vestan fyri Hetland og so djúpa vatnið í føroyskum og bretskum øki sum ein paralell til Angola. Kann- ingar okkara vísa, at tað finnast fleiri onnur áhuga- verd øki á landgrunninum sigur Terje Hagevang og leggur aftrat, at hann gleðir seg at fara til arbeiðis aftur hjá einum føroyskum olju- felag, sum hann eisini hevur góðar vónir til. Uppí bólk Ætlanin er so at taka upp samstarv við onnur feløg, soleiðis at Føroya Kolvetni kann fara uppí ein av bólk- unum á føroyaøkinum, men hann leggur alstóran dent á, at luttøka teirra verður á jøvnum føti við onnur olju- feløg, sum átaka sær ein vága. -Vit miðja móti at taka millum 20 og 30% av vág- anum, og hetta krevur sjálv- andi, at vit eisini hava kapital at arbeiða við, og tað havi eg eisini góðar vónir um sigur norðmaðurin, sum longu hevur verið í sam- bandi við norsk áhugamál, ið vilja seta pengar í Føroya Kolvetni. Hann sigur, at í Noregi er møguleiki at finna sokallaðar „tungar“ íleggj- arar. Við at hava fleiri bein at standa á, tvs. íløgur gjøgn- um bretska felagið Dana, norska Sagex og so Føroya Kolvetni skuldi verið skapt eitt gott og trygt grundarlag. Ætlanin er at fara undir at tekna nýggjan partapening í Føroyum um ikki so langa tíð. Nils Sørensen, stjóri sigur, at teir hava gjørt eitt sokallað prospekt, har øll viðurskifti felagsins í sambandi við eina komandi útbjóðing verða umrødd. Í løtuni er prospektið ella verkætlanin til góðkenn- ingar í Fíggjareftirlitinum. Nils Sørensen vil ikki enn siga nakað um, hvussu nógvan partapening teir fara eftir í Føroyum, men æt- lanin er so at geva føroy- ingum møguleika at seta pengar í oljufelagið. Ver- andi partapeningur er uppá knappar 3 mill. kr. Ætlanin er annars at fara út eftir pengum, tá tørvur er á teimum. Sosialurin skilur, at upp- runaliga grundarlagið undir oljufelagnum verður broytt. Frá lutvíst at vera eitt íløgufelag verður Føroya Kolvetni hereftir eitt veru- ligt oljufelag við einum sterkum føroyskum identi- teti og øðrum. Mini Saga Men fyri at blíva eitt veru- ligt oljufelag, so er neyðugt at kunna fáa nokk av kapitali, og tí verða dyrnar eisini latnar upp til bæði Bretland og Noregs. Tað er ikki heilt av leið at siga, at endamálið hjá Føroya Kolvetni er at gerast eitt slag av einum mini Saga. Í mun til tey risastóru multi- nationalu oljufeløgini, ætlar Føroya Kolvetni at finna sær eina rók millum tey smærri oljufeløgini, sum í oljuverðini verða mett at hava stóran týdning, eitt nú tá farið verður undir at leita eftir olju og gassi í einum nýggjum øki. Nú verður tað so í fyrsta lagi eitt samstarv millum Føroya Kolvetni, Dana Pe- troleum og Sagex Petro- leum. Saman útgera hesi eina alliansu, sum hevur eitt týdningarmikið netverk til veitarar oo. Føroya Kolvetni fer so at senda umsókn til oljumyndugleikarnar um at vera við í 1. útbjóðing. Men hetta verður sum skilst saman við øðrum oljufelag/ feløgum. Sagex er ikki nakað oljufelag, men heldur eitt felag, sum hevur ekspertisu við leiting, ráðgeving ol. Teir tríggir stigtakararnir til felagið hava arbeitt við Føroyaøkinum seinastu 6 árini og vilja sleppa at halda fram við hesum arbeiði. Vórðu teir settir í starv hjá Norsk Hydro, sum keypti upp Saga, so er ikki vist, at teir komu at arbeiða við Føroyaøkinum. Tað vildu teir og valdu tí hesa nýggju leiðina. Teir halda tað held- ur ikki vera nakað skeivt í tí at brúka „Sagavitanina“ í nýggja felagnum, sum .a. gevur Føroya Kolvetni møguleikan at minka um kostnaðin í sambandi við keypi av seismikkdata, tí norðmenninir vita partvíst, hvat eir hava brúk fyri av data. Eisini við aðrastaðni -Tað at kunna vera við til at menna eitt føroyskt olju- felag haldi eg vera ein ómetaliga spennandi møgu- leika og ikki minst avbjóð- ing sigur Terje Hagevang. Føroya Kolvetni ætlar sær eisini at fylgja væl við, nær útbjóðingar vera í bretskum og norskum øki, tvs. felagið fer ikki bara at avmarka seg til Føroyaøkið. Hetta fer eisini at gera fel- agið uppaftur meira áhuga- vert fyri íleggjararnar. Teir fara so eisini at fylgja við, tá 2. umfar verður í før- oyskum øki, vónandi í ár 2002 ella 2003. Hvat viðvíkur 1. útbjóð- ing so kann Føroya Kol- vetni arbeiða saman við einum bólki í einum parti av landgrunninum, meðan tað í einum heilt øðrum parti kann samstarva við onnur feløg. Sostatt vónar Føroya Kolvetni at kunna koma uppí part, tá loyvini verða latin. Terje Hagevang roknar við stórum áhuga og heldur, at tað er ógjørligt at siga nakað nú, hvørji feløg koma at arbeiða saman og um hvørjar teigar. Hann leggur dent á, at Føroya Kolvetni vil vera eitt veruligt oljufelag, tvs. sum bæði torir og kann taka ein vága sum harvið eisini kann fáa ein rímuligan part av køkuni, um olja verður funnin. Hvørjar fyrimunir hevur so eitt felag sum Før- oya Kolvetni í eini útbjóð- ing kundi verið spurt. Terje Hagevang: -Her er talan um eitt føroyskt felag við innliti og royndum frá tí føroyska samfelagnum, har tað jú skal arbeiðast við leiting og framleiðslu. Fel- agið hevur gott samband við veitarar av vørum og tænastum her á staðnum. Og tað kundi verið áhuga- vert fyri aðrar bólkar. Men hetta er ikki nóg mikið sjálvandi, og her kunnu vit nú bjóða vitan og eksper- tisu, tí vit vita, hvar „god- bidene“ eru at finna. Vit hava eisini kapacitet og eks- pertisu til tess at kunna gera umsóknina, ikki minst tí, at teksturin í útbjóðingini er sum heintaður frá norsku skipanini. Nú umsókn skal latast inn og nýggjar seismiskar kann- ingar skulu gerast og neyð- ugt verður at útvega felagn- um meiri kapital heldur Terje Hagevang, at styrkin hjá felagnum er nettupp breiddin tvs. tú hevur góðar fíggjar- og ídnaðaríleggjar- ar, sum kunnu viga tungt. Í hesum sambandi eru eisini møguleikar fyri at fáa kompetansu frá fólkum við tilknýti til bæði reiðarívirk- semi, flótandi framleiðslu osfr. Brúkt verður modellið hjá DAna, sum er 5 ára gamalt og hevur virðið uppá 2. mia. kr. Roknað verður við 10-15 arbeiðsplássum innan 2til 3. ár. Oljuhoyring í kvøld JAN MÜLLER Orsakað av tí sera ringa veðrinum hóskvøldið varð eingin oljuhoyring í Út- varpshøllini sum ætlað. S u ð u r s t r e y m o y a r Tjóðveldisfelag, sum skipar fyri tiltakinum, hevur tí avgjørt at halda fundin í kvøld ístaðin. Evnið á fundinum er „Oljuríkidømi og samfelagslig árin“. Í einum paneli verða m.a. Herálvur Joensen, stjóri í Oljumálastýrinum og Kjart- Soleiðis sær alliansan út an Hoydal, stjóri í NORA. Eisini fer bóndin í Dímun at vera við. Teir báðir løg- tingslimirnir Henrik Old og Tórbjørn Jacobsen fara at seta spurningar. Fundurin verður kl. 19.30