fríggjadagur 3. mars 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 44 - 3. mars 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 44 - 3. mars 2000
Fríggjadagur 3. mars
Marna Jakobsen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva ÚTSJÓN
Fupp ella fakta
Við tvinnum útvarpsrásum afturat er
nógv broytt seinastu tíðina fyri tey,
sum hava hug og stundir at lurta, og
við hesum býðst so sanniliga nakað
fyri ein og hvønn smakk, ikki vist at
øllum dámar alt á øllum trimum rás-
um, og kanska serliga framburðar-
háttin, formin, men tað ber so til at
lurta seg fram, lesa skráir, velja og
vraka.
Og tað havi eg so roynt, so vítt
stundir hava verið til tess.
Hjá Lindini lurti eg javnan eftir gest-
um í sjómanssendingini Vitanum, og
seinni á kvøldi eftir gestum hjá Jenisi,
men oftast bert tí at talan ehvur verið
um forvitnisligar gestir, og sum so
heppið val av slíkum.
Í aðrar mátar tykist mær sending-
arnar vera í so leyst skipaðar og tíð-
um fjasutar, fyri ikki at siga popput-
ar.
Bønartænastuni havi eg lurtað
nakað eftir, tó mest av forvitni, og í
longdini havi eg ikki unnast við formin
at varpa sovorðið út um geilarhornini,
har forholdini hjá okkum eru so smá.
Eg ivist ikki í, at forbøn fer fram í
mongum øðrum førum tað veri seg í
»lønkamarinum« eins og trúgvi, at
Várharra hoyrir og sær líka væl í
loyndum, tí tað hevur hann sjálvur
sagt og boðið.
Men í øllum førum kann ein ikki
vera annað enn djúpt imponeraður
av tí dirvi og orku, sum hasi fólkini í
Lindini leggja í sítt sjálvbodna útvarp-
og boðanararbeiði, eins og tað ikki
er at ivast í, at rásin hevur sín trúgva
lurtaraskara, hann veri seg lítil ella
stórur.
Meðan Lindin higartil hevur megn-
að reiðiliga væl at fylgt skránni, so
kann tað sama ikki júst sigast um
RÁS 2, har tað herfyri straks kendist,
at programleiðarin sjálvur annar eitt
skifti var farin av landinum.
Summar fastar sendingar, eitt nú
»Flenn bara«, versnaðu týðuliga, og
onkur var hóast frammanundan lýst
als ikki framleidd.
Hatta er vandin við fámentum
starvsliðið og man fara at javna seg
við tíðini, og Rásin fær tryggari
grundfesti við m.a. víðari sendiøki,
lurtaraskara og inntøkugrundarlagi.
Og programstjórin & Co. hava so
avgjørt ikki ligið á løtu síðu niðri,
síðani tey høvdu fleiri áhugaverd inn-
sløg við sær heim aftur at senda í
Rás 2.
Annars er fasta fríggjadagssend-
ingin »Skipini nær og fjar« framvegis
frálík, og tá eg ikki stúri fyri tí send-
ingini frameftir, er tað tí skilagóða
vertinum fyri at takka, umframt at
keldutilfarið skuldi verið ótømandi, so
fjølbroytt og áhugaverd føroyska
høvuðsvinnan nú einaferð er.
ÚF og SvF royna í sínum lagi at
hanga í við góðum afturvendandi
sendingum, umframt at bróta eitt
sindur upp úr nýggjum.
Í so máta dansaðu og skemtaðu
tey alt leygarkvøldið í ÚF, og í »Degi
og Viku« týskvøldið setti SvF sjøtul
á eitt komandi fast, føroyskt týs-
kvøldsevni, hesa ferð um menningar-
umstøður hjá brekaðum børnum í
Føroyum.
At enda má eg enn eina ferð taka
fram frálíku evni Zacharias Hammers
at finna uppá og til lítar útinna før-
oyskar sendingar, sum annars
skuldu verið upplagdar.
Hesu ferð var hann á garnaveiðu
eftir svartkalva við »Thor«, og lýsti
hann væl og ósentimentalt ta vinn-
una, skipslívið umborð og heimaav-
kastið við.
Tað kom ikki beinleiðis fram í send-
ingini, at vit her høvdu eitt frálíkt dømi
um, at tað kortini við uppfinnsemi og
áræði ber til at skapa vinnuveg og
JÁKUP MØRK
Digitala kollveltingin hevur nú herja
bæði her heima og úti í heimi í nøkur
ár, og hetta hevur so havt við sær, at
virkir og stovnar hava verið noydd at
fremja alskyns íløgur, til tess at kunna
fylgja við tíðini.
Lættir um arbeiðið
Í Útvarpinum hava tey eisini ásanna, at
neyðugt er við moderniseringum á øki-
num, og tískil eru eisini teir farnir undir
at skifta útgerðina, sum ymsu studioini
hava.
Fyrsta studio, sum hevur fingið eina
yvirháling, er væl kenda studio fimm,
Útvarpið gerst nú digitalt
haðani so at siga allar tær beinleiðis
sendingarnar verða varpaðar út.
Seinastu vikuna hevur verið arbeitt
av fullum alvi, fyri at skifta alla útgerðina
í rúminum út, og nú arbeiðið er liðugt,
hevur útvarpið eitt av mest framkomnu
studionum í danska kongaríkinum.
Hans Andor Johannesen greiðir frá,
at hetta er fyrsti pulturin av sínum slag
í danska ríkinum, og einans hin næsti í
norðanlondum.
Fyrimunirnir við slíkum pultum eru
nógvir, men fyrst og fremst merkir hetta,
at arbeiði hjá tøkningunum gerst mun-
andi lættari.
Fáir knøttar
Tey, sum hava sæð ein av vanligu pultu-
num, hava helst bitið merki í, hvussu
nógvir ymsir knøttar eru, sum tøkning-
arnir skulu halda skil.
Á nýggja pultinum eru hesir knøttar
so at siga horvnir, men er tað ístaðin
ein telda, sum stýrir hesum. Sjálvsagt
skal teldan hava eina rúgvu av upplýs-
ingum, um hon skal rigga á nøktandi
hátt, men eftir at hon hevur fingið hesar
upplýsingar eina ferð, ber til at goyma
allar innstillingar, soleiðis at tær kunnu
heintast fram aftur eftir lítlari løtu.
Hetta er sjálvsagt ein stórur fyrimunur,
tí á henda hátt kunnu tøkningarnir uttan
stórvegis hóvasták sessast við pultin,
og stilla alt inn, júst soleiðis sum teir
vilja hava tað.
Tá vit í gjár tosaðu við Hans Andor,
brúkiligt livibreyð burtur úr annars
lítisverdum.
Tað eru ikki so mong ár síðani hatta
gamla, men frálíka skip saman við
øðrum mest sum varð tveitt burtur í
onkrum falittkróki við føroyskt havna-
lag, inntil evnaríkir ungir menn av
bygd keyptu tað fyri lítið og lætt, og
við tí fóru at troyta nýggjar møguleika
rí føroyskum heimasjógvi.
Og meðan føroysk fiskivinna al-
samt stúrir fyri sera kostnaðarmiklari
endurnýggjan fyri framman, hava vit
her eitt dømi um, at tað við áræði og
uppfinnsemi kortini bert il at endur-
nýta eitt annars gamalt og avlagt
vinnuamboð til tess at útvega kostn-
aðarlítlar vinnumøguleikar fyir bæði
manning og fólk á landi, íroknað has-
ar kviku kvinnuhendurnar á garna-
virkinum á Oyri.
Í so máta veitti farna fjølmiðlavika
mær mest fakta.
Seinastu vikuna er studio
fimm í Útvarpinum um-
bygt, og er so at siga øll
útgerðin nú digital. Hetta
er liður í tøkniligu menn-
ingini hjá Útvarpinum
vóru teir í ferð við at royna sendiút-
gerðina, og eftir ætlan skuldi nýggja
studio fimm takast í nýtslu í gjárkvøldið.
Heilt uttan afturhvarv er nýggja studio
ikki, tí hóast meginparturin av útgerðini
nú er digitaliserað, so eru framvegis
bandupptakarar og plátuspælarar at
síggja í studionum, tí enn eigur Útvarpið
nakað nógv av bondum og vinyli.
Eyðun Joensen,
sálarfrøðingur,
skrivar
ÁKI BERTHOLDSEN
Leygardagin fer Karsten
Hansen, landsstýrismaður í
fíggjarmálum, at leggja tað
fyrstu eykajáttanarlógina í
ár fyri tingið.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at tilsamans hevur hann
søkt tingið um eykajáttanir
uppá 22,7 milliónir.
Men tað merkir ikki, at
ætlanin er at økja útreiðsl-
urnar hjá landskassanum
22,7 milliónir.
Tí av teimum 22,7 milli-
ónunum, eru 20 milliónir,
peningur, sum leyp av yms-
um játtanum í fjør, og sum
sostatt skulu játtast av
nýggjum í ár.
Talan er um játtanir til
ymisk endamál, sum tað
ikki eydnaðist at brúka í fjør
av ymsum orsøkum og so
fellur hann aftur í lands-
kassan. Sostatt er neyðugt
tingið at játta peningin av
nýggjum.
Eitt nú er talan um játtanir
til ferjulegur hjá Strand-
ferðsluni í sambandi við
nýggju Sandoyarferjuna,
bygging á Landssjúkrahús-
inum og annað, sum tað ikki
eydnaðist at brúka , eitt nú,
tí at veðrið var so ringt, at
tað var ikki arbeiðandi.
Eykajáttan upp á 22,7 milliónir
Strandferðslan
fær 6 milliónir
Nógv tað mesta er peningur, sum verður
fluttur frá í fjør og peningur, sum verður
fluttur ímillum ymisk málsøki, so út-
reiðslurnar hækka sera lítið
Harafturat er talan um
játtanir, sum eru fluttur frá
einum øki ár, til onnur.
Uppi í eykajáttanarlógini
eru eisini einar 900.000
krónur, sum fiskimálastýrið
hevur fingið inn í óvænt-
aðum inntøkum, sum nú
verða játtaðar til ymisk
endamál.
Talan er um lán, sum
vórðu avskrivað, men sum
tað kortini eydnaðist at fáa
inn.
Karsten Hansen sigur, at
sostatt er ikki meiri enn
einar tvær milliónir í bein-
leiðis eykaútreiðslum hjá
landskassanum, sum ætlan-
in nú er at játta til ymisk
endamál.
Hetta samsvarar eisini
væl við stavnhaldið hjá
fíggjarmálaráðaharranum.
Tí hann sigur, at hann
hevur alla tíðina lagt stóran
dent á, at eykajáttanirnar til
tey ymsu málsøkini, skuldu
takast frá játtanunum til
onnur málsøki, og skuldu
tískil ikki føra eyka útreiðsl-
ur við sær fyri landskassan.
Hann sigur, at ætlanin er
at leggja tríggjar eykajátt-
anir fram í ár, og hetta er so
tann fyrsta av teimum.
Sostatt er ætlanin at
sleppa undan, at eykajátt-
anir verða lagdar fram so
oftani, sum eitt nú í fjør.
Hann leggur afturat, at
eykajáttanin, sum nú verður
løgd fyri tingið, er gjølla
viðgjørd í samgonguni og
semja er um, hvussu hon
skuldi síggja út.
Frá tí, at uppskotið er lagt
fram, inntil tað er endaliga
samtykt, kann roknast við,
at tað gongur ein mánaði,
ella so.
Ein millión eyka til lønir
á Suðuroyar Sjúkrahúsi
ÁKI BERTHOLDSEN
Nú tykist tað verða greitt,
at Suðuroyar Sjúkrahús
sleppur undan at seta heilt
so stórar sparingar í verk,
sum alt annars bendi á, tá
ið fíggjarlógin fyri 2000
varð samtykt beint fyri
nýggjár.
Sostatt tykist tað heldur
ikki, sum um heilt so nógv
fólk fara at verða uppsøgd,
sum vandi annars leingi
hevur verið fyri hesar
seinastu mánaðirnar.
Hetta skilst á lagnum, nú
Karsten Hansen, landsstýr-
ismaður í fíggjarmálum,
hevur borið eina umsókn
um eykajáttan niðan í ting-
ið.
Sum skrivað í greinini
niðanfyri, verður uppskotið
lagt fram leygardagin.
Ein millión afturat
Suðuroyar Sjúkrahús er ein
Umleið 700.000 krónur skulu flytast frá sjálvum rakstrinum til lønir, men har-
afturat fær sjúkrahúsið eina heilt nýggja játtan upp á umleið 300.000 krónur
stovnur, sum hevur verið
nógv umrøddur í sambandi
við fíggjarlógina í ár.
Hetta, tí at sjúkrahúsið
hevur gjørt vart við, at játt-
anin er 1,5 millión ov lítil
til at kunna varðveita virk-
semið á sama støði í ár, sum
í fjør.
Higartil eru 4,5 søgd úr
starvi á Suðuroyar sjúkra-
húsi, eitt hálvt í køkini, eitt
í vekslaranum/leiðbeining-
ini, eitt á teknisku deild og
tveir fysioterapeutar.
Hetta verður mett sum ein
lítil vanlukka á Suðuroyar
Sjúkrahúsi, tí tað ber í sær,
at tann ambulanta fysiotera-
piin verður niðurløgd og tað
er til stóran ampa hjá einum
hópi av sjúklingum.
Somuleiðis ber tað tí sær,
at tað ber ikki til at ganga
vakt á teknisku deild og so-
statt er ongin at gera tól aft-
ur, sum verða í óstandi utt-
anfyi vanliga arbeiðstíð.
Tær uppsagnirnar, sum
eru settar í verk, eru ein
sparing uppá 680.000 krón-
ur.
Beinleiðis eykajáttan
Sostatt eru sparingar fyri
820.000 krónur eftir at
fremja, men landsstýris-
maðurin í almanna og
heilsumálum bað leiðsluna
á Suðuroyar Sjúkrahúsi
bíða við fleiri uppsagnum
inntil
eykajáttanarlógin,
sum nú verður løgd fram,
er samtykt.
Og nú tykist tað sum um
tað ikki verður neyðugt hjá
Suðuroyar Sjúkrahús at
spara heilt so nógv, sum
vandi upprunaliga var fyri.
Men tað tykist líka greitt,
at sjúkrahúsið fær ikki allan
peningin, sum er neyðugur
fyri heilt at sleppa undan
uppsagnum.
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður í fíggjarmálum,
sigur, at í eykajáttarlógini,
sum nú verður lagt fyri ting-
ið, verður søkt um at játta
Suðuroyar Sjúkrahúsi eina
millión afturat til lønir.
Men av teimum skulu
einar 700.000 krónur flytast
frá øðrum rakstri hjá sjúkra-
húsinum yvir til lønarkarm-
in.
Harafturat fær sjúkrahús-
ið eina beinleiðis eykajáttan
uppá 300.000 krónur.
Av teimum eru 200.000
krónur tiknar av øðrum økj-
um hjá almanna og heilsu-
málastýrinum. Sostatt eru
tær seinastu 100.000 krón-
urnar ein beinleiðis eyka út-
reiðsla hjá landskassanum.
Men tað merkir so aftur,
at
tað
eru
framvegis
500.000 krónur eftir, sum
sjúkrahúsið skal spara í ár,
sum landið liggur í løtuni.
Strandferðslan fær nú seks milliónir afturat til rakst-
urin í ár.
Hetta sæst av teirri eykajáttanarlóg, sum Karsten
Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fer at leggja
fyri tingið leygardagin.
Strandferðslan er eisini ein stovnur, sum hevur fingið
drúgva umrøðu í sambandi við fíggjarlógina fyri 2000.
Løgtingið vildi hvørki lata Strandferðsluna sleppa
at hækka ferðaseðlaprísirnar, ella at avmarka tæn-
astuna, so endaliga roknstykkið hjá stovninum fyri í
ár, sá soleiðis út, at fekk hon ikki sjey milliónir afturat
til raksturin, mátti hon heilt einfalt at halda uppat at
sigla seinni í ár.
Men sjey milliónir fær hon ikki, tí Karsten Hansen
sigur, at ætlanin er at játta henni seks milliónir afturat
á eykajáttanarlógini. Hann sigur, at metingarnar siga,
at tað eigur stovnurin at klára seg við, tí árið er ungt
enn til at gera broytingar og tillagingar
–Áki–
Karsten Hansen heldur, at Strandferðslan eigur at klára
seg við seks milliónum afturat í ár