fríggjadagur 24. oktober 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 205 - 24. oktober 2008
tíðindi
SAMBAND
kári MikkelSeN
kAriM@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
Nú er latin upp ein
nethandil, har góðir
brúktir íslendskir
bilar standa til sølu
FÍGGJARKREPPA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Fíggjarkreppan í Íslandi
hevur fleiri óhepnar síður
við sær fyri íslendingar.
Men fyri onnur ber kreppan
okkurt meiri heppi við sær.
Í gjár lat ein nethandil
upp, har góðir brúktir
íslendskir bilar standa til
sølu. Netsíðan umfatar allar
størri íslendskar bilasølur,
so tað er lætt at finna øll
sløg av bilum, sum finnast
á brúktbilamarknaðinum.
Orsakað av fíggjarligu
kreppuni í Íslandi, og krónu
kursinum, sum er kavaður
heili 70% mótvegis ávísum
øðrum valutaum, ber til at
fáa fatur á luksusbilum í
Íslandi til ótrúliga lágar prís
ir.
Brúktbila heimasíðan hjá
HEKLA Icelandic gevur
atgongd til fleiri enn 600
brúktar bilar, og HEKLA
hjálpir enntá ókeypis til at
fyriskipa flutningi av bilun
um og at rokna út, hvat
flutningurin kostar.
Í vikuni, sum nú fer aftur
um bak, hevur HEKLA
útflutt brúktar bilar til Før
oya, Noregi, Danmark og
Svøríki.
Netsíðan
www.nordic
carsale.is) er opin fyri bæði
fyritøkum og privatum, og
síðan svarar til blocket.se í
Svøríki.
Brúktir íslendskir bilar
á netinum
Á landsfundi Fólkafloksins
í morgin fer Johnny í
Grótinum at halda fyrilestur
um fíggjarkreppuna, meðan
Pál Weihe heldur fyrilestur
um vinnuligar møguleikar í
gransking
LANDSFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Fólkaflokkurin hevur landsfund í
bygdarhúsinum í Kollafirði í morgin,
og á fundinum verða tveir fyrilestrar.
Johnny í Grótinum, búskapar
frøðingur og leiðari av Føroya Banka
í Danmark, fer at halda fyrilestur um
alheims fíggjarkreppuna, sum hevur
rakt íslendingar serliga meint.
Hin fyrilesturin ber heitið »Vinnu
ligir møguleikar í gransking«, og er
serliga viðkomandi nú vit júst hava
havt vitjan av umboðum fyri EFTA
sum sóu, at Føroyar hava annað og
eiri at bjóða upp á, enn fisk. Tað
verður Pál Weihe, sum fer at halda
tann fyrilesturin.
Eftir bert sjey mánaðum í andstøðu,
var aftur boð eftir Fólkaflokkinum til
landsins leiðslu, og hetta fer uttan iva
at seta dám á landsfundin. Eisini
stendur kommunuval fyri durum, og
tí kann eisini roknast við, at komm
unupolitikkur fær rúmd á fundinum,
eisini tí, at landsstýriskvinna floks
ins, Annika Olsen, umsitir kommunu
mál.
Skráin til fundin er henda:
kl 09.30: Morgunmatur
kl 10.00: Formansfrágreiðing
Fyrst Jørgen Niclasen, for
maður, síðani fara lands
stýrisfólkini at greiða frá
sínum málsøkjum og at
enda tingfólk.
kl 12.00: Døgurði
kl 13.00: Johnny í Grótinum, búskap
arfrøðingur: »Fíggjarkrepp
an og búskaparstøðan í Før
oyum«
kl 13.30: Pál Weihe, yvirlækni og
granskari: »Vinnuligir møgu
leikar í gransking«
Eftir fyrilestrarnar verður orðið frítt,
har fundarfólkið fær møguleika at
seta spurningar og gera viðmerk
ingar.
Um kvøldið verður døgurði.
Fyrilestrar um kreppu
og gransking
Hesin flotti Jaguar XJ6-4.2
verður seldur um hóskandi boð fæst. Bilurin er í
verður seldur um hóskandi boð fæst. Bilurin er í
sera góðum standi. Altíð koyrt í Føroyum, fyrstu
ferð skrásettur 21. juni í 1978. Hevur einans koyrt
28.400 km. Hevur aut. gear, el rútar, leðursetur,
servo, klima, træinteriør o. a. Fá meira at vita um
bilin hjá Bilrøkt í Havn
_______________________________________
Stiðj
Stiðjagøta 3 - Postsmoga 1234 - tel 588880 - fax 318380
www.bilrokt.fo - bilrokt@bilrokt.fo
Frá Javnaðarflokkinum
Landsfundurin verður á Tekniska skúla í
Klaksvík 14. og 15. november.
-har
tað hendir
Annika Olsen umsitur kommunumál,
sum óivað fáa drúgva umrøðu á
landsfundinum, nú kommunuval er í
hondum