fríggjadagur 24. oktober 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2 sosialurin 24. oktober 2008
Tað kann tykjast nakað tíð
liga at fara at umrøða jóla
matin í oktober mánað, men
veruleikin er kortini tann at
fyrstu jólafrokostarnar um fáar
vikur byrja í november mánað.
Tískil verður hetta eisini bara
ein appetizer, ið kanska kann
fáa okkum at munga eftir
hesum afturvendandi mati, ið
at kalla er identiskur á hvørjum
ári. Tað krevur ein steðg eitt
heilt ár at leingjast aftur eftir
slíkum tungum og feitum, men
sanniliga góðum mati. Kanska
er tað eisini allur hugnin og
tað rituella sum hevur størra
týdningin í hesum mati. Hann
bindir saman familjuna á heilt
seligan hátt.
Maturin
Maturin jólaaftan telist ivaleyst
millum mest siðbundnu matsiðir,
ið vit eiga. Hvør familja hevur
sínar heilt serligu siðir, ið vit
vilja halda fast um og verja.
Tær byggja mentanina og
mynda samleikan í familjuni.
Og geva tryggleika. Á jólum
skal alt vera trygt og gott. Fleiri
kenna ivaleyst støðuna, tá ið
nýggj fólk koma uppí familjuna.
Tað kann næstan standast rok,
um jólasiðirnir ikki samsvara
sínámillum. Har standa vit fast!
Føroyingar hava frá gamlari
tíð etið ræstan fisk og sperðil
jólaaftan. Summi eta eisini ræst
kjøt, tíðin er jú til tað. Í nýggjari
tíð eru føroyingar eisini farnir
at eta dunnu og gás jólaaftan.
Tað er eingin ivi um at føroyska
dunnan og gásin smakkar nógv
best, men tað er so, at hon er
forkunnug og dýr. Ikki ber til
hjá øllum at ogna sær hana.
Eisini siðurin at eta fleskasteik
jólaaftan hava fleiri tikið til
sín. Um dunnan, gásin ella
fleskasteikin er fryst, ræður um
at tiðna upp í góðari tíð, 12
samdøgur frammanundan og í
køliskápinum. Reyðkálið afturvið
gagnast allar best heimagjørt,
eingin ivingur um tað. Omaná
eta vit øll mandlurís, – tað
tori eg næstan at siga. Og
tey allarflestu eisini kirsuber
afturvið. Vanliga hevur tað verið
kirsubersós, men seinnu árini
eru dýru kandiseraðu italsku
kirsuberini eisini farin at gera
um seg at kappast um plássið.
Nógv eru longu »umvend« og
svørja nú til tey italsku. Sjálvur
dámar mær tey sera væl,
men kortini ivist eg enn eitt
sindur um hvussu væl hesi sera
kraftmiklu ber hóska saman við
rættiliga mildu mandlurísunum.
Mótspælið við bersýru og
søtleika nærkast næstan heldur
einum samanbresti. Við vanligu
kirsubersósini er mótspælið
meira á jøvnum føti. Men tað er
ein spurningur um smakk.
Vínið
At seta vín til modernaða
føroyska jólamatin, dunnu,
gás ella fleskasteik, og til
súrsøta tilhoyrið sum sviskur,
súrepli,reyðkál og brúnkaði
epli, er satt at siga ein
marra hjá vínkennaranum.
Fægstu vínsløgini megna
hesa uppgávu. Tá ið eddika
og sukur og so vín verður
samansjóðað í gómanum,
er tað ikki harmoni á høgum
støði. Vínið broytir sum
oftast fullkomiliga karakter,
vanskeplast og smakkar súrt.
Men fleiri av okkum vilja jú
gjarna njóta eitt gott glas av
víni afturvið jóladøgurðanum.
Hvat er so at gera? Fyrst og
fremst vil eg siga, at rætta
hvítvínið hóskar líka væl
afturvið, sum rætta reyðvínið.
Tað, ið eyðkennir jólavín
sløgini er søtlig berfrukt og
kraft. Vónleyst er at spæla upp
ímóti jólamatinum. Tvørturímóti
skal jólavínið royna at spæla
saman við tilhoyrinum og
so í besta føri spæla eitt
sindurupp ímóti dunnuni og
reinsa góman fyri hesum feita.
Ein torfør dupultuppgáva at
loysa. Skal eg nevna nøkur
dømi, so riggar Amarone
reyðvín og tey kraftmiklu
Rhônesløgini væl til. Av hvítvíni
roynist Gewurztraminer og
ein kraftmikil Pinot Gris eisini
væl. Og so ikki at gloyma
ein kalifornisk Viognier. Meira
verður at lesa um viðmæli
í Grams, tá ið jólini fara at
nærkast
Ølið
Tá er lættari at seta saman
eina góða bjór til jólamatin.
Øl hóskar sera væl til føroyska
jólamatin, bæði hinum sið
bundna og ræsta og tí nýggja
við gás, dunnu og fleskasteik.
Trupulleikarnir, ið eru nevndir
við víninum eru ikki at finna her.
Gott og samansett øl megnar
bæði mótspæl og samanspæl
við øllum teimum ymisku
smakkunum í feitu dunnuni,
gásini ella fleskasteikini og
súrsøta tilhoyrinum. Men
sjálvandi, øl er ikki bara øl.
Líka stórur og fjølbroyttur, sum
vínheimurin er, líka víða fevnir
ølið næstan í dag. Ikki minst
í grannalondum okkara er at
kalla kollvelting farin fram innan
ølbrygging. Aldrin áður hava
so nógv spennandi ølsløg verið
bryggjað í Norðanlondum,
men aldrin áður hevur úrvalið
í Føroyum verið so avmarkað.
Men premissan í Føroyum
eitur enn 5,8 prosent á hesum
øki, so tað er ein avbjóðing
at finna dygdarøl á føroysku
handilshillunum. Tíbetur hevur
okkarar einasta bryggjarí – í
Klakksvík – megnað at gjørt
serligt burturúr jólahøgtíðini
og bryggjað enntá fleiri
jólabryggj, ið hóska til ymiskan
jólamat og ymiskar smakk
preferensur hjá fólki. Meira um
hetta, tá ið jólini nærkast.
mortan@hamrabyrgi.com
Matur og drekka
á jólum