fríggjadagur 24. oktober 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 205 - 24. oktober 2008
- Tað er eingin sum
veit, hvussu veruliga
støðan er enn, men
tað er greitt, at vit
hava gjørt mistøk.
Teimum skulu vit
læra av og brúka
hesa læru at byggja
upp ein sterkan
íslendskan búskap,
sigur Sigurjón þór
Hafsteinsson, stjóri í
Smyril Line í Íslandi
Reykjavík: Allir íslendarir
eru samdir um, at fíggjarliga
kreppan, sum hevur rakt
landið, hevur rakt hart. Men
eingin tykist vita enn, júst
hvussu hart.
- Vit vita ikki, hvat fer at
henda.
Fleiri
fyritøkur
skylda nóg, men hvussu stór-
ur skaðin verður ber ikki til
at siga enn, sigur Sigurjón
þór Hafsteinsson, stjóri í
Smyril Line í Íslandi.
Hann sigur, at Smyril Line
sjálvandi
eisini
merkir
kreppuna, sum kortini hevur
eisini sínar positivu síðir.
- Vit eru nógv bookaðir
eina tíð fram úr Íslandi, tí
so nógvir póllendingar fara
heim aftur. Hetta er fólk,
sum antin eru uppsøgd, ella
fara heim aftur, tí at tað
stutt sagt ikki loysir seg at
arbeiða í Íslandi longur, tí
krónan er so lág, sigur Sig-
urjón þór Hafsteinsson.
Hann sigur, at nógv fólk
hava mist eina rúgvu av
pengum, og at tey nú eru
ørðkymlað av støðuni, tí
tey kenna hana ikki.
- Fólk vistu ikki, hvussu
bankarnir arbeiddu, serliga
uttanlands og tí kemur hetta
rættiliga óvart á, tað sum
nú er hent, sigur Sigurjón
Hafsteinsson.
Byggivinnan
eksploderað
Og at tað hevur gingið við
rúkandi ferð seinastu árini.
Byggingin hevur nátt óán-
aðar hæddir, og íbúðar- eins
væl og ídnaðarbyggjarí er
eksploderað.
- Í 2004 vóru tað 1500
fólk,
sum
arbeiddu
í
íslendsku byggivinnuni, nú
kreppan rakti, var talið kom-
ið upp á 3700. So stóruru
hevur vøksturin í byggivinn-
uni verið seinastu árini, sig-
ur Sigurjón Hafsteinsson.
Men størri tú ert, harðari
er fallið, og nú er so at siga
alt byggjarí steðgað.
- Nú er ógvuliga lítið eft-
ir. Mestsum alt tað privata
er steðgað upp, og bara
byggjaríir hjá landinum
halda fram, sigur Sigurjón
Hafsteinsson.
Eitt nógv umrøtt byggi-
mál er sonevnda Tónleika-
húsið, sum eitt dóttirfelag
hjá Landsbankinn og eitt
annað sum heitir Nýsir hev-
ur í gerð. Tann byggingin er
í gongd, men vit vita ikki,
hvussu verður við tí. Tað
skuldi verða liðugt í 2009,
men vit vita nú, at verkætl-
anin verður seinkað, og Sig-
urjón þór Hafsteinsson veit
ikki at siga, hvussu verður
við tí byggingini.
Púra galið
Eingin tykist duga at siga,
hvussu langa tíð tað fer at
taka íslendingum, at sleppa
úr kreppuni aftur, og tað
dugir Sigurjón þór Haf-
steinsson heldur ikki.
- Tað er ringt at siga, ser-
liga tí vit hava ikki fulla
yvirlitið yvir støðuni enn,
sigur hann.
Men tað er einki annað at
gera, enn at byggja búskapin
upp aftur av nýggjum. Og
tá ræður um at hava lært av
teimum mistøkum, sum
gjørd eru.
- Vit kunnu bara hyggja
at, hvussu bankarnir hava
arbeitt. Lønirnar vóru púra
ørar og høvdu einki við
veruleikan at gera, og nógv
vistu av hesum, sigur Sigur-
jón Hafsteinsson.
So sum støðan er nú, er
bara eitt at gera.
- Vit mugu arbeiða okkum
burtur úr kreppuni. Vit hava
gjørt stór mistøk, og vit
mugu læra av okkara feil-
um. Vit skulu brúka hesa
læruna til at byggja samfel-
agið upp aftur, sigur Sigur-
jón þór Hafsteinsson.
Einki so ringt...
Men íslendingar eru samdir
á í hvussu er einum øki:
Teir síggja ljóst upp á
framtíðina.
- Ísland er í løtuni nógv
áhugaverdari sum ferða-
mannaland, tí tað er bíligt
hjá ferðafólkum. Nógv fólk
ringja t.d. og bíleggja sær
eitt Rolex ur her, tí tey eru
helvtina bíligari í Íslandi
nú, enn í teirra heimlondum,
sigur Sigurjón þór Haf-
steinsson.
Íslendingar hava eisini
nógvar aðrar fyrimunir, ikki
mist náttúrligu orkukeldur-
nar. Og fiskin í havinum.
Og ikki at gloyma menn-
iskjaliga tilfeingið.
- Vit hava nógv og væl
útbúgvið fólk, sum hava
verið í bankasektorinum,
og sum nú eru leys á markn-
aðinum. Tað ræður um at
útnytta hesi fólk, so vit
skjótast gjørligt koma okk-
um úr kreppuni aftur, sigur
Sigurjón þór Hafsteinsson.
Meðan Smyril Line á sín
vís hevur notið got av krepp-
uni við øktum bookingum
av landinum, so veit Sigur-
jón þór Hafsteinsson ikki at
siga, hvussu stendur til við
frakt til og úr Íslandi. Tað er
Smyril Blue Water, sum
skipar fyri tí.
Læra av mistøkunum
- Vit flyra so mikið
lítið av farmi til
Íslands framman und-
an, at vit neyvan fara
at merkja nakað til
kreppuna í Íslandi,
sigur John Frandsen,
skrivstovustjóri hjá
Smyril Blue Water
FÍGGJARKREPPA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
- Vit flyta ikki serliga nógv-
an farm til Íslands. Tað all-
armesta fer um Reykjavík á
vesturlandinum, og Norröna
siglur sum kunnugt upp á
Seyðisfjørð á eysturlandin-
um, sigur John Frandsen,
skrivstovustjóri á Smyril
Blue Water.
Tað hevði sjálvandi latið
seg gjørt at flutt um Seyðis-
fjørð til Reykjavík, men
koyringini Íslandi er so mik-
ið dýr, at tað als ikki loysir
seg.
- Túrurin í næstu viku er
hin seinasti í ár, og næstu
fýra mánaðirnar sigla vit
sostatt ikki upp á Ísland, so
eg rokni neyvan við, at vit
fara ar merkja kreppuna yvir-
høvur, sigur John Frandsen.
Hann sigur, at teir ikki
merktu
nakran
mun
á
fraktini í síðstu viku, og
hvussu tað verður komandi
viku veit hann ikki.
- Tað kann jú vera, at tað
standa nakrir bilar og bíða í
Seyðisfirði. Tað hoyrist jú,
at tað ber til at fáa bíligar
bilar í Íslandi í hesum døg-
um. Trupulleikin er bara
tann, at talan er um sera stór-
ar og bensinslúkandi bilar,
so spurningurin er, hvussu
bíligt tað verður í longdini,
sigur John Frandsen.
Um nakað so fer at merkj-
ast, tá Norröna tekur upp
siglingina til Íslands aftur,
kann bara tíðin vísa.
Merkja neyvan nakað
John Frandsen trýr ikki, at
íslendska fíggjarkreppan fer at
ávirka virksemið hjá Smyril
Blue Water
Sigurjón þór Hafsteinsson er stjóri í Smyril Line í Íslandi
Fyrilestur um tannáringar
Týskvøldið 28. oktober klokkan 19.30 verður áhugavert
kvøld fyri foreldur at tannáringum á Klaksavíkar
bókasavni. Tá heldur Kathrina Lindenskov Joensen,
sálarfrøðinguri, fyrilestur um tannáringar. Hon fer á
fyrilestrinum at tosa um, hvat tað er, ið ger tað til nakað
serligt at vera tannáringur. Kathrina Lindenskov Joensen
nemir einamest við tey sálarligu viðurskiftini, men tann
kropsliga menningin hevur eisini týdning fyri, hvussu
tannáringar uppliva seg sjálvan, so tað kemur hon eisini
inn á.
Suðuroyarportalur
nýtt snið
Í eina tíð hevur verið arbeitt við at dagføra Suðuroyarportalin á
www.sudurras.fo, bæði hvat viðvíkur sniði og tí meiri tekniska
partinum. - Hetta arbeiðið er nú komið somikið áleiðis, at vit á
middegi í dag hava gjørt av at leggja nýggja Suðuroyarportalin
út á netið, skrivar Suðuroyarportalurin í tíðindaskrivi. Nakrar
av broytingunum eru longu sjónligar, men eisini aðrar broyt-
ingar verða gjørdar komandi dagarnar, sum vitjandi helst
skuldu fingið gleði av. Tað er Cre8 - www.cre8.fo - í Klaksvík,
sum hevur staðið fyri dagføringini av Suðuroyarportalinum.
FÍGGJARKREPPA
Orð & myndir
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo