fríggjadagur 24. oktober 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6 sosialurin 24. oktober 2008
Beinta Laursen og Lisa
Hendriksdóttir hava júst latið
upp nýggjan handil á alnótini
- internetinum. Nýggi handilin
bjóðar fram gávukurvar til
føðingardagar, brúdleyp og
aðrar hátíðardagar.
- At fáa blómur og bukettir, tá
ið tú hevur ein hátíðardag av
onkrum slag er bara gott, men
vit eiga eisini at hava okkurt
alternativ til blómurnar.
Tað sigur Lisa Hendriks-
dóttir, sum saman við systkina-
barninum, Beintu Laursen,
júst hevur latið upp nýggjan
handil á alnótini. Handilin eitur
“Kurvin.fo”, og selir fyrst og
fremst gávukurvar av ymsum
slag.
Forkunnugar vørur
Vørurnar, sum Kurvin.fo selir,
eru kvalitetsvørur, sum ikki
frammanundan verða seldar
í Føroyum. Talan er mestsum
bara um serliga úrvaldar vørur
sum hondgjørd vistfrøðilig sápa
og aðrar vælveruvørur.
Men eisini tá ið tað kemur til
mat og úrdráttir til mat, er nógv
og gott at velja í. Nevnast
kann matoljur sum sitrónolja og
hvítleyksolja úr Fraklandi, og
ein serlig rapsolja fra fyritøkuni
Smagen af Læsø í Danmark.
Aðrar spennandi vørur
úr Suðurevropa finna eisini
leið til Kurvina í Føroyum. Eitt
nú vínedikka úr hindberjum
og súreplum, artiskok-krem,
basilikum-pesto og bruchetta
úr sólturkaðum tomatum, sum
saman við mandlukøkum
(cantuccini) koma heilt úr Italiu.
Vanilja er gandastavurin
innan dessertir og tað søtliga
og her hava tær báðar frá
Kurvini funnið serligar og sera
aromatiskar vaniljustengur úr
Uganda, sum hóska seg væl til
ís og krem, tí vaniljukornini eru
heilt fín og smá og geva góðan
og rúgvismiklan smakk.
Til søtu tonnina hava
tær karamellur frá
KaramelKompagniet á
Bornholm. Hesar sigast ikki
at brenna tennirnar líka illa
sum aðrar. Tað skal skiljast
soleiðis, at tær bornholmsku
karamellirnar eru bleytari enn
vanligt og tískil ikki seta so
fastar millum tennirnar sum
tær meira seigu. Men sukur
er sukur og alt sukur kann
brenna tennirnar um vit ikki
ansa eftir. Lakressið kemur
eisini av Bornholm og her eru
møguleikarnir heilt nógvir, líka
frá lakresstykkjum til flótandi
lakress.
Afturat hesum kann Kurvin.
fo eisini fylla gávukurvarnar við
súrepla-chutney, spenndandi
súltutoyi úr Onglandi, vistfrøði-
ligum kryddi og mangt og
øðrum góðum.
Og nú jólini so spakuliga
nærkast, bjóðar Kurvin.fo
seg fram at gera fyritøkum
jólagávukurvar til starvsfólk,
har dunnan ella fleskasteikin er
partur av gávukurvini.
mortan@hamrabyrgi.com
Góðska frá nýggjum
handli á alnótini