Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. oktober 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 205 - 24. oktober 2008 Tað sigur Peter Lundin í brævi til Sosialin, har hann biður um at sleppa til orðana, tí hann held­ ur seg vera misskiltan. – Jeg elsker Færøerne og det er mit nye hjem, skrivar Peter Lundin LUNDINMÁLIÐ Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var eitt rættiliga óvanligt bræv, sum kom við postinum til Sosialin í morg­ un. Øll spílaðu eyguni upp, tá undirskriftin stóð greið. Brævið var frá Bjarne Skounborg/Peter Lundin. Hann sigur í brævinum, at hann ynskir at »etablere en dialog« við »mht inter­ view«. Peter Lundin gjørdist av álvara kendur í Føroyum fyri fáum vikum síðani, tá tað kom fram, at føroyska Mariann Poulsen í loyndum hevði gift seg við honum. Søgan hjá Lundin er annars ikki serliga tespilig. 7. apríl 1991 kvaldi hann mammu sína og gravaði hana niður á einari strond við Cape Hatteras á amerikansku eysturstrond­ ini. Fyri hesa ógerð varð Peter Lundin dømdur 20 ára fongsul, sum tó seinni varð sett niður í 15 ár. Men av tí at trongligt var í fongsli­ num, varð hann leyslatin eftir 7 ára fongsul – í juni 1999 – og vístur av landi­ num. Komin heim aftur til Dan­ markar nýtti hann bert eitt ár, áðrenn hann drap sam­ búgvan, Marianne Pedersen og báðar synir hennara 16. juni 2000. Hann skar øll trý líkini sundir í pettir, koyrdi partarnar í plastposar og beindi teir burtur. Eingin farvegur hevur verið at sæð eftir líkpørt­ unum síðani. Kundi dømast Tá rættarsakin móti Peter Lundin skuldi byrjað, varð hann av Rættarlæknaráðnum sagdur ikki at vera sinnis­ sjúkur, og kundi tí standa vanligan rætt, tað merkir forvaring ella tíðarbundna revsing. Ákærumyndugleikarnir kravdu tíðarbundna revsing, tí tað vanliga merkir longri fongsulsrevsing enn for­ varing. Nevningarnir fylgdu ynskinum frá ákæru­ myndugleikunum, og dømdu Peter Lundin lívs­ langa fongsulsrevsing. Meðan Lundin sat í fongsli í USA gjørdi ein donsk sv­støð eina samrøðu við Peter Lundin, har hann hevði málað helvtina av andlitinum svarta og hina helvtina hvíta, fyri at ímynda tað góða og tað ónda. Í sambandi við hesa sam­ røðuna gav læknin Sten Levander honum 39 stig á sonevnda »psychopathy­ checklist«, sum hevur ein skala frá 0­40. Hann verður sostatt mettur sum eyð­ sýndur psykopat. Meðan Peter Lundin, sum nú nevnir seg Bjarne Skoun­ borg, hevur sitið í fongsli, hevur hann stevnt dag­ blaðnum »Information« fyri at hava kallað hann psykopat, men tað rættar­ málið tapti hann. Hann varð í fjør fluttur frá Herstedvester fongsli­ num til Statsfængslet Øst­ jylland í Horsens, eisini nevnd Horsens Stats­ fængsel. Kvinnutekki Tað er ein kend søk, at hóp­ drápsmenn bergtaka manga kvinnu, og fangar á deyðsgongunum í fongslum í USA fáa í hópatali av brøv­ Føroyar Fyrra síðan Velja staðbundna nevnd í Svínoy Við valið til býráðið í Klaksvík 11. november verður eisini høvið hjá veljarunum at velja síni umboð í tær staðbundnu nevndirnar. Hetta er áður gjørt í Mikladali, Trøllanesi og í Árnafirði, men nú svínoyingar gerast partur av teirri stóru kommununi, skulu teir á fyrsta sinni velja sína staðbundnu nevnd. Listar eru komnir inn frá øllum fýra bygdunum, og verða teir kunngjørdir í næstum. Brævið frá Peter Lundin, sum Sosialurin fekk sendandi í morgun, er samanborið við »prenup'ið«, sum hann skrivaði í sambandi við hjúnarlagið við Mariannu Poulsen. Hóast vandi altíð kann verða fyri eftirlíkningum meta vit út frá hondskrift og brævbjálva, at hetta brævið verðuliga er skrivað av Peter Lundin Stuðulskonsert fyri nýggjum Blákrossheimi Leygarkvøldið 8. novembur verður ein stór stuðulskonsert í Vesturkirkjuni til frama fyri nýtt Blákrossheim. Tey, sum luttaka, eru Jens Lisberg, Martin Joensen, Kristel Lisberg og VOX. Stuðulskonsertin byrjar í Vesturkirkjuni klokkan 20.00. Tað er ókeypis at koma á konsert, men høvi verður at geva eina gávu til nýggja Blákrossheimið.