Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. oktober 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 sosialurin 24. oktober 2008 Soleiðis fært tú vakrasta hárið til jólaborðhaldið 2. Tuperað omaná høvdinum við einum tøttum kambi. Sprayað Schwarzkopf osis og hárlakk á og greið varliga aftureftir. 3. Tak tveir lokkar frá síðunum, snarað teir afturum nakkan og heft teir við hárnálum. Sprayað at enda við L’oréal Tecni hárlakki, fyri at fáa frisuruna at halda alt kvøldið. 1. Hendan frisuran skal fønast, og tí byrjaði Annika við at vaska hárið á Heidi. Hárið skal síðani býtast upp í tvey, soleiðis at hárið framman er fyri seg. Tann parturin skal fyrst av øllum fønast púra slættur, og L’oréal Liss Control skal koyrast í. 1. Být háríð í nakkanum upp í tvey. Tak ein lokk niðast á nakkanum, uml. 1 1⁄2 cm, sprayað L’orèal Tecni Pli á lokkin, og snarað slættijarninum runt um, til tú fært eina flotta krúllu. Halt áfram á sama hátt í síðunum. 2. Koyr Wella High Hair extra strong skúm í nakkan. Heidi hevur natúrligar krúllur, og tær fær Annika veruliga fram við at turka hárið við einum softstylara. 3.Tak at enda nakrar lokkar framman og brúka kreppijarnið til teir. Sprayað at enda við hárlakki, so frisuran heldur.