fríggjadagur 24. oktober 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 205 - 24. oktober 2008
um frá forliptum kvinnum.
Heldur ikki Peter Lundin
er nakað undantak í so
máta.
Eina
tíðarskeiðið
fekk hann so nógv brøv í
Herstedvester, at starvs
fólkið mátti kvotera bræva
rúgvuna, og umframt hetta
hevur hann í seinastuni havt
vitjan av í minsta lagi
tveimum
kvinnum
hesa
seinastu tíðina.
Longu meðan hann sat í
fongsli í USA hevði hann
fleiri elskarinnur. Ein teirra
var Tine frá Målev. Hon
skrivaði saman við honum,
og tá hon einaferð fór til
USA at vitja, hevði Peter
Lundin skipað fyri brúd
leypi, og longu sama dag
giftust tey.
Samstundis hevði hann í
minsta
lagi
eina
aðra
unnustu, sum búði hjá pápa
hansara, Ole Lundin.
Men tá hon fann út av, at
Peter Lundin hevði gift seg,
stakk hon av.
Heldur ikki í Danmark
hevur Lundin liðið nakra
neyð í so máta. Heimaftur
komin flutti hann inn hjá
konu síni, Tinu, men tað
gekk bara stutt tíð, so hevði
hann funnið sær eina aðra
– Marianne Pedersen. Men
tað sambandið slitnaði sum
kunnugt 16. juni 2000.
Seinni kom hann so í sam
band við føroysku Mariann
Poulsen, sum hann giftist
við síðst í september, men
longu eftir 11 døgum vildi
hon sum kunnugt skiljast
aftur.
Og nú vita donsk bløð so
at siga, at Peter Lundin
hevur funnið sær enn eina
Marianne, sum skal vera
prestadóttir.
Peter Lundin endar bræv
ið við at siga, at hann ætlar
sær at búgva í føroyum, tá
hann verður leyslatin, og so
mugu vit bara gera upp við
okkum sjálvi, hvat vit halda
um tað.
eru mítt nýggja heim
Brævið:
22.10.08
Til Sosialurin
vedr: Dialog (mht. interview)
Jeg skriver til Sosialurin mht. at
etablerer en dialog.
Jeg ved jo ikke hvem der er den rigtige
person/journalist til at skrive til, så
jeg anmoder herved at Sosialurin
kontakter mig.
Jeg mener at jeg er blivet misforstået og
derfor fortjener chancen til at forklare/
forsvare mig.
Altså, når jeg bliver løsladt i nogle (få)
åar, så kan jeg jo ikke bare komme
hjem til Færøerne (når alle er i mod
mig!) ...jeg elsker Færøerne og det er
mit nye hjem.
Jeg håpber vi kan etablerer en dialog
MVH...
Bjarne Skounborg/Peter Lundin
Baksíðan á brævbjálvanum er
samstundis bíleggingarseðil hjá
teimum fongslaðu í Statsfængsel
Østjylland.
Dimma repar seglini
Millum 6 og 10 fólk søgd úr starvi í Dimmusamtakinum. Tey eru nú 41 starvsfólk eftir umframt fimm lærlingar.
Longu tá vit keyptu Vinnuvitan og Vikublaðið var meiningin, at samansjóða bløðini og laga starvsfólkatalið til, og
tað hevur so tikið okkum hesar mánaðirnar við einari summarferiu ímillum, sigur Árni Gregersen, blaðstjóri í
samtakinum. Umskipanin hevur við sær, at KTdeildin, sum annars hevur verið rættiliga stór, nú verður niðurløgd
og tænastan keypt uttan fyri húsið. Tað merkir, at tað ikki longur er brúk fyri teimum fýra starvsfólkunum, sum
hava arbeitt á KTdeildini. Hini uppsøgdu starvsfólkini hava starvast teknisku og søludeildini, umframt, at okkurt
einstakt blaðfólk er sagt úr starvi. Nøkur hava sagt seg úr starvi eisini, so eg fái ikki sagt nærri enn, at tað eru
millum 6 og 10 fólk, sum eru søgd úr starvi í dag, sigur Árni Gregersen. Tað er eingin loyna, at Dimmalætting og
Dimmusamtakið hevur flotið tungt í sjónum, men við teimum umskipanum, sum nú eru farnar fram, roknar Árni
Gregersen við, at tølini á botnlinjuni aftur verða svørt. Men talan verður ikki um nakra broyting í útgávunum. Øll
trý bløðini fara eisini frameftir at koma út sum vanligt, sigur Árni Gregersen, blaðstjóri.