Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 165 - 29. august 2001 Nr. 165 - 29. august 2001 3 Fyrrverandi hýru- vognsførarin Petur Sørensen úr Havn misti í november í fjør starvið í Auto, eftir at hann varð meldaður fyri at hava bukað ein kunda. Nú er hann reinsaður í rættinum, og hann fer at krevja endurgjald frá Auto ENDURGJALD Stefan í Skorini Petur Sørensen kennir seg órættvíst viðfarnan av fyrr- verandi arbeiðsgevara sín- um, Auto. Tí fer hann at krevja endurgjald fyri mista inntøku, og hann fer har- umframt at krevja skamm- bót (tort og sviði). Orsøkin til at Petur Sørensen stevnir Auto fyri rættin er hon, at hann held- ur seg vera uppsagdan uttan haldgóða grundgeving. Tað var fríggjakvøldið tann 24. november, at Petur Sørensen koyrdi ein mann heim við hýruvogni sínum. Maðurin hevði ongan vekslipening og fór tí inn eftir peningi. Hann dettur fleiri ferðir á veg inn og út- aftur. Tá hann kemur til bilin, vil hann hava veksli- peningin fyrst, áðrenn hann letur føraranum sín pening. Hetta gongur førarin tó ikki við til, og tað endar við, at hann ongan pening fær. Tá Petur Sørensen eina- ferð skal hjálpa manninum upp, eftir at hann er dottin fleiri ferðir, vil maðurin vera við, at førarin hevur framt harðskap móti sær. Hetta vísti rætturin tó frá sær. Misti loyvið Tá Petur Sørensen sendir sonin, sum er avloysari, til arbeiðis leygarkvøldið eftir, fær hann at vita, at bilurin hevur mist loyvið, og seinni fær hann at vita, at Petur sleppur ikki at koyra fyri Auto framyvir. – Hetta kom ógvuliga dátt við. Eg havi verið knýttur at Auto í samfull 24 ár, og eg hevði júst keypt mær ein nýggjan bil, sum kostaði mær fleiri hundrað túsund krónur, sigur Petur. Petur hevur roynt at sloppið av við bilin síðani, men tað er ikki eydnast honum enn. So tað hevur verið ein dyggur fíggjarligur smeitur fyri Petur. Hann greiðir eisini frá, at børnini og familjan hava liðið undir hesum skuldsetingum, sum hava hingið omanyvir Peturi tað farna hálva árið. Reinsaður Men nú er Petur reinsaður fyri hesar skuldsetingar. Rætturin metti ikki, at hald var í ákærunum móti honum. Danin, sum meldaði tilburðin til løgregluna, var eftir øllum at døma so dýrandi fullur, at hann er dottin fleiri ferðir og hevur soleiðis fingið onkrar smávegis snuddir. Danin greiddi hinvegin frá í rættinum, at hýruvognsførarin hevði sligið og sparkað hann fleiri ferðir. Petur hevur ongar ætlanir um at fara aftur í arbeiði hjá Auto, men hann ivast ikki í at krevja endurgjald. Hann vil tó ikki nevna nakað krónutal enn. Tað kemur á borðið seinni. Petur arbeiðir nú í fiskivinnuni á landi, har hann forvinnur til lívsins uppihald. Í Auto eru tey hesuferð heldur fáorðað um hetta málið. Tey vistu heldur ikki av, at eitt endurgjaldskrav var á veg. Atli Simonsen er formaður í nevndini í Auto, og hann vil ikki gera nakrar viðmerkingar til málið beint nú. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæri maður, pápi, verfaðir, bróður, versonur og svágur KÁRI JOHANNESEN Fuglafjørður flutti heim til Harran mánamorgunin 27.8. 52 ára gamal. Familjunnar vegna Liljan, Sólvá og Klæmint Viggo og Maria og Bergur Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara kæra kona, mamma, vermóðir, omma og systur MARITA SÁMALSDÓTTIR PETERSEN Tórshavn andaðist sunnudagin 26. august 60 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni hósdagin 30. august kl. 14.00. Fyri tey avvarðandi Kári Hýruvognsførari misti starvið: Stevnir nú Auto Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara góði maður, pápi, verfaðir, abbi, bróðir og svágur PETUR MARTIN DANIELSEN ættaður úr Porkeri og búsitandi í Havn andaðist sunnudagin 26. august, 64 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mikudagin kl. 14.00. Familjunnar vegna Hanna, Armgarð og Durita Tey, ið vilja minnast Petur, kunnu lata KFUM og K í Havn eina gávu á konto í Føroya Sparikassa Ein fyrrverandi hýruvognsførari hjá Auto misti starvið, eftir at ein kundi hevði meldað hann til løgregluna fyri harðskap. Førarin er nú reinsaður og krevur endurgjald frá bilstøðini Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 3 2