Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. oktober 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 205 - 24. oktober 2008 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Eldur í koluni So varð, sum væntað, eldur í koluni. Atfinningarnar regna niður yvir Edmund Joensen fyri ES initiativið. Ein skuldsetur hann fyri undirgravandi virksemi og kravt verður, at løgmaður og uttanríkisráðharrin taka stig til at steðga Edmundi fyri at bøta tann skaða, sum Edmund Joensen hevur framt. Ein annar, formaðurin í uttanlandsnevndini, metir, at initiativið er tað sama sum at mæla til at Føroyar at fara inn í ES umvegis Danmark og harvið avreiða valdið hjá løgtingi og landsstýri. Hann ger vart við, at samgongan, sum varð skipað fyri at skapa stabilitet, má nú finna síni bein og fara seriøst til verka. Tað er umráðandi, at signalini úr Føroyum eru greið, so vit verða tikin fyri fult úti í heimi. So mikið í heilt stuttum um nakrar fáar av atfinningunum. Tað var sjálvsagt at vænta, at reaktiónin fóru at vera ógvuslig og í grundini er tað væl skiljandi. Vit hava í Føroyum sera fastlæstar politiskar strukturar, har hvør ansar eftir sínum og har hvør verjir og røkir sítt kongsríki. Tað er eisini, sum vit gjørdu vart við í gjár, sera óvanligt, at ein parlamentarikari tekur uttanríkispolitisk stig, tí uttanríkispolitikkurin hevur vanliga verið vøllurin hjá útinnandi valdinum. Hinvegin kemur tað fyri í øðrum fólkaræðiligum skipanum, at parlamentarikarar bróta ís millum lond og samgongur, tá støður eru fastlæstar. Tann sera ógvusliga reaktiónin hjá ávísum politikarum átti tí at verði dempað eitt sindur, og heldur átti verði hugt at, hvør orsøkin er til tiltak Edmunds, og hvussu uttanríkisráðið og uttanlandsnevndin kunnu gagnýta hansara initiativ. Hetta verður sagt við tí í huga, at Edmund veruliga hevur skilt ES kommisserin rætt. Hevur kommisserurin, sum nú verður rikið uppundir, als ikki málborið seg, sum Edmund læt ljóða í gjár, so hevur fólkatingsmaðurin ein sera stóran trupulleika. Edmund hevur tikið eitt so at siga privat diplomatiskt stig mótvegis ES. Vit kenna ikki hansara motiv, men tað skuldi ikki undra, um hann, eins og so mangur, hevur mist tolið, tí lítið og einki er hent í samstarvinum við ES. Vit hava ein avoldaðan fríhandilssáttmála, sum ongar menningarmøguleikar gevur samstarvinum. Føroyar eru eitt av heilt teimum fáu europeisku londum, sum ikki samstarvar við ES innan t.d. gransking, útbúgving, mentan og mangt annað. Uttan mun til, hvussu dugnaligir og ídnir allir partar hava verið, so hava vit ikki fingið vøruna. Við hesum í huga kann initiativ Edmunds metast sum ein provokatión til tess at fáa gongd á eitt mál, har einki tykist henda, alt meðan orkan verður nýtt á ein hátt, sum mangan má undra almenningin. Tá alt hetta er sagt, so má ásannast, at Edmund sjálvandi átti at kunnað landsstýri, uttanlandsnevnd og uttanríkisráðharra, áðrenn hann fór á fund við ES kommiserin, so tað slapst undan øllum rokinum. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Eg havi eitt hugskot til tykkum. Hugskotið er ógvuliga einfalt og kann vera við til at prógva, at Tórshavnar kommuna veruliga leggur nakað í tey veiku í samfelagnum og virðir allar borgarar eins høgt Gongugøtan og miðbýurin í Havn er at rokna sum steindeyður ella í minsta lagi í koma. Og ein orsøk er parkeringsøkið yvirav býráðnum á vaglinum. Eitt parkeringsøki er ikki akku­ rát tað lívligasta staðið í verðini, men tað er óluksál­ iga hent at hava hjá fólki... sum hava handikapp. Men har er eitt problem. Hvussu ofta sært tú ein bil, sum hevur eitt handikapp skelti í bilrútinum standa parkeraðan á einum handi­ kapp plássi? Handikapp plássið er næstan altíð tikið, men tað er tí generelt hava lært at skíta á tey. Hetta er partvís orsakað av signalinum, sum kommun­ an sendir út til fólkið. Og tá vit menniskju kunnu venja okkum við alt, so er bara at koma við einum boðskapi nóg ofta, tí til seinast skal fólkið nokk byrja at trúgva tí. Hetta eru "hópoyðingarvápnini" í Irak eitt gott dømi um. Hví er tað altíð 1 útav 10 ella 1 útav 100 plássum, sum er ognað teimum við handikapp? Vil samfelagið vísa, at tey eru "eitt sindur" góð við tey? Og harvið reinsa samvitskuna við at geva teimum ein lítlan bita av kakuni? Hetta minnir um fólk, sum senda ein 100 kr. seðil til eitt barn í Afrika, so tey kunnu anda lætt aftur, hóast tey lættliga høvdu kunna givið fleiri 1000 kr. burtur. Nå, nú er nokk præd­ ika... her kemur hugskotið. Hví ikki gera øll parker­ ingsplássini á vaglinum til handikapp parkerings­ pláss? Um vit taka Tórs­ havnar kommunu, so mann hon fevna um uml. 20.000 fólk. Um vit siga, at á vagl­ inum eru uml. 12 parker­ ingspláss. Eg vildi mett (ella rættari: eg veit), at tað eru fleiri enn 1/1000, sum er handikappaður, men taka vit 1/1000 sum dømi, so haldi eg tað minsta mann kundi gjørt var, at mann gav teimum rímiligar umstøður at parkera. Serliga mitt í býnum!. Sum støðan er nú, so virkar tað sum mann vil hava fólk við handikappi at blíva verð­ andi í síni holu. Um tey ikki koma úr teirra holum, so gera tey heldur ikki vrøvl. At ignorera og tiga tey burtur... tað má vera tað lættasta. Hvussu kiksað er tað ikki, tá tað hevur størri týdning, at geva borg­ arstjóranum sítt egna heil­ aga parkeringspláss, heldur enn at geva fólki, sum hava tørv á eins góð rættindi til. Báðir partar gjalda komm­ unu skatt... ikki sannheit? Orsaka moral prædiku nr.2. Tað glapp. Hetta uppskotið krevur ikki meir enn eina spann av máling, so har skal ongin dýrur arkitektur blandast uppí... so tann umberingin riggar ikki. Men ja, hvat siga tit, sum sita við valdið? Er hetta nakað, sum tiltalar tykk­ um? Um ikki, so vil eg fegin vita hví? Hví ikki ganga undan og vísa á, at mann veruliga leggur nakað í tey handi­ kappaðu? Lat tey, sum hava størstan tørv á einum parkeringsplássi fáa tað... og set so teg sjálvan til viks í teir max 5 min. tað tekur at ganga. Tað er upp til tykkum, um tit velja egoismuna/ dovinskap/líkasælu ella veruliga at ganga undan sum kommuna, tá tað ræður um at vísa teimum veiku í samfelagnum, at tey eisini skulu hava loyvi til at vera her. ps. Eg vóni veruliga ikki, at nakar, sum stillar upp er so ynkeligur, at viðkomandi fer at brúka hetta uppskotið sum valagn. pps. Eg búgvi uttanlands og lesi ikki tey føroysku bløðini. Um nakar hevur eitt aftursvar, so hevði tað verið gott, um viðkomandi kundi sent tað til hrgar@ hotmail.com. Áheitan til Heðin Mortensen og restina av Tórshavnar kommunu hrgar@hotmail.com HERgEIR StAKSBERg Eldraøki eigur at vera lagt út til kommunurnar at umsita. Ójavnt er hvussu nógv ellis­ og røktarheims­ pláss eru í ymsu kommunu­ num í landinum, og tí er ójavnt hvussu stórur tørv­ urin er í hvørjum øki sær. Í Tórshavnar Kommunu vænta ellis­ og røktarheims­ pláss, at bíðilistin á 375 fólk sigur nógv um tann tørv sum borgararnir hava. Vit hava sæð at komm­ unurnar kring landið megn­ aðu at fáa skil uppá barna­ garðsøki, tá tað varð lagt út til kommunrnar. Tað er tí onki at bíða eftir eisini at leggja eldraøki út til komm­ ununar at umsita, tí komm­ unurnar megna at umsita eldraøki. Vit eiga at byggja ellis­ og røktarheim í Tórshavnar Kommunu, ongantíð ov skjótt. Tað eru nógvir borgarar sum kunnu fáa gagn av nýggjum ellis­ og røktarheimsplássum í kommununi. Eldraøki Býráðslimur Valevni hjá Fólkaflokkinum til Tórshavnar Býráð INgA DAHL Gjald fyri valgreinar Fram til kommunuvalið 11. november fer Sosial­ urin at taka gjald fyri val­ greinar. Gjaldið er hálvur lýsingarprísur fyri t. e. 95 oyru + MVG fyri milli­ meturin. At rokna sum valgreinar eru allar grein­ ar, sum valevni skriva ­ og geinar frá øðrum, sum blaðstjórnin metir sum valtilfar. Skipanin verður í gildi fram til kommunu­ valið. Valgreinar skulu sendast við telduposti til post@sosialurin.fo ­ og tær skulu vera rættlisnar og harvið púra klárar at prenta. Blaðstjórin