fríggjadagur 24. oktober 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 sosialurin 24. oktober 2008
Tey flestu munnu gleða seg til jólaborðhaldini, sum
nú eru í hondum. Tað er gott at sleppa at hugna sær við
vinfólki og arbeiðsfeløgum, men afturvendandi og átroðkandi
spurningurin hjá flestu konufólkum er: hvat skal eg fara í…
Pengarnir røkka helst ikki til at keypa eitt heilt nýtt sett av klæðum, og
skalt tú til fleiri borðhald, kann tað skjótt gerast ein dýr søga, um tú skalt hava
ein nýggjan kjóla til hvørt borðhaldið. Hinvegin heldur tú kanska, at tað er ov
keðiligt at fara í tað sama fleiri kvøld –og enntá kanska tað sama, sum tú vart í til
jólaborðhaldini í fjør.
Okkara ráð eru tó, at um tú eigur ein ”lítlan svartan”, kanst tú saktans finna tær
hann framaftur í ár –og nýta hann til øll borðhaldini, um tú skalt til fleiri.
Eigur tú ongan, eru ráðini at ogna tær ein, tí ein svartur kjóli eigur at vera partur
av einum og hvørjum skápi. Fyrimunurin við honum er, at hann kann nýtast umaftur
og umaftur í áravís. Tað einasta, tær tørvar, er at skifta tilhoyri út.
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
Kjólin:
Hvat skal eg fara í
Smúkkurnar skulu nú
vera so stórar og
sjónligar, sum gjørligt.
Tað, vit síggja á
alheims mótapallum júst nú,
eru stórar træperlur, stór hálsprýði
og smúkkur, ið eru yvirvaknsar.
Tað ber eisini til at gera sum
Givenchy, og heingja rúgvuvís
av klønum ketum um hálsin ella
armin í senn.
Tað stutta av tí langa er,
at tú kanst pynta teg í hippie
stíli við stórum træperlum og
blómum, í gotiskum stíli við
krossum og øðrum súmbolum ella
primadonnustíli við diamantum.
Alt er loyvt, so leingi tilhoyrið
sæst væl og veruliga tekur fokus.
Smúkkurnar:
Louis Vuitton leggur fokus
á stórar diamantkendar
steinar, ið nærum fjala
bæði háls og herðar heilt.
MARNI hevur
eisini tikið ovur
stóra smúkku
mótan við og
sýnir her armprýði
í hippiestíli við
stórum blómum
Frakkin:
Her er Madonna farin
í nýggjasta trendin frá
Givenchy, við tíggjutals
ketum um hálsin
Gant heldur á við armykenda stílinum.
Myrkur jakki úr ull og við gullknappum