Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. oktober 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 205 - 24. oktober 2008 13 viðmerkingar Eftir komandi valskeið, eiga vit at kunna siga: “Vit hava yvirtikið ein bý, lagdan undir asfalt, og vilja lata tykkum hann aftur við stein­ settum túnum”. (Frítt eftir Augustus Keis­ ara: "eg havi yvirtikið ein bý úr múrsteini og latið tykkum ein bý úr marmor".) “FráKongabrúnni til Gundadal”. Vit síggja í at kalla øllum miðbýnum, at gongubreyts­ kantarnir eru í knúsi, vit síggja eisini at at kalla allar gongubreytirnar eru asfalteraðar og at rørslu­ tarnað skulu berjast við høgar gongubreytskantar, sum onkustaðni eru høgir sum lágir múrar – hetta er hvørki brúkaravinarligt ella estetiskt. Vit síggja eisini at gøtur verða steinsettar uttan um­ hugsni fyri rørðslutarnaðum. Eisini síggja vit hvussu trø í okkara vøkru urtagørð­ um verða skrykt upp við rót fyri at geva pláss fyri kassaformaðum fyrbils­ skúlum, sum lýta um­ hvørvi almikið fyriuttan at verða varðar fyri komun­ unar gloymsku, hvat skúlabygging viðvíkjir. Vit hava enntá sæð, hvussu trø og runnar verða tikin burtur fyri at geva pláss fyri hissini gróti, sum er tikið úr haganum at leggja út ístaðin. Tað er sum ein skrímsla er farin niðan gjøgnum býin. Vit skulu fara uppá val at fáa hesi tingini í rættlag, vit eiga at fara undir aftur “fríðkan av býnum” so borgarin sær og skilir hvat teirra peningur verður brúktur til. Vit eiga at hava virðing fyri peningi borgaranna – sum polittikarar í Bretlandi siga: “taxpayers money”. Vit fara at arbeiða fyri at allur miðbýurin verður snøggaður við vøkrum flísa­ løgdum og steinsettum gongubreytum og plássum/ túnum, sum í støðum verða takt við glasi og fríðka við lampum, beinkjum, blómu­ kassum og barnavinarligum hentleikum. Vegir/gongubreytir skulu allastaðni verða nýtiligar hjá rørðslutarnaðum. Býarskipanin Býarskipanin fyri allan býin skal endurskoðast fyri at dagføra hana til framtíðina. Dispositiónsætlan verður gjørd fyri alla kommununa, sum skal leggja upp fyri komandi tilflyting av øllum tí ungfólki, ið fer at koma higar at byggja vitanar­ samfelagið. Tær nógvu ætlanirnar, sum hava sæð dagsins ljós í seinastuni – summar eru igongdsettar og aðrar á pappírinum – eru sum tiknar úr leysari luft og uttan samsvarð við higartil gjørdar ætlanir, hóðast ørgrynna av byggilendi er í Suðurstreym, er farið niðan í fjøllini at byggja. Vit minnast frálíku ætlanina hjá Tórshavnar kommunu frá 1986 “Havn­ in í næstu Framtíð” og var her serliga nógv gjørt burturúr at byggja nýggjan bý “Hoyvíkshagi Suður”. Her var talan um rætti­ liga býarbygging við visiónum, og var nógv arbeiði lagt í at visualisera (tekna) ætlanina so fólk skiltu intensiónina við hugnaligum gøtumyndum og plássum at savnast á. Henda ætlan verður nú gjøgnumførd í fullkomiliga avskeplaðum skapi, uttan tað ætlaðu býarbygging, sum var intensiónin tá. Vit eiga at taka ætlanina fyri Hoyvíkshagan upp til endurskoðan (tað er ongan­ tíð ov seint) og dagføra hana til nýggjastu tankar­ nar innan býar­ og bústaða­ bygging. Nevnast kunnu eisini íbúarbyggingin undir Kongavarða, Stóratjørn og meir ella minni fantasi­ fullar byggingar á Skála­ trøð, sum allar eru “sera interressantar”, sum leiðslan í býráðnum tekur til – ikki so at skilja, nógv í hesum ætlanum eru skilagóðar loysnir og vilja geva býnum eitt handilsligt og mentanarligt tilskot. Vit skulu komandi taka lógvatak saman, at bera so í bandi, at Havnin gerst ein vakur og góður býur at búgva í, til frægd fyri øll sum búleikast her, til gleði fyri alt Føroya fólk og til vitjandi uttanífrá, sum koma higar sum ferðafólk at skoða land okkara ella at samstarva við okkum. Býarbyggingin í Havn væntar nú allar góðar kreftir at fara til verka. Vit eiga at fáa gongd aftur á Býarbygging í Havn valevni fyri Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu Albert Isfeld Var á fundi, tá valevnini til Eldraráðið í Tórshavnar kommunu greiddu frá sínum sjónarmiðum. Tey løgdu sínar valskráir greitt fram, og tað var eyðsýnt, at her var eitt øki, har nógvir batar eru fyri neyðini. Spurningarnir vóru nógvir, men felags fyri nógvar var, at Eldraráðið, sum er ráðgevandi hjá Tórshavnar kommunu, kann ikki gera stórvegis við teir. Tí eldraøkið er ikki ein kommunalur spurningur. Hetta er eitt málsøki, sum landið og kommunur­ nar samdust um, at landið burtur av skuldi taka sær av, tá kommunurnar tóku alla barnaansingina upp á seg. Ferð hevur síðani ver­ ið á loysnunum á barna­ ansingarøkinum. Tað sama kann ikki sigast um eldra­ økið. Har vanta pláss og møguleikar í ólukkumat. Nakað hevur verið gjørt, treyðugt so. Landsstýrið egndi kommunurnar við, at tað vildi gjalda helvtina av hvørjum ellis­ og røktar­ heimsplássi, tó ikki meir enn 500.000 kr pr. pláss, um kommunurnar átóku sær hina helvtina. Hóast kommunurnar treyðugt vildu lata seg lokka út á hesa glíðibreyt­ ina, tí landið eigur máls­ økið, so ásannaðu fleiri teirra, at støðan á eldra­ økinum var so mein, at tær gjørdu nakað kortini. Tað hevur eisini verið gjørt í Tórshavnar komm­ unu. Heim við tilsamans eini 60 plássum eru fingin til vega tey seinastu árini. Hetta hevur ikki verið ókeypis, og trupulleikin við hesum er, at hesi átøk kunna taka frá øðrum tæn­ astum, sum kommunurnar hava lógarskyldu til at halda uppi. Upp aftur verri er, at lóg­ in um stuðul til eldraøkið hevur ikki fylgt við dýr­ tíðini. Tað merkir, at eitt røktarheimspláss, sum fyrr kostaði um eina miljón at fáa til vega, nú er farið at tátta í 2 milliónir, men landið rindar framvegis bara ½ mió kr. til hvørt plássið. Glíðibreytin er vorðin ein kostnaðarmikil veru­ leiki, og kommunurnar rinda fleiri ferðir tað, sum landið rindar, fyri at útvega røktarheimsplássini, hóast hetta í prinsippinum er eitt landsmál burturav. Soleiðis er tann formliga støðan í málinum. Men hvør spyr eftir slíkum formalitetum, tá neyðin er í durunum, tey gomlu liggja óhjálpin og tey avvarðandi geva upp? Sjálvandi skal Eldraráðið trýsta á, at tey gomlu, sum hava brúk fyri tí, fáa nøkt­ andi umstøður. Tórshavnar kommuna er eisini sinnað at gera sítt og vit vilja strongja á, at avgerð verður tikin um, hvør skal hava ábyrgdina av eldraøkinum, so vit rættiliga kunna koma í gongd á loysa málini til frama fyri borgarnar. Um tað verður landið ella kommunurnar, er brúkarunum líka mikið. Bara málið verður loyst, so rættilig gongd kemur á at útvega eldri og óhjálpnum hóskandi bústaðir. Tey gomlu og býlini varaborgarstjóri JógvAn Arge Samstundis sum vit inn­ flyta stórar mongdir av rúsdrekka, nokta vit okkara egnu bryggjarívinnu at framleiða nakað, sum er sterkari enn 5,8%. Tað vit vilja við broyt­ ingini í rúsdrekkalógini er at taka burtur tann miss­ mun, sum í dag verður gjørdur millum útlendskar fyritøkur og føroyskar fyri­ tøkur, og at geva bryggjarí­ vinnuni møguleika at mennast í egnum landi. Tú kanst í dag fara og keypa tær eina fløsku av Cognac úr Fraklandi, Sherry úr Jerez í Anda­ lusia, reyðvín av víngóðsi í Australiu, snaps framleidd­ an í Ålborg, Vodka úr Finn­ landi, skotskt visky – ja, úrvalið á hillunum er stórt av vørum frá øllum heims­ herðashornum. Men í Klaksvík liggur eitt bryggj­ arí, sum ikki sleppur at bryggja nakað, sum er sterkari enn 5,8%. Vit innflyta stórar mongd­ ir av rúsdrekka sum hevur úr nøkrum fáum upp í 60 rúmprosent alkohol, og vit loyva sølu av hesum gjøgn­ um einkarsølur kring land­ ið. Vit diskriminera okkara egnu vinnu, tá vit loyva innflutningi av vørum, sum vit nokta okkara egnu vinnu at framleiða. Í løtuni er tað fyrst og fremst ølbryggjarívinnan ið er veingjaskerd og ikki hevur møguleika at menn­ ast, sum hon ynskir. Bert eitt bryggjarí í landinum er eftir. Eingin ivi eru um, at galdandi rúsdrekkalóg stik­ ar hesa fyritøku inni, og skerjir hennara møguleikar at vaksa ­ bæði á heima­ marknaðinum og á útlend­ skum marknaðum. Ójavni í mun til Hoyvíkssáttmálan Fyri at javnseta føroysk, íslendsk og onnur útlendsk bryggjarí eigur rúsdrekka­ lógin at verða broytt soleið­ is, at til ber hjá føroyskum bryggjaríum at bryggja og útflyta øl, sum er sterkari enn 5,8 %. Hoyvíkssáttmálin letur upp fyri kapping, og megin­ reglan er, at somu kapping­ artreytir skulu galda fyri føroysk og íslendsk feløg. Íslendsk bryggjarí kunnu framleiða og selja á íslend­ ska marknaðinum og út­ flyta til onnur lond alskyns øl og brennivín. (Íslendsk bryggjarí kunnu tó ikki innflyta sterkt øl til Før­ oya). Vegna avmarkingar­ nar fyri framleiðslu eru møguleikarnir hjá føroysku bryggjarívinnini at kappast á marknaðum uttan fyri Føroyar sera avmarkaðir. Hetta er ikki einans óhepp­ ið fyri bryggjarívinnuna, men missa vit sum land eisini møguleikan at gera vart við okkum við einari vøru, sum vit kundu nýtt at branda land okkara við. Føroya Bjór, stolta bryggjaríið í Klaksvík, hevur í 120 ár fingist við handverkið at bryggja øl. Bryggjaríið hevur sum kunnugt vunnið fleiri kapp­ ingar uttanlands fyri gott øl, og smæðist á ongan hátt burturímillum. Sjálvandi átti fyritøkan at havt allar møguleikar til at bjóða sína vøru fram og at luttikið til átøk í Evropa, og øðrum londum við – undir somu treytum sum bryggjaríini Klaksvíks­fyritøkan kapp­ ast við. Men, tað kann hon bara so leingi talan er um øl veikari enn 5,8 %. Og trupulleikin er, at treytin fyri at luttaka í fleiri av kappingunum oftani er, at ølið skal hava eitt rúmpro­ sent, sum liggur nakað hægri – til dømis 6,5%. Tað er eyðsæð, at tað at vinna eina kapping um besta ølið, hevur sera stór­ an marknaðarføringstýdn­ ing. At møguleikarnir hjá føroyskum bryggjaríum at bryggja sama øl, sum verð­ ur bryggjað aðrastaðni, skerjir heilt einfalt teirra møguleika at vaksa um sín marknaðarpart. Øl partur av gourmetvinnu Øl er seinastu árini komið nógv í fokus sum týðandi partur av einari matvinnu, sum byggir á dygdargóðar rávørur. Hetta er ein vaks­ andi vinna í londunum kring okkum, og øl verður nógv nýtt afturvið einum góðum bita á matstovunum. Omanfyrinevnda bryggj­ arí hevur eisini slóðbrót­ andi ætlanir í mun til at bryggja serstakt øl, har føroysk rávøra verður nýtt – til dømis hvonn, tari og rabarbur. Øl til kræsnar gómar er ein nissjuvinna, har vit kunnu gera okkum galdandi. Sterkari løgir Í løtuni er einki bryggjarí, sum bryggjar aðrar vørur enn øl. Men, havandi í huga, at loyvt er at innflyta og selja vín, heitvín og brennivín, eigur hetta eisini at verða loyvt at framleiða í Føroyum. Strangar treytir skulu sjálvandi setast til góðkenning av framleiðslu­ virkjum og umstøður at bryggja sterkt. Eingin ivi er um, at eisini her er ein marknaður – ikki minst um vit hugsa um ferðavinnuna og teir mongu útlendsku gestirnar, ið vitja oyggjarnar. Hvat hevði verið meira natúrligt enn at til bar hjá ferðamanninum at hava eina fløsku av hvonn­ snapsi, rabarbuheitvíni ella visky, framleitt úr reina føroyska vatninum, við sær heimaftur av vitjanini. Kjarnan í hesum máli er, at tað má vera samanhang­ ur ímillum tær vørur, ið vit loyva at innflyta og selja, og tað, sum til ber at framleiða í Føroyum. Burtur við forðingum fyri føroyskari framleiðslu bJørt sAmuelsen