fríggjadagur 24. oktober 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin 24. oktober 2008 13
Skógvarnir skulu í vetur vera
høghælaðir, og høgir hælir
hóska sera væl saman við lítla
svarta kjólanum.
Mótin við skóm, ið røkka
upp á øklarnar, heldur fram,
men nú verður spakuliga farið
frá rúmligu og rundu 70’ara
skónum og yviraftur til spísku
skógvarnar, har tærnar ikki
hava tað serliga rúmsátt.
Tað er eingin ivi um, at
sokkabuksurnar í vetur skulu
vera littar. Svartar sokkabuskur
eru í løtunum bannlýstar á
mótapallunum kring heimin,
og flestu av stóru sniðgevunum
vísa sokkabuksur í sterkum og
øðrvísi litum.
til jólaborðhaldið?
Tá tað kemur til taskur, er vetrarmótin
ógvuliga breiður. Vit síggja alt frá
heilt stórum taskum, ið minna mest um
ítróttartaskur, til smáar pungar og heilt
smáar eskjur við honk, ið bert hava rúm fyri
visakortinum og eini varrastift.
Taskurnar frá sniðgevunum eru tó næstan ikki
keypandi, tí tær eru so dýrar. Men av tí, at
taskan er ein týðandi partur av tilhoyrinum, eru
fleiri heimasíður, ið leiga hesar dýru og smartu
taskurnar út. Hesar heimasíðurnar fylgja væl
við, og fáa allar tær nýggjastu
taskurnar frá stóru sniðgevunum
rættiliga skjótt eftir, at tær koma
á marknaðin.
Leitar tú á netinum finnur tú eitt ótal av hesum
heimasíðunum, her eru bert nøkur fá uppskot.
Ymiskt er hvørjar treytirnar og prísirnir eru, so tað
er vert at kanna tað væl, áðrenn leigað verður.
www.handbaghirehq.co.uk, www.kissmybag.
com, www.bagborroworsteal.com, www.
frombagstoriches.com , www.fashionhire.co.uk
Taskan:
Eleyki Shimoto
Paul Smith
Skógvarnir:
Vera Wang
Jean Paul Gaultier
Sokkabuksurnar:
Max Azira hevur gjørt enn eina kollektión
við íblástri úr 40’unum. Víðir frakkar við ¾
ermum, sera klassiskt og feminint
Giorgio
Armani sýnir
her eina
av heitu
kápunum,
sum vera
nógv at
síggja í vetrar
mótanum.
Hendan er
úr pelsi, men
tær eru í fleiri
sniðum og
seymaðar úr
fleiri sløgum
av toyi. Eisini
síggja vit
bundnar kápur
í vetur
Hyggja vit at yvirklæðunum, so er
munurin ikki so stórur frá í fjør. Vit
hava enn dupultknappaða frakkan,
sum í ár bert hevur fingið nakrar
eyka smálutir.
Armystílurin, sum kom fram í fjør,
heldur eisini fram í vetur.
Ìblásturin frá stílfullu 40’unum
heldur eisini fram, við ¾ ermum og
pyramidusniði.
Eitt nýtt snið er tó komið afturat
innan yvirklæðir, tí í vetur síggja
vit nógvar kápur og poncho. Tær
fáast í øllum sløgum av toyi, pelsi
- og eisini bundnar. So skalt tú vera
í smartasta plagginum uttanyvir,
so er tað eina slíka kápu, tú skalt
ogna tær.