fríggjadagur 24. oktober 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 205 - 24. oktober 2008
Bussleiðin í Tórshavnar
kommun varð kosin “Besta
átak 2008”.
Metingarnevndin segði m.
a., at “Virðislønin verður
givin fyri eitt serliga fram
skygt átak, sum fremur
nýhugsan og er ein jalig
fyrimynd fyri onnur”.
Henda heiður eru vit í
býráðsleiðsluni sera fegin
um og stolt av. Tað er sera
umráðandi, at vit fram
haldandi røkja og menna
Bussleiðina. Umframt at
tað er ókeypis at koyra
buss, hava vit økt um
túratalið í Havn, úr tveim
um upp í tríggjar ferðir um
tíman. Næsta stigið má
verða at økja um túratalið
til Kollafjarðar, Kaldbak,
Kirkjubø og Velbastaðar.
Somuleiðis at endurskoða
ferðaætlanina á kvøldi og í
vikuskiftunum.
Í 2010 gongur verandi
sáttmáli út, tí er umráð
andi, at nývalda býráðið
beinanvegin fer undir at
endurskoða og fyrireika
broytingar í skipanini.
Vit í Javnaðarflokkinum
halda “kósina”. Vit vilja
framvegis hava Bussleiðina
ókeypis og virka fyri, at
hon røkkur út til allar
borgarar í kommununi. Við
eini vælvirkandi bussleið
røkka vit somuleiðis
málinum, um at minka um
Co2 útlátið til frama fyri
eini reinari kommunu.
Bussleiðin skal røkjast og mennast
Býráðslimur
Javnaðarfloksins í
Tórshavnar býráð
Elin
lindEnskov
Eftir áheitan, og eina um
hugsanartíð havi eg valt
at stilla upp til býráðs
valið í Tórshavnar
kommunu.
Orsøkin er tann, at eg
havi altíð havt áhuga í
samfelagsviðurskiftum
og havi luttikið í ymsum
felagsarbeiðum. Taki
vanliga lut í orðaskiftum
um samfelagspurningar
manna millum.
Eg vil virka fyri eini
støðugari menning av
viðurskiftunum í
kommununi við m.a:
• Framhaldandi útbygg
ingar innan ítróttar ment
anar og skúlaøki
• Tryggari ferðsluviður
skiftir í kommununi, ser
liga við atliti við skúlar
og fólk til gongu
• Á tal við vinnulívið í
kommununi
• Fíggjarligt skynsemi
Saman byggja vit eina
kommunu við einum
sterkum altjóða høvuðs
staði og við livandi
bygdum og býlingum!
Eina greiða og sterka
rødd í Tórshavnar býráð!
Hetta gera tú og E
saman!
X við Jákup Símun
Simonsen á lista E
á lista E
Jákup símun
simonsEn
Tað sæst á Høllini á Hálsi
baði innan og utttan, at
hon ongan góðan hevur.
Høllin verður brúkt
nærum 24 tímar um
døgnið, av ítróttarfólki í
ýðkar innandura ítrótt.
Høllin hevur alstóran
týdning, serliga fyri hond
bóltin, flogbóltin og fim
leikin. Øll vit hava brúk
fyri Høllini á Hálsi, hon
hýsir skúlunum í dagtím
unum, samkomunum ávis
vikuskiftir, ja sjálvt vinnu
lívið leitar sær niðan í
Høllina, ja hvør hevur
ikki brúk fyri Høllini á
Hálsi. Høllin hevur verið
karmur um slóðbrótandi
ítróttartiltøk, menturtiltøk,
ella rættari sagt, hvat var
Havnin uttan Høllina á
Hálsi, hvat hevur hon ikki
givið okkum?
Vit hava fingið frá
býráðnum fleiri ferðir, at
umfatandi umvælingar
skuldi fara fram, so Høllin
bleiv nútímansgjørd, eitt nú
við einum venjingarbana
eystanfyri. Hetta hevði
givið møguleika fyri at
tvey lið kunnu venja í
senn. Hetta hevði bøtt
munandi um tann ovur
honds stóra tørv sum hond
bóltsfeløgini í havn hava.
Hondbólturin og høllin á
Hálsi eru afturúrsilgd og
hava ringt við at vinna
somu sømdir sum hini
ítróttarfeløgini.
Høllin á “Hálsi” hevur
enn einaferð tapt slagið
um havnina, býráðið hevur
svikið Høllina á Hálsi.
Hondbólturin hevur enn
einaferð fingið eitt skot
fyri bógvin. Tað er hug
stoytt at síggja høllina fara
sum hon ferð. Høllin hevur
verið karmur um mangar
spennandi hondbóltsdystir,
landsdystir og ikki minst
Europacupdyirnar sum
fluttu okkum lang á leið,
hvat hondbóltinum
viðvíkur. Høllin hevur
uppiborið at verða dagførd
og nútímansgjørd.
Hetta verður eisini loyst
tá vit aftur taka við
leiðsluni í býráðnum.
Býráðsmeirilutin sveik
Høllina á Hálsi
valevni á lista B
Annfinn
BrEkkstEin
”Lat okkum brúka Ítróttar
høllina í Kollafjørði til
ungdómshús”, hetta var ein
lutakari skjótur at svara, tá
ið vit høvdu valcafé/kjak
fund í Café Chil´l í Kolla
fjørði í kvøld. Eitt av evni
num ið vit umrøddu var
trivnaðin hjá børnum og
ungum í Kollafjørði.
Tørvur er á ungdómshúsið:
Tað var eisini fitt av
ungdómi tilstaðar í Café
Chil´l, tey vístu eisini á, at
tørvurin var til staðar.
Hetta var annars ein góður
og konstruktivur fundur,
har nógv gott kom fram frá
bygadarfólkinum.
Stórt pláss í ítróttarhøllini:
Har kom eisini fram, at í
Ìtróttarhøllini í Kollafjørði,
eru tvey stór loft uppá 300
fermetrar í part.
Tey flestu fundarfólkini
og valevnir hjá Javnaðar
flokkinum vóru samd um,
at her eru møguleikar við
at brúka loftini í Høllini til
ungdómin. Har tey føla, at
hetta er teirra stað og við
námsfrøðiligum eftirliti,
sum eg fyrr havi skriva um
í lesarabrævið, um
støðuna.
Eg havi eisini fyrr sagt,
at eg ætli mær, at gera
nakað við málið, um eg
verið valdur inn 11.11.08.
Tann besta loysnin hevði
verið, at bygdt ein nyggjan
frítíðarklub, har frítíðar
skúlabørn og ungdómurin
kundi búðleikast. Tað sama
vil eg arbeiða fyri í Hoy
vík, við ætlani um ein
frítíðarmiðdepil.
Frítíðarskúlabørnini í
Kollafjørði hava ikki
góðar karmar:
Frítíðarskúlabørnini í
Kollafjørði, halda til í sera
vánaligum karmun, saman
við við
barnagarðsbørnum. Í
framtíðini skal byggjast
nýggjur barnagarður og
nýggjur frítíðarskúli.
Lat okkun halda fokus á
ungdómin fyrst og brúka
ítróttarhøllina til
ungdómshús:
Men, lat okkum fyrst
fara og hyggja uppá møgu
leikum fyri, at brúka Ítrótt
arhøllina í Kollafjørði til
ungdómshús.
Hetta er ikki í lagið, at
ungdómurin, skal vera ident
itetsleysur og flaksa ymsa
staðni í bygdini. Nej hetta
er eitt mál, sum skal takast
upp beinavegin. Eg farið, at
arbeiða víðari við sakini um
eg verið valdur inn í Tórs
havnar býráð. Tí eg brenni
fyri sakini. Tit frætta aftur
frá mær. Vel Levi Mørk,
valevni á lista C
Vit hava eina møguliga loysn
til ungdómin í Kollafirði
lEvi mørk
Høli okkara eru
niðurpínd og óforsvarlig.
So stutt kann tað
sigast. Í meira enn 25 ár
hevur Tórshavnar
musikkskúli verið undir
veingjabreiði Tórshavnar
býráðs. Býráðið hevur
altíð verið positivt og
stuðlandi mótvegis
musikkskúlanum, og tað
eru øll, ið varða av, sera
takksom fyri.
Næmingatalið er
vaksið stútt og støðugt,
soleiðis at tað í løtuni
ganga 613 næmingar á
skúlanum. 9 fulltíðar
lærarastørv eru – tilsam
ans eru tey 41.
Hesi árini hevur
musikkskúlin í Havn
ment seg til eitt
tónlistamentanarligt
lokomotiv í føroyska
samfelagnum, har
frægastu rútmisku og
klassisku tónleikarar
landsins geva eitt stórt
mentanarligt íkast til
trivnaðin í
høvuðsstaðnum, har ið
tónleikarapisur ein fyri
og onnur eftir, verða
kleiktar.
Vit kunnu nevna tón
leikaspælistovur, ymsu
barnakórini, samstarv við
studentaskúlan í
Hoydølum um
t.d.sangleikin ”Hair”,
stóru harmoniorkestrini,
miðnámsskeiðið, ið
hevur vakt ans uttanlands
fyri góð úrslit. Vit kunnu
nevna tónleik fyri brekað
og ta sera jaligu
umboðanina, ið
musikkskúlanæmingar
hava í Havn og á ferðum
uttanlands.
Alt hetta verður skapt í
einum umhvørvi, ið als
ikki er hóskandi, heldur
ikki forsvarligt.
Undirvísing í tónleiki
fer oftast fram sum
einaundirvísing, og tað
sigur seg sjálvt, at nú fer
at tátta í, tí hølini eru so
fá.
Á Frúutrøð 1. eru tey:
4 stovur í niðaru hædd og
5 undir vaðingini +
GHMhølið, sum kann
lænast, tá ið GHM ikki
nýtir tað.( Eisini skal
nevnast, at í hesum 50
ára gamla barakkhúsinum
heldur øll fyrisitingin hjá
Tórshavnar kvøld og
ungdómsskúla til.)
Skansastova er mið
depil fyri alla rútmiska
frálæru:
Hetta er eitt gamalt
pakkhús við
betongkjallara uttan
vindeygu. Ovara hæddin
er viður og bleytar
eldfimar plátur. Eingin
ventilatión og ongar neyð
dyr. Luktar illa.
Felags fyri bæði húsini
er: eingin ljóðbjálving,
og í neyðstøðu slepst illa
út.
Í hesum fáu hølum
verða teir 613
næmingarnir undirvístir
allar vikudagarnar.
Summir lærarar eru so
illa kroystir, at teir rekast
um á kommunalu skúlun
um og enda við at undir
vísa heima hjá sær
sjálvum.
Nógv eru ljóðførini, t.
d. læra 100 at spæla
guitar, 175 klaver, 100
violin, 20 bass, 40
messingblástur, 50
klarinett, 40 sello, 50
tvørfloytu, og 50
blokkfloytu + nógv, nógv
onnur.
Til teori ganga 420
næmingar, sangararnir
eru 160 og síðan er at
nevna orkestrini:
Harmoniorkestrið,
messingorkestrið, slag
verksorkestrið, kamar
orkestrið, Big band, sym
foniorkestrið,
guitarbólkar, og hesi hava
øll fastar venjingartíðir.
Bíðilistin er
endaleysur. Í løtuni
standa 2.394 børn á
hesum lista.
Vit eru vitandi um eitt
gott øki á Lutzenstrøð,
sum býráðið langtsíðani
hevur nevnt sum
møguligt øki til ein
nýggjan musikkskúla.
Eisini eru onnur støð
nevnd.
Í næstum verður
býráðsval, og her vilja vit
– lærararáðið á
musikkskúlanum saman
við túsundtals foreldrum
staðiliga heita á tykkum
politikkarar um at
arbeiða fyri okkara søk.
Býurin veksur við
sjeymílaferð.
Fleiri kanningar hava
langtsíðani staðfest, at
tað at fáast við tónleik og
annan kreativitet, fremur
innlæringarevnini hjá
børnum.
Haraftrat fyribyrgir tað
kriminaliteti.
lærArAráðið
í musikk
skúlAnum
og forEldrA
Bólkurin
Gevið Tórshavnar býi ein nýggjan musikkskúla
Eina greiða og sterka rødd í býráðið!
viðmerkingar