fríggjadagur 24. oktober 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 205 - 24. oktober 2008
15
BØKUR
Fornermað bókadrotning
Hon er 'pissihamrandi
súr' yvir, at hon ikki fær
størri viðurkenning fyri
sínar bøkur. Spurningurin
er, um tað er vantandi
góðska ella snobbarí, sum
ger, at høvundurin Hanne
Vibeke Holst ikki rættiliga
sleppur upp í part innan
fínmentanina
Bókakjak
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosailurin.fo
Stóra lesarafjøldin elskar bøkur
nar hjá danska rithøvundanum
Hanne Vibeke Holst. Kortini er
tað ongantíð eydnast nakrari av
teimum at koma í nánd av teim
um høgt mettu bókmentavirðis
lønunum innan sokallaða fín
mentanarliga umhvørvið. Tað má
Hanne Vibeke Holst eftir øllum
at døma læra seg at liva við. Men
hon noktar at finna seg í, at hetta
er í ferð við at útiloka hana frá
øllum bókavirðislønum yvir
høvur. Faktiskt blunkar hon ikki
við at siga, at hon varð 'pissi
hamrandi súr', tá hon í fjør ikki
fekk virðislønina hjá bóka
handlunum, De Gyldne Laurbær,
fyri metseljaran Kongemordet.
Tá so sama bók ikki bleiv so
mikið sum innstillað til Læsernes
Bogpris, var ovboðið hjá Holst.
– Eg havi jú for helviti túsunda
vís av bókasavnslesararum, sum
ikki skulu vera flovir av bóku
num, teimum dámar. Hetta
nærkast berufsverbot, segði
Hanne Vibeke Holst herfyri í
samrøðu við Politiken.
Ov eintýddur boðskapur
Nú triðja bókin í røðini hjá Holst
um kvinnur og vald, skaldsøgan
Dronningeofret, júst er komin út,
er lív aftur komið í kjakið um
vantandi viðkenningina av
metseljandi høvundanum. Onkur
vil vera við, at Holst er vorðin
besta dømi um, at er ein høv
undur fyrst einaferð frystur úti í
bókmentaliga umhvørvinum, er
so at siga ongin vegur inn aftur í
hitan. Ferð er við øðrum orðum
komin á eina sjálvvirkandi
útskúgvingarmekanismu, sum av
sær sjálvum úthýsir allar rit
høvundar, sum selja serliga væl.
So einfalt er tað tó ikki í dømi
num við Hanne Vibeke Holst,
meinar bókmentafrøðinginum,
Anne Fastrup, sum hevur greinað
skaldsøgurnar hjá høvundanum.
Sambært henni er trupulleikin
hvørki, at Hanne Vibeke Holst
skrivar ov vánaliga ella selur ov
væl. Trupulleikin er, at hon
gloymir at kanna kompleksitetin
í teimum tvídráttum og persón
um, sum hon viðgerð í sínum
bókum.
– Um tú vilt við í fína selskap
ið, ber ikki til at hava ein ein
týddan boðskap, tú vilt út við.
Men tað hevur Holst. Tí verða
hennara persónar og tvídráttir
oftast eintýddir og skematiskir.
Og tað er ikki serliga áhugavert
fyri onnur enn tey, sum leita eftir
eintýddum loysnum á lívsins
spurningar, sigur Fastrup við
blaðið Information.
Sambært Fastrup røkkur hug
flogið hjá Holst sjáldan longri
enn til bara at venda kynsleik
lutunum á høvdið. Hennara máti
at meta um, nær kvinnur klára
seg væl, snýr ikki um annað enn
styrki, politiskt vald, ávirkan og
at duga væl at føra seg fram í
fjølmiðlunum. Also somu keði
ligu kriteriu, sum menn verða
mettir út frá. Kvinnurnar, sum
ikki tora at taka við avbjóðing
um, men blíva bleytar og fáa
børn, hevur Holst harafturímóti
bara vanvirðing fyri, sambært
Fastrup.
Ov seint?
Hesum er MarieLouise Kjølby,
bókmentafrøðingur, als ikki
samd í. Hon hevur ummælt
nógvar av bókunum hjá Holst og
vísir aftur, at hennara persónar
eru einsháttaðir. Tvørturímóti
heldur hon bøkurnar hjá Holst
vísa, at kvinnu og mannfólka
leiklutirnir netupp ikki eru
bundnir at kyni men at valdinum
og teimum leiklutum, vit hava
her í lívinum
– Tá pallurin er politikkur, er
tað natúrligt, at skaldsøgan
snarar um vald og ávirkan. Men
bøkurnar hjá Holst snúgva seg jú
ikki bara um vald, men eisini um
tað, menniskju mugu ofra fyri
valdið. Útgangsstøðið í bókunum
er, at um tú ikki tolir luktin í
politikki, mást sleppa tær burtur.
Og tað haldi eg vera eina rætti
liga realistiska lýsing, tí í poli
tikki nyttar tað lítið at seta seg
niður at lippa, sigur Kjølby við
Information.
Sambært henni líkjast atfinn
ingarnar hjá Fastrup mest gamla
ideologikritikkinum frá 70‘unum,
har man sat og metti um skald
søgupersónar út frá onkrum slag
av uppalingarmátistokki.
Hvussu er og ikki, so er met
seljandi bókadrotningin fram
vegis fornermað og má enn finna
seg í at hoyra um lesandi, sum
verða rádd frá at skriva uppgávur
um hennara bøkur.
Um tað fer at blíðka Holst, at
Dronningeofret nú fær eitt
rósandi ummæli fyri og annað
eftir, er ilt at vita. Fyribils hevur
hon boðað frá, at skuldi tað hent
at skaldsøgan vann De Gyldne
Laurbær, má hon tíverri siga:
– Vita tit hvat, vinir nú tað
dekan og seint, sigur Hanne
Vibeke Holst, sum í sama anda
drátti viðgongur, at hon nokk
kortini hevði svølgt súrligu, gyltu
berini.
Kvinnur og vald
Bókin Dronningeofret er seinasta bókin í trýverkinum hjá Hanne
Vibeke Holset um kvinnur og vald í nútíðar danska samfelagnum.
Elizabeth Meyer, formaður í danska Sosialdemokratiska
flokkinum hevur eina missión: at vinna stjórnarvaldið á komandi
valinum og harvið gerast fyrsti kvinnuligi forsætisráðharrin í
Danmark
Elisabeth er ein av ”hørðu dreingjunum”. Hon vil og torir at
taka valdið og leiðsluna á seg. Tí tekur hon tað eisini púra róligt,
tá hon orsakað av sínum jødiska uppruna verður hótt eftir
lívinum av islamiskum fundamentalistum.
Við sínum mongu royndum í donskum og altjóða politikki, er
hon fullgreið yvir, at politikkur hevur sín prís. Men hon veit
eisini, at ein nógv lúnskari fíggindi enn deyðshóttanir er við at
oyðileggja hana. Í trý ár hevur Elisabeth Meyer nevniliga fjalt
fyri øllum, at hon hevur byrjandi Alzeimersjúku, sum hon
veit, skjótt fer at merkjast á henni.
Tíðin, hon hevur eftir at røkka politiska toppinum, er við at
renna út. Tí má hon tryggja sær, at politiski samstarvsfelagin
Charlotte Damgaard stendur klár at taka yvir, áðrenn
ræðandi sjúkan av álvara fær takið á Elisabeth Meyer.
Dronningeofret er sjálvstøðugt framhald av metseljararnum
Kronprinsessen og Kongemordet.
Túsundtals lesarar er eftir øllum at døma ikki nóg stór viðurkenning fyri rithøvundan Hanne Vibeke Holst, sum kennir seg útifrysta av fínara
bókmentaumhvørvinum