fríggjadagur 24. oktober 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin 24. oktober 2008 15
Í dag er tað so vorðið so
modernað at gifta seg, skiljast
sundur aftur og so mínsann
eisini giftast uppaftur. Burturúr
slíkum brøgdum koma millum
annað fyribrigdi sum ‘tíni børn’,
‘míni børn’ og ‘okkara børn’.
Og so alt tað sum hetta førir
við sær av fløkjasligum manna-
relatiónum.
Hugsaði at hendan myndin
á modernaða familjuni eisini
kundi brúkast um hvat fer
fram í hesum árum, tá ið virki
og fyritøkur leggja saman í
Føroyum, skiljast aftur og so
aftur leggjast saman við onnur.
Tá er eisini talan um eitt slag av
tínum børnum, mínum børnum
og okkara børnum.
Ymisk menniskju renna sam-
an, ymsar virkis-mentanir buldra
saman og so gera leiðslur alt
í millum himmal og jørð fyri at
sjóða saman hesar andsligu
munir við ‘team-building’ og
vónandi skapa ein nýggjan og
sterkari felags virkis-kultur.
Hvat hendir so tá ið ein
samanløgd fyritøka heldur
jólafrokost? Tað má enda galið
hugsar onkur kanska. Omaná
øllum vanligum jólafrokost-
óargaskapi hjá etableraðum
arbeiðsplássum, so eru hjá
samanriknum fyritøkum heilt
einastandandi møguleikar fyri
ruðuleika og gølum. Kundi man
trúð.
Spurdi hendan dagin Sissal
Kjartansdóttir Kristiansen,
ið er ráðleggingarleiðari á
samskiftisfyritøkuni Sendistovuni,
ið nýtir herrópið ‘Laboremus
in passio’ (lat okkum arbeiða
við eldhuga) á skjaldri sínum,
um allar samanleggingarnar í
Nema-samtakinum og innan-
hýsis samanleggingin á Sendi-
stovuni millum Team 85 og
Reproz høvdu nervað manna-
relatiónirnar á arbeiðsplássinum
ella um HR-leiðarin (Human
Resource) var meira enn van-
liga strongdur?
– Sendistovan er enn ikki
eitt ára gomul enn. Team bleiv
partur av Nema samtakinum
við samanleggingini við
Reproz, men Reproz hevur verið
partur av Nema samtakinum
frá tað sá dagsins ljós í februar
2007), byrjar Sissal at greiða
frá.
– Í fjør helt Nema stóran jóla-
frokost á Hotel Føroyum. Øll
starvsfólk við maka vóru boðin
við. Super tiltak við undirhaldi
og øllum góðum. Fólk komu í
alt frá galla til meira »plain«,
og eg var kanska ikki ein av
teimum sum vóru »plain«, sigur
Sissal.
– Hesin verður aftur í ár, – og
við maka, leggur Sissal afturat.
– Vit á Sendistovuni høvdu
ein lítlan jólafrokost í somu viku
sum vit lótu upp í fjør. Hetta var
mest fyri at gera nakað saman,
fyri at fejra samanleggingina.
Ella var tað nú vikuskiftið eftir?
Nù minnist eg brádliga ikki,
flennir Sissal.
– Tað var alvorliga niðuri á
jørðini og als ikki sendistovuligt.
Tað var ræst kjøt í gassgrýtu,
eplir og røtur. Deiliga bygdar-
sligt. Og eftirsum at tað var so
super og niðuri á jørðini og
bara vit saman og ‘bonding’
og sang, so hevur verkstovan
í ár sett sær fyri, at teir vilja
skipa fyri tí sama í ár, slær ein
væluppløgd Sissal Kristiansen
fast.
– Tú mást minnast til, at vit
eru tvær sera ymiskar mentanir
settar saman í einum húsi,
og tá tað kemur til veitslur,
so eru vit als ikki lík. Team85
mentaliteturin er meira guitar og
sang og øl og snaps-balling,
meðan vit á Reproz eru meira
til tað sokallaða snobbuta, stór-
flennir Sissal nú.
– Fyrra árið var jólafrokosturin
á Reproz nógv meira í mínum
stíli og Reproz stíli. Tá byrjaðu
vit við at fara út á Glyvursnes
at skjóta leirdúgvur, so við
Enniway inn aftur í Havnina,
har vit so fóru á Hvonn at
drekka Mojitos. So út til
Norðlýsið sum lá við kei har.
Vit høvdu fingið kokk at gera
okkum 6 rættaða menu við
øllum teimum røttu sløgunum av
víni afturvið, fortelur Sissal við
stívari yvirvørr.
– Vit høvdu fingið fólk at
standa fyri matinum og fyri
so vítt eisini øllum hinum. Tað
var eitt fantastiskt upplivilsi. Alt
frá byrjan til enda var super.
Upplivingar, samansjóðing,
matur, vín, undirhald, ja alt.
Tað var meira, hvat eg vil
siga var Reproz-mentaliteturin.
Hugnin og tað avslappandi,
ljós og stemingurin umborð á
Norðlýsinum. Maturin, vín og
drekka sum heild. Og hóast
tað ikki var friðarligt, so var tað
heldur ikki garvilt – um tú skilur
hvat eg meini, smírist Sissal við
einum brosi.
– Sum vit á annan hátt
profilera okkum á Sendistovuni,
so vildi eg hildið, at Reproz
jólafrokosturin meira er í
tráð við Sendistovuna og ta
fyritøkuna vit eru, men tá tað
kemur til veitslur, er tað nú
meira Team 85 veitlsumentanin
sum hevur vunnið á Reproz
veitslumentanini, sigur Sissal.
– Men mentan tillagar seg
jú tí umhvørvi hon er partur
av, og tí kann tað í roynd og
veru fara báðar vegir ella
enda mitt ímillum, endar Sissal
Kristiansen.
Sum hjá nógvum modernað-
um samanriknum familjum í
dag ber eisini til hjá nýggj-
um arbeiðsfeløgum í størri
samtøkum at rætta hondina út
til hvønn annan og umstilla seg
til broyttar umstøður. Hetta er
kanska ein tann mest týdningar-
mikli eginleikin hjá føroyinginum
og heimsborgaranum anno
2008. Framtíðin hjá teimum,
ið ikki fara at duga at dagføra
sínar fakligu og sosialu førleikar
verður ikki blíð. Tey fara at
leypa av, eins og tvørligi eks-
maðurin, ið ikki vil binda frið
og síggja loysnir í modernaða
samanriknu familjuni.
mortan@hamrabyrgi.com
At halda jólafrokost
á samanriknum
fyritøkum