fríggjadagur 24. oktober 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 205 - 24. oktober 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Ja omma góða, nú upprann
tann tíðin at tú slapp hiðani
foldum frá inn í dýrdina,
har ongin sorg, pína, neyð,
og grátur er, tað má sigast,
at tað er eitt stórt undur
fyri meg at fáa at vita at nú
er tú sloppin.
Í seinastuni, meðan tú
livdi her niðri, hevði tú
trongt teg í gjøgnum mang
an mótgang av tínari sjúku
og pínu, og eg var mangan
bekymraður um teg, eg
hugsaði mangan hvat fer
nú at henda.
Gott nokk var tú ofta
akut innløgd, men viðgerð
fekst tú, tað eri sera takk
samur fyri, men eitt hugs
aði eg um, hvat var mest
akut fyri tínari støðu, tað
var at Harrin tók teg heim,
og nú eru vit komin til tað
røttu raðfesting og úrslit,
at nú er tú sloppin heim í
dýrdina.
Eg kann minnast nógv
gott um teg um hvussu for
holdini hingu saman okk
ara millum, ja sanniliga
hevur tað verið alt bæði
fyri meg okkum øll, tú var
altíð líka umhugsin við
okkum øll. Tað var mangar
gangir, ta tíðina tá vit
gingu í skúla, at vit komu
heim til tín og fingu okk
um døgurða, vit hildu altíð
at tað var so spennandi,
um hvat tað var vit fingu
at eta frá tær, tí tað var
altíð góður matur man
fekk frá tær, og tú dugdi so
væl at gera mat, tað skal tú
eiga.
Ja góða omma, eg havi
altíð følt meg vælkomnan
inn til tín, tú hevur verið
eitt opið, klárt og fyrikom
andi hjarta fyri hvørja
mannaætt,
sum
hevur
stokkið inn á gólvi hjá
tykkum.
Eg kann sjálvur minnast
tað tíð eg búleikaðist á
barnaheiminum, tá búði
man niðri í býnum og rætt
ari sagt tú og abbi eisini, tá
møttist man oftani niðri í
býnum. Tað helt eg vera
rættiliga hugnaligt, vit prát
aðu eina løtu, áðrenn tú
fór at gera tíni ørindir, tá
letur so fitt úr tær: Fær tú
bara niðan til abba so fært
tú ein góðan drekkamun
frá honum, onkuntíð kom
man bara sjálvur og vitjaði,
men tað var ofta, tí man
búði so tætt uppá, og man
kom altíð líka væl út av tí,
man sat og prátaði við teg
og abba um mangt og hvat,
so man kom ongantíð orð
fátækur úr húsinum hjá
tykkum aftur. Tað sum tit
ikki vistu var ikki vert at
vita. Eg eri í hvussu so er
komin væl víðari ígjøgnum
lívið eftir tykkum, tað
skula tit eiga.
Men mín kæra omma,
eg vil hjartaliga takka tær
fyri tíðina tú hevur verið
her niðri hjá okkum, og
ynskja tar alt gott fram
yvir nú tú ert farin higani
foldum frá og inn í dýrdina,
Harrin verið við tær, Guds
friður verður yvir minnin
um um okkara kæru elsk
aðu ommu.
Nå i denne stunden so nær,
Nå du åbne bør,
Hjerte stille ofte dør,
Men frelserens stemme du
hør.
Heilsan ommusonur
Niels Heðin Gaard
Joensen
Minningarorð um mína kæru ommu
Sigga Maria Egholm Debes
Fødd. 11/8-1920 deyð 21/10-2008
Føðingar
Leygardagin 4. okt. fingu Frederieke og Høgni Jóanesarson
eina dóttir. Hon vigaði 3285 g og var 48,5 cm long. Hon
fekk navnið Aimée Veerle. Tey búgva í Gouvieux í Frak
landi (uttan fyri París).
15. oktober fingu MaryAnn og Høgni Erling Bech, eina
dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3800 gr.
15. oktober fingu Jannet S. Haraldsen og Kjartan Olsen,
Sandavágur, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði
3750 gr.
16. oktober fingu Eyð Skoubo og Birgir Svavarsson, Tórs
havn, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3350 gr.
17. oktober fingu Súnbjørt Christiansen, Hoyvík og Jóhan
Hentze, Skúvoy, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði
3850 gr.
18. oktober fingu Sigtór Asbjørn, Dávid, Oddur og Ari eina
lítlasystir sum var 52 cm. long og vigaði 3620 gr. Foreldrini
eru Eyðvør og Jógvan Arni Petersen, Sørvágur.
18. oktober fingu Tóra Trier Petersen og Tummas Yang
Simonsen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og
vigaði 3150 gr.
19. oktober fingu Maria Vang Justinussen og Niels Pauli
Justinussen, Leirvík, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og
vigaði 4000 gr.
19. oktober fingu Gunnbjørg og Andras Andreasen, Sør
vágur, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3600 gr.
20. oktober fingu Heidi og Jógvan Kristin Olsen, Klaksvík,
eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3650 gr.
22. oktober fingu Laila Waag Høgnesen og Trygvi Dals
gaard, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði
3890 gr.
50 ár
23. oktobur fylti Elinborg Hansen, búsitandi í Havn ættað
úr Norðragøtu, 50 ár. Dagurin verður hildin í bygdar
húsinum í Leirvík fríggjadagin 31. okt kl. 19. Tekning til
veitsluna á tlf. 44 10 68 ella 31 54 24 i seinasta lagi 25. okt.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
70 ára føðingardagur
22.10.08 fylti Sigrid M. Dalsgaard, Hoyvík, 70 ár.
Føðingardagurin verður hildin 25.10.08 kl. 19.00 í
matarhøllini í Føroya Studentarskúla og HFskeiði í
Hoydølum. Øll eru vælkomin.
80 ár
Mánadagin 27. okt. verður Hertha Johannesen á Nesi 80
ár. Dagurin verður hildin leygardagin 1. nov. frá 10 til 14 í
missiónshúsinum á Toftum. Øll eru vælkomin.
Leygardagin 25. oktober
2008 kl. 15 giftast í
Rituvíkar kirkju Sigrid Eva
á Kinn av Strondum og Súni
Forná Olsen úr Rituvík.
Brúdleypið verður fyri
innbodnum í bygdarhúsinum
í Leirvík kl. 19.
Lesið
-so eru tit við!
Leygarkvøldið verður
afturhvarv í TB húsinum,
har sera væl umtókti seksti-
árabólkurin, Beat Shots, fer at
spæla gamlar slagarar
Í annaðkvøld – leygarkvøldið 25
oktober – verður forvitnisligur dansur
í TB húsinum á Tvøroyri. Tað er Lions
klubburin í Suðuroy, sum skipar fyri
tiltakinum, og tað verður ongin annar
enn
gamli
og
sera
vælumtókti
bólkurin, Beat Shots, sum fer at spæla.
Í steðginum fer Tróndur Nólsøe at
venda plátum.
Beat Shots var sera vælumtóktur
bólkur, sum hevði sína stórtíð í
sekstiárunum, men eisini spældi
nakað eftir tað.
Teir,
ið
manna
bólkin
nú
leygarkvøldið, verða Erolf Olsen,
Birgar Niclasen, Pauli Einarsson og
Finn Thomsen.
Dyrnar lata upp klokkan 23 og
atgongumerkið kostar 100 krónur. Í
dansinum á Tvøroyri fara teir at spæla
gamlar slagarar, mest frá sekstiárunum
og frá tíðliga í sjeytiárunum. Eitt nú
Creedence Clearwater Revivel, Dave
Clark Five, Elvis og annað.
Allur peningurin, sum kemur inn,
fer óskerdur til vælgerðandi endamál
í Suðuroynni.
-áki-
Svingarar á pall á Tvøroyri
Her eru Beat
Shots mannaðir
við Birgar
Niclasen,
vinstrumegin,
Erolf Olsen
og Paula
Einarssyni
høgrumegin.
Aftanfyri
trummurnar
situr hans Olaf
Debes