Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. oktober 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 205 - 24. oktober 2008 17 Edmund Jacobsen úr Havn, andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum týsdag­ in, 83 ára gamal. Bønar­ hald verður í Lands­ sjúkrahúskapellinum leygardagin kl. 16.00. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni sunnu­ dagin kl. 14.00 Sigga Maria Debes, fødd Egholm, ættað úr Hvalvík, búsitandi í Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 88 ára gomul. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapell­ inum fríggjadagin kl. 18.00. Jarðarferðin verð­ ur úr Havnar Kirkju leygardagin kl. 13.00. Tey, ið vilja minnast Siggu, kunna lata Før­ oya Felag móti Krabba­ meini eina gávu, konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Sunudagin 14.09.2008 var ein dagur sum hevur brent seg fastan í minni hjá okkum øllum. Ongantíð áður, hava so tung tíðindi verið borðin okkum. At Harrin brádliga hevði kallað teg heim er ikki til at skilja. Man stendur sum eitt spurnartekin og veit hvørki eitt ella annað. Hendan dagin vóru tit farnir suður til Sands at kava og hugna tykkum har suðuri, men at lagnan skuldi verða tann, sum hon bleiv, vardi ongan. Ein skal leita leingi fyri at finna eitt menniskja, sum er so gott, sum tú vart. Tú vart ein ordilig sólstrála. Eitt lívstykki, sum ikki hevur sæð sín líka. Altíð í góðum lag, altíð klárur til at rætta eina hjálpandi hond, og tú hevði nøkur serstøk evni til at fáa øll í gott lag, allastaðni har tú komst. Tú var ein, sum øll kundu síggja upp til. Tú hevur verið ein fyrimynd fyri nógv, og tað er ikki so løgið, tí alt sum tú fórt í holt við, bleiv ein succes. Tú hevði eina fantastiska gentu, eini sera vøkur og snotilig hús á Argjum, sum júst vóru blivin liðug, eitt gott arbeiði, eina deiliga familju, og ikki minst eina sera góða verfamilju. Vinfólk hevði tú so nógv, at fáur man hava tal á tí. Tú vart altíð vældámdur av øllum. Tað sást eisini til jarðarferð tína. Ongantíð áður havi eg sæð so stóran skarða til eina jarðarferð. Tað tykist sera tómt at sita í stovuni her heima á Traðavegnum um kvøld­ arnar, nú tú ikki longur situr í fasta plássinum hjá tær á sofuni. Vit prát­ aðu saman hvønn dag, um ikki í tele­ fon, so komst tú inná gólvið, ella kom eg forbíð hjá tær. Her skal sig­ ast, at tað kennist mikið undarligt at hugsa sær til, at so verur ikki fram­ yvir. Ein øðiligur saknur er eftir tær, ikki minst hjá Magnusi sum í heilum spyr nær Kristin gubbi kemur. Nú veit hann, at Kristin gubbi lullar, og er farin heim til jesuspápa. Tað segði hann, tá ið vit herfyri vóru og vitjaðu grøvina hjá tær. Vit hava verið vinmenn síðan fyrsta dagin, ið vit komu at kennast. Altíð hevur tað verið stuttligt, og ikki minst áhugavert at verða ein av tínum vinum. Nógvar góðar og stutt­ ligar løtur hava vit havt saman, bæði í gaman og álvara ­ tó mest gaman. Ta seinastu tíðina tá tú vart ímillum okkum, vóru vit einamest úti í húsun­ um hjá tær, sum eru vorðin ein ordi­ lig borg. Har hava vit hvat nógvar góðar løtur saman, bæði tá ið umbyggingin fór fram, og nú, tá alt var vorðið liðugt. Tú vart sera glaður og stoltur av húsunum og av øllum tí sum er komið burturúr. Eg kundi hildið áfram at skriva føgur orð um okkara vinarlag í tíma­ vís, og um allar tær hendingar og upplivingar vit hava verið saman um. Minnini um teg eru nógv og sera góð, og onga løtu av teimum hevði eg vilja verið fyri uttan. Tungt er hjá mammu tíni, Beintu, beiggjunum, ommunum og abban­ um, verfamiljuni, og allari familjuni og vinum hjá tær, sum mugu liva víð­ ari her uttan teg, góði vinur. Má harrin styrkja og vælsigna tykkum øll sum eftir sita. Við hesum fáu orðum, fari eg hervið at lýsa frið yvir minnið um mín góða vin, Kristin T. Bærentsen Vinur tín, Heini Til minnis um vinmann mín Kristin Bærentsen Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið á ymiskan hátt gleddu okkum á gullbrúdleypsdegi okkara 30. august 2008. Harrin signi tykkum øll. Ingibjørg & Øssur Dagurin 25. oktober. Crispinus, deyður umleið ár 300. Hann og bróðurin Chrispianus flýddu úr Róm undan Diocletiani keisara, og búsettust sum skósmiðir í Soissons í Fraklandi 26. oktober. Amandus. Fleiri halgimenni bera hetta navnið, og allir hava teir verið biskupar, og allir hava sama halgidag. Ikki er gjørligt í dag at gera av, hvønn sipað verður til. Navnið er av latínskum uppruna og merkir: tann sum eigur at verða elskaður. 27. oktober. Sem. Hann var elsti sonur Nóa og var ættfaðir at semitisku fólkasløgunum. Navnið er hebráiskt og merkir sonur ella arvingi. Listagluggin luttekur á Lívs­ stílsstevnuni á Hálsi um vikuskifti. Listafólkini í lut­ taka á framsýningini eru Edward Fuglø, Zacharias Heinesen, Olivur við Neyst, Torbjørn Olsen, Eyðun av Reyni og Kári Svensson. Uml. 40 listaverk eru við á framsýningini ­ øll eru verkini eru nýggj. Verkini eru eisini at síggja á heima­ síðuni hjá Listaglugganum www.listagluggin.com. Í samband við framsýn­ ingin er katalog tøkt við uml. 85 verkum eftir sumu listafólkun, sum eru um­ boðaði á framsýningini. Framsýningin er opin leygardagin kl. 10.00 ­ 20.00 og sunnudagin kl. 14.00 ­ 20.00. Listagluggin við á Lívsstílsstevnuni Zacharias Heinesen, Vesturskin - Gásadalur, 2008 - 70x90 cm nøvn