fríggjadagur 24. oktober 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 205 - 24. oktober 2008
19
tíðindi
ímóti tíðini
borg í statum, sum undir
vanligum umstøðum vóru
tryggir republikanskir stat
ir.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at McCain hevur verið
í verjustøðu seinastu vikur
nar, har hann hevur roynt at
hildið fast við nakrar av sín
um kjarnuveljarum í tradi
tionelt konservativum stat
um, sum ongantíð áður
hava verið serliga áhuga
verdir í einum forsetavali.
McCain bítir frá sær
Men seinastu dagarnar hava
fleiri veljarakanningar víst,
at munurin millum teir báð
ar kandidatarnar er tódnaður
eitt vet. Summar kanningar
geva enntá McCain sigurin
í týðadni svingstatum sum
Florida og Ohio. Hetta hev
ur givið McCain blóð á
tonna.
Fíggjarkreppan í USA
hevur rikið ein stóran part
av veljarunum yvir í rættina
hjá
demokratunum,
og
McCain hevur ikki megnað
at sannført veljararnar um,
at hann megnar at loysa
kreppuna. Harumframt er
fráfarandi forsetin, George
Bush,
floksfelagi
hjá
McCain, og nógvir veljarar
hava ilt við at síggja munin
millum teir báðar. McCain
hevur tí gjørt alt fyri at
leggja sjógv ímillum seg og
Bush.
Í eini seinastu roynd at
venda
gongdini,
hevur
McCain tí hvest retorikkin
seinastu vikurnar.
Hann hevur roynt at mála
eina mynd av Obama sum
ein vinstravendur socialist
ur, ið vil fordeila ríkidømið
í landinum eftir socialdemo
kratiskum leisti. Hetta fer
sambært McCain at skaða
amerikanska búskapin í
eini tíð, tá tað frammanundan
rekur hart á kíkin.
Fleiri eygleiðarar meta,
at Barack Obama gjørdi eitt
stórt mistak, tá hann í sam
røðu við ein veljara í Ohio
segði, at hann hevur ætlanir
um at “spread the wealth
around”. Fleiri halda, at
hetta er ein ov vinstravendur
boðskapur í USA, og at júst
hendan útsøgnin hevur giv
ið McCain ein møguleika
at leypa á Obama við nýggj
ari styrki.
Harumframt hava bæði
McCain og varaforsetaval
evni, Sarah Palin, ferð eftir
ferð víst á sambandið mill
um Barack Obama og Willi
am Ayers.
Ayers var í seksti og
sjeytiárunum partur av yvir
gangsfelagsskapinum The
Weathermen, sum sprongdi
bumbur í fleiri stjórnarbygn
ingum. Ayers er í dag uni
versitetsprofessari, og teir
báðir hava síðani sitið sam
an í einari skúlanevnd í
Chicago, og Obama hevur
enntá viðmælt einari bók
hjá Ayers í 1997.
Boðskapurin frá republi
kanarunum er: Veljið ikki
ein mann, sum hevur sam
band við terroristar. Sam
bandið millum Ayers og
Obama er tó ikki serliga
tætt og hevur harumframt
verið kent í langa tíð. Spurn
ingurin er tí, um hetta fer at
hava nakra ávirkan yvir
høvur.
Valstríðið hjá McCain
hevur verið munandi meira
negativt enn tað hjá Obama.
Hetta endurspeglar møgu
liga tann veruleika, at
McCain hevur ryggin ímóti
múrinum.
Hóast
royndirnar
hjá
McCain at venda rákinum,
kann tað gerast torført. At
venda gongdini í einum val
stríðið er sum at venda ein
um risastórum tangaskipi.
Tað kann ikki gerast í eini
handavending.
Obama við
stýrisvølin
Alt hevur higartil gingið eft
ir vild hjá Obama, og fíggj
arkreppan kom næstan sum
ein gáva av himli. McCain
hevur ongantíð staðið seg
væl á tí búskaparliga øki
num, og tað hevur Obama
gjørt sær dælt av. Barack
Obama hevur áhuga í at
tosa so nógv um fíggjar
kreppuna sum gjørligt, tí at
McCain enn ikki hevur
megnað at koma við einum
sannførandi útspæli.
Barack Obama kann ger
ast tann fyrsti svarti forsetin
í søguni hjá USA. Hetta
hevði verið ómøguligt at
hugsa sær bara fyri 2030
árum síðani. Nógv verður
tosað um tað sonevndu
Bradleyeffektina, sum hev
ur við sær, at fólk siga í
veljarakanningum, at tey
fara at atkvøða fyri einum
svørtum kandidati, men tá
tað kemur til stykkis verður
krossum settur við eitt val
evni við hvítum húðaliti.
Tó er sera óvist, um Brad
leyeffektin yvirhøvur fer
at vera serliga eyðsýnd
hesuferð, ella í hvønn mun
tann racistiski faktorurin
fer at koma til sjóndar.
Alt talar í løtuni fyri, at
demokratarnir fara at yvir
taka Hvítu Húsini tann 20.
januar næsta ár. Barack
Obama liggur greitt á odda
í veljarakanningunum, og
demokratiski pengakassin
stendur at bresta. Spurning
urin er tó, um krígsveteran
urin McCain enn einaferð
kann vinna seg burturúr tí
kyksendi, sum hann er end
aður í.
Barack Obama verður væntandi nýggjur forseti í USA.
Hann liggur greitt á odda í veljarakanningunum,
og hann hevur munandi fleiri dollarar at nýta í
valstríðnum. McCain er á knøunum, men hann hevur
áður víst, at hann kann koma afturíaftur