fríggjadagur 24. oktober 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 sosialurin 24. oktober 2008
Týsmorgun er og eg støkki inn
á gólvið mitt á Christianshavn
í danska høvuðsstaðnum hjá
ungu Havnakvinnuni Beintu
Poulsen. Hon tekur gott ímóti
mær og vit seta okkum niður at
tosa um jólini og hvat hon tekst
við um dagin og upp til jólini.
Beinta er klædna-sniðgevi og
hevur sítt egna merki sum eitur
SoulMade.
Beinta gjørdi sína fyrstu
kollektión longu byrjanina av
2005.
SoulMade er designklæðir
til hennara, sum vil klæða seg
stílfult, rátt og feminimt. Klæðini
eru elegant og einkul, tó við
serligum staklutum.
Beinta sigur, at hon ger tvær
kollektiónir um árið. Eina um
várið og eina um heystið, og
hesa tíðina av árinum hevur
hon nógv at gera. Heystið fær
nógvan íblástur av bundna-
vørum, tógvi og gomlum
føroyskum bindi-mynstrum. Um
várið er tað meira blandað
og kanska serliga silki. Í
Holland eru tey sera áhugaði
í bundnavørum og í Írlandi og
Onglandi er silki tað heilt stóra.
Beinta er sera dugnalig
og tað sær man av hennara
sniðgeving, sum hanga á
stativum allastaðni á hennara
verkstað, sum eisini er hennara
sýnisgluggi. Beinta hevur klárað
seg væl og hevur umboðsfólk
í Írlandi, Hollandi, Svøríki og
Týsklandi umframt Danmark
og móðurlandinum Føroyum.
Beinta arbeiðir ímóti at gera
4 kollektiónir um árið umframt
eina jóla-kollektión.
Heystmótin
Hvat er klædnamótin til heystar,
spyrji eg Beintu Poulsen?
- Litirnir svart, grátt og lilla
eri heilt nógv inn. Eisini skotskt
puntut og turrikløð sum pynt við
alskyns litum til eitt svart dress,
sigur Beinta.
- Langar bundnar troyggjur
og leggings er eitt hitt. Leður er
eisini nógv brúkt og eitt sum at
hava leðurstyvlar upp um knæ
og eina síða bundnatroyggju
til, greiðir Beinta frá.
Stás til jólafrokostin
Hvat er lekkurt at fara í til ein
jólafrokost, spyrji eg Beintu?
- Ein víður svartur kjóli og
leggings piftað upp við penum
hári, snøggum prýði og lekrum
stilettum, haldi eg persónliga
er so flott! Eisini tí, at so fær
man tvey pløgg fyri pengarnar.
Tí kjólin og leggings kann eg
brúka til gerandis aftaná jólini.
So er tað ikki ein flottur kjóli
sum bara blívir hongdur inn í
skápið aftur og gloymdur. Men
eitt plagg eg kann brúka aftur
og aftur, fortelur ein vælupp-
løgd Beinta Poulsen, ið kennir
seg sera hepnan og privileger-
aðan at hava sniðgeving sum
starv.
Leyst og fast
Nær byrjar tú at pynta til jóla í
heiminum, spyrji eg Beintu?
- Eg byrji fyrst í desember, tí
annars troyttist eg bara, sigur
Beinta.
Hvar halda tit á SoulMade
jólafrokost?- SoulMade heldur
saman við starvsfólkunum á
klædnafyritøkuni By Petrine L
fyrsta vikuskiftinum í desember,
sigur Beinta.
Gera tit nógv burtur úr?
- Ja vit fara í okkara fínasta
stás og vit spara ikki hendan
dagin. Allar fara vit á trendy
japansk-fronsku matstovuna
Umami at eta og síðani víðari
út í náttina í Keypmannahavn,
fortelur Beinta spent.
Hvat gevur tú starvsfólkunum
hjá tær í jólagávu, spyrji eg
Beintu?
- Seinasta ár fingu tey
onkur lekkir kremir í tí dýrara
endanum, grínir Beinta.
Gevur tú nakrantíð klæðir
sum tú sniðgevir til gávus?
- Ja til míni nærmastu av og
á.
Hvat heldur tú um býin sum er
pyntaður til jóla?
- Eg havi búð niðri fleiri ár,
og her í Keypmannahavn
er altíð snøgt pyntað og ein
avslappandi túrur inn í Tivoli
er sum balsam fyri sálina, tí
eg arbeiði nógv og havi ikki
altíð stundir at vera so jólaslig
heima, fortelur Beinta Poulsen
frá.
Hvar heldur tú jól í ár?
- Heima hjá mammu og
teimum. Tað gleði eg meg
nógv til. Gott er úti men best
er heima. Mamma mín er so
røsk, hon bakar og har er altíð
heimligt at koma. Harafturat
eri eg mostur til heili seks børn,
so eg gleði meg sum eitt barn
at koma heim at halda jól í
ár. Og eg komi longu heim
16. desember, endar Beinta
Poulsen við einum smíli.
Fleiri enn 30 handlar í
fleiri londum selja klæðini hjá
SoulMade. Í Føroyum fáast tey
hjá Lóu í Vágsbotni í Havn.
Í Danmark millum annað hjá
Arai, Neerup og Ekeko í
Keypmannhavn og hjá Kirsten
Holst og Ane Bane í Odense
og Butik Sylvia í Esbjerg. Á
alnótini finnur tú klæðini hjá
Beintu Poulsen á www.agusta.
dk. Heimasíðan hjá SoulMade
eitur www.soulmade.nu
mortan@hamrabyrgi.com
SoulMade
Beinta Poulsen sniðgevur jólastás