Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. oktober 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 205 - 24. oktober 2008 tíðindi Forsetaval Stefan í Skorini Um smáar tvær vikur skal tann amerikanski veljarin kjósa sær ein nýggjan for­ seta at stjórna heimsins máttmiklasta landi úr Hvítu Húsunum. Og tendensurin undan valinum er púra greiður. Tann ungi og óroyndi Barack Obama stendur í løtuni til at vinna ein greiðan sigur á tí royndu rottuni John McCain. Tað hevur næstan ligið í luftini, at spurningurin bert er, hvussu stórur munurin fer at vera. Men seinastu dagarnar er munurin millum báðar kandidatarnar tódnað­ ur, og McCain sær sær ein lítlan møguleika fyri at venda skútuni. Stórur munur Eingin ivi er tó um, at McCain fær ein sera tungan róður komandi dagarnar. Hóast veljarakanningarnar eru sera ymiskar, hevur Obama eina greiða leiðslu um alt landið. Undirtøkan fyri Barack Obama sum for­ seta liggur í teimum flestu kanningunum um hálvt­ hundrað prosent, meðan John McCain bert fær undir­ tøku frá eini 43­44 prosent­ um í teimum bestu kann­ ingunum. Eitt er, hvussu stóra undir­ tøku kandidatarnir fáa í miðal um alt landið, men tann stóri spurningurin er hinvegin, hvussu nógvar valmenn teir kunnu fáa í teimum einstøku statunum. Eisini her er Barack Obama greitt frammanfyri. Demokratiski kandidatur­ in fær í løtuni eini 250 val­ menn, ið kunnu metast at vera tryggir, meðan republi­ kanski mótstøðumaðurin bert hevur eini 150 tryggar valmenn. Vinnarin skal hava minst 270 valmenn, og tí skal Barack Obama bert vinna í einum ella tveimum sokallaðu stríðs­ statunum, har munurin mill­ um kandidatarnir er lítil ella eingin. Myndin í veljarakanning­ unum er tí greið: Barack Obama verður næsti forseti amerikumanna. Obama trýstir McCain á heimavølli Dysturin millum Obama og McCain er alt annað enn javnur. Demokratiska val­ evnið hevur nevnliga meira enn tvífalt so nógvan pening sum republikanarin. Onkur metir enntá, at Obama hev­ ur tríggjar ella fýra ferðir so nógvan pening í kassa­ num. Tí hevur Barack Obama ein ovurstóran fyri­ mun, og hetta hevur hann megnað at gagnnýtt til fuln­ ar. Bara í september savnaði Barack Obama 150 milli­ ónir dollarar, og einki val­ evnið hevur nakrantíð fing­ ið so nógvan pening inn uppá bert ein mánað. Barack Obama lovaði ann­ ars, at hann bert ætlaði at føra valstríð fyri almennar pengar, men tá hann varn­ aðist, at innsavningin gekk nógv betri enn væntað, valdi hann at bróta hetta lyftið. Hetta merkir, at Barack Obama hevur ráð til at føra eitt meira breitt valstríð í øllum teimum statum, har hann hevur ein møguleika at vinna. Og demokratarnir hava eisini fingið óvæntaða undirtøku í statum, sum vanliga altíð seta krossin við ein republikanara. Tí er McCain noyddur at verja McCain stríðist Valstríðið í USA er komið í hæddina, og teir báðir kandi­ datarnir brynja seg nú til teir seinastu og avgerandi leikirnar undan valinum tann 4. november. Barack Obama hevur seinastu vikurnar ligið langt framman fyri í veljara­ kanningum, og fleiri hildu av valið var avgjørt frammanundan. Men McCain hevur áður víst, at hann ikki gevur skarvin yvir uttan svørðslag, og álopini ímóti Barack Obama gerast alsamt hvassari og skitnari