fríggjadagur 24. oktober 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 205 • 24. oktober 2006
25
tvøðu. Hetta fyribrigdið verður
nevnt, at vínið hevur propp! Tá
fer man aftur til vínhandilin við
feil-fløskuni og biður um eina
nýggja. Tað er mannagongd
allastaðni. Hví eru so ikki allir
vínbóndir farnir at brúka skrúvi-
lok til fløskur sínar, spyr onkur
so? Tað er sum við so mon-
gum: pátrúgv, afturhald og
treiskni millum annað. Er nakað
keðiligt at siga um skrúvulokið?
Einki annað, enn at ritualið
við at bora snøgga propptrek-
kjaran niður í tundurproppin
hvørvur. Framyvir má verturin
ella víntænarin duga aðrar
snildir at dára gestir sínar.
Ein partur av framtíðini innan
vín er nú at enda komin til
Føroya eisini, hugsaði eg, tá ið
beinanvegin legði til merkis, at
allar fýra fløskurnar til ummælis
í dag hevði frálíka stál-skrúvi-
lokið í staðin fyri gamla tundur-
proppin. Havi nevnt tað fyrr og
geri tað gjarna aftur. Skrúvi-
lokini eru sum so ikki nýggj.
Summi minnast tey kanska
aftur, tá ið týsk vín av tí meira
inferiøra slagnum fyri 20-30
árum síðani heilt oftani høvdu
skrúvilok. Rættiliga ósjarme-
randi hildu vit tá. Góðskan á
hesum skrúviloki var heldur
ikki nakað serligur. Í dag eru
vit vorðin klókari. Lærdir menn
(og kvinnur) frá vín-universite-
tum, sokallaðir ønologar, hava
við vísindi kannað hvør prop-
pur er bestur at goyma vínið
frískt og tó eisini við møguleika
fyri búning. Teir hava goymt
burtur sama slag vínfløsku við
annaðhvørt siðbundna tun-
durproppinum ella við stál-
skrúvulokinum í 4, 8 og 12 ár
og síðani samanborið anga og
smakk. Úrslitið gjørdist - kan-
ska óvæntað - at bæði hvítvínið
og reyðvínið goymdist best í
fløskum við stál-skrúvuloki.
Bæði angi og smakkur vóru
greitt meira frísklig, rein og
livandi við skrúvuloki. At vínið
búnast við at anda ígjøgnum
tundurproppin er eisini bert
ein myta. Teir sentimetrarnir
av lufti, ið eru í fløskuhálsinum
undir skrúvilokinum er ríkiligt
fyri at ein kontrollerað oxida-
tión/búning skal fara fram. Ikki
at gloyma so slepst eisini av við
trupulleikanum við sokallaða
proppsmakkinum frá tundur-
proppum. Umleið 2-5 prosent
av øllum tundurproppum inni-
halda eitt evni frá tundur-bak-
terium, ið nevnist TCA (TriChlo-
rAnisol). Tað fer beint í vínið og
gevur ein sera andstyggiligan
modnan anga av gamlari súrari
Deakin Estate, Victoria, Artisan’s
Blend Colombard-Chardonnay
2007
Uppruni: Turt hvítvín úr
Avstralia
Ummæli: Ljósur grøngulur
litur. Lekkurt samansett parfu-
meraður angi við brá av fersku
og sitrón. Smakkurin somu-
leiðis áhugaverdur við bæði
meira rúgvismiklum eksotiskum
tónum og so leskiligum frískli-
gum, so sum nýsligið gras og
grøn súrepli. Í góðari javnvág
við og sum stuðul er ein tóni av
eik-viði frá fatlagring. Sera gott
keyp! Hóskar til fordrykk ella
lættari fiskarættir.
Kostnaður: Kr. 77,00
Skoðsmál:
Deakin Estate, Victoria, Char-
donnay 2007
Heartland, South Australia,
Stickleback 2007
Heartland, Langhorne Creek
– Limestone Coast, Shiraz 2006
Uppruni: Turt reyðvín úr
Avstralia
Ummæli: Tættur kirsubersvar-
tur litur. Í anganum finni eg
søtlig kirsuber, pipar, lakres,
kaffi og so sjokolátu. Klassiskt
avstralskt reyðvín úr Shiraz-
drúvuni. Stór fylla í turra smak-
kinum, ið nettup hevur meg-
nað at halda seg røttu megin
millum tað turra og tað søtliga.
Kraftmikið og tó frískligt og
sprellivandi harravín við karak-
tér og persónligheit. Hóskar til
stórar búffar.
Kostnaður: Kr. 108,00
Skoðsmál:
Uppruni: Turt reyðvín úr
Avstralia
Ummæli: Djúpur rubinreyður
litur. Ein fýrverks-brestur fyllir
nasarnar við alskyns tónum, ið
bera brá av reyðum og svør-
tum berum. Og undirtónar
av violum, krúti, pípu-tubbaki
og lakresi. Wauw. Smakkurin
mineralskur og norðuritalskt
elegantur og frískligur og
tó við eyðkendu avstralskari
fruktmegini. Super-samansett
og framúr javnvág millum
fruktsøtleika, fruktsýru, tannin
(beiskleika), fyllu og elegansu.
Bland av 4 drúvum: Cabernet
Sauvignon, Shiraz, Grena-
che og so hina norðuritalsku
Dolcetto, ið gevur brodd.
Framúr handverk. Kanska besta
vínkeyp í Rúsuni.
Kostnaður: Kr. 86,00
Skoðsmál:
Uppruni: Turt hvítvín úr
Avstralia
Ummæli: Gyltur gulur litur.
Angin er rættiliga kraftmikil við
tyngri, men tó livandi tónum
av melón og fersku. Stór fylla í
smakkinum av búnaðari frukt
í javnvág við smør – og va-
nilju-tonum frá fatlagringini.
Hetta er hvítvín, ið hóskar væl
til fiskarættir, har fiskurin er
feitari, sósin meira kremut og
tilhoyrið kraftmiklari.
Kostnaður: Kr. 84,00
Skoðsmál:
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir vín úr Rúsdrekka
sølu Landsins. Skoðsmálini
eru latin í mun til samsvar
millum prís og góðsku.
Skrúvilok
Down Under
vín
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com