fríggjadagur 24. oktober 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 205 • 24. oktober 2006
Johan Mortensen sigur
her frá ræstkjøtaveitsl-
uni á Viðareiði seinasta
leygardag
Spyrt tú ein Føroying hvat
honum dámar best so er svarið
sum oftast “ræst kjøt”. Ræst
kjøt er ein stórur partur av før-
oyska samleikanum. Angin av
tí fyrsta ræsta kjøtinum boðar
frá, at nú er heystið komið.
Eplini og røturnar eru komin til
høldar og nú koma veitslurnar,
samkomurnar, jólaborðhaldini
og ikki minst hugnin heima har
tú gleðist við tínum kæru um
tær góðu rávørur sum hetta
land hevur fingið frá Skaparans
hond.
Leygarkvøldið 18. oktober
skipaði Hotel Norð á Viðareiði
fyri ræstkjøtaveitslu. Longu
3. september høvdu teir flett
16 lomb sum høvdu gingið
í Ónagerðshaganum. Hotel
Norð er sera vælegnað til slík
tiltøk. Borðini í hugnaligu veit-
sluhøllini vóru innbjóðandi og
starvsfólkini vóru sera fryntilig
og fyrikomandi. Hotellið hevur
eina góða barr, sum hevði verið
hugnaligari um nøkur livandi
ljós vóru á borðinum, eitt
sindur skýmligari. Barrvørðarnir
og starvsfólkini vóru í snoti-
ligum búnum sum gevur eitt
“professionelt” inntrykk.
Kvøldið byrjaði við einum
vælkomstdrykki frá Føroya Bjór.
Hesin var ein Sct. Brigid Blond,
tvs. ein yvirgeraður hveitiølur.
Hann var blandaður við Sisu
sodavatni og var frískligur, men
skilji ikki hví man skal blanda øl
við sodavatn?
Veitslan var sett at byrja kl. 19
og alt var tilreiðar, men føroy-
ingum líkt koma fólk seint so
klokkan nærkaðist 20 áðrenn
boðið var til borðs! Fyrireikarnir
høvdu væntað eini 200 fólk,
men komu ikki meira enn gott
100. Spell tí slíkt kvøld krevur
nógva fyrireiking.
So byrjaði borðhaldið og lagt
var fyri við eina sera væls-
makkandi ræstari súpan við
gularótum “al dente”, káli og
lítlum sellaribitum. Breyð var
boðið til súpanina, men eg vildi
heldur havt rís í.
Ein snapsur “on the house” var
boðin og so kom ræsta kjøtið á
borðið. Hetta vóru stór og góð
stykkir sum smakkaðu ótrúliga
væl og vóru tilpass røst. Tað er
altíð ein stór løta at smakka tað
fyrsta ræsta kjøtið, - ein gleðist.
Afturvið vóru føst og góð eplir
av Viðarreiði og gularøtur.
Kjøtið var boðið tvær reisir og
ivaleyst var til. Til dessert var
ein vælsmakkandi heimagjør-
dur vanilluísur við jarðberjasaft
og so kaffi.
Serveringin gekk skjótt og væl.
Vatn var á borðinum, ein ølur
kostaði kr. 25 og ein einkultur
snapsur tað sama og eru hetta
sámuligir prísir. Ein sera vælup-
plagdur Jákup Weyhe stóð fyri
skemtinum og har vóru nógvar
fínar; eg visti ikki at brand-
menn nú taka sína útbúgving
í stigum! Kim Hansen spældi
afturvið góða felagssanginum
og endaði kvøldið so við dansi.
Tað vóru rættiliga nógv av-
bygdarfólk í veitsluni. Tað er
ongin ivi um at slík tiltøk úti á
bygd sum henda óføra ræst-
kjøtaveitslan og líknandi tiltøk,
lundaveitslur, fiskaveitslur, jóla-
borðhald osfr. kunnu fáa fólk
í miðstaðarøkinum at fara til
hesi tiltøk, tí at tað er so mikið
forkunnugt.
Samanumtikið var kvøldið sera
væleydnað og stuttligt og vóru
tær kr. 500 fyri kuvertin væl
givnar út.
Jógvan Heinesen, stjóri og
eigari av Hotel Norð á Viða-
reiði, sigur at næst á skránni
eru jólaborðhaldini og eru hesi
sera væl vitjaði. Hann segði at
hotellið hevur rættiliga nógv
skeiðvirksemi í vetrarhálvuni .
Hann fýltist á, at ferðafólkatalið
í Føroyum er minkandi – serliga
ringur var juni mánaði. Hotel
Norð er kent fyri sínar lundar,
men í ár fekk hotellið bert 300
lundar og verða tey noydd at
innflyta úr Íslandi fyri at nøkta
eftirspurningin. Jógvan Hei-
nesen vónar at nýggj berghol
verða gjørd í oynni, hetta vil
hava sera stóran týdning fyri
økið.
Johan Mortensen
mat
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir mat úr føroysku
matvøruhandlunum.
Skoðsmálini eru latin í
mun til góðsku.
26
Ræstkjøtaveitsla