fríggjadagur 24. oktober 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 205 • 24. oktober 2006
Í 1907 gav Sanna Helena
Patursson út matgerðarbókina
”Matreglur fyri hvørt hús”.
Hetta var ein tann fyrsta bókin
á føroyskum máli um matgerð
í føroyskum høpi. Síðani skuldi
ganga næstan 70 ár áðrenn
legendariska bókin hjá Óluvu
Skaale og Mariussi Johan-
nesen ”Matur og Matgerð”
kom út í 1974. Hendan bókin
var nýskapandi fyri siðbundnu
føroysku matmentanini og
fekk hon eisini virðisløn M.A.
Jacobsens fyri yrkisbókmentir í
1976. Virðislønarnevndin førdi
tá fram, at bókin var skrivað á
løttum og dygdargóðum máli
og at høvundarnir vistu væl at
sameina gamalt og nýtt, for-
kunnugt og vanligt, so at hon
fór at verða hent matgerðarráð
til nýtslu í føroyskum húshaldi,
sum eisini tann undirtøka,
bókin fekk, hevur sýnt.
Bókin gekk sum heitt breyð
og mátti endurprentast í fleiri
umførum. Sjey útgávur eru
komnar út higartil! Í dag hevur
hon verið fullkomiliga útseld
seinastu tíggju árini. Tí goymi
eg eisini mína sum gull. Eg
ringdi í vikuni til Óluvu og
spurdi um vit kunna vanta eina
nýggja útgávu ella kanska ein
tveyara?
-Nei, Matur og Matgerð verður
ikki útgivin aftur. Tað orki eg
ikki at fara undir. Tað at geva
slíka bók út er ikki sum í dag
har alt er talgilt. Tað er nógv
stríð við teim gomlu støddu-
num, sigur Óluva Skaale.
-Matur og Matgerð 2? Nei, tað
hugsi eg heldur ikki, at eg fari
undir, sigur Óluva Skaale at
enda.
Nú 24 ár eru liðin síðan slík
føroysk matmentanarlig bók
er komin út er kanska stundin
komin at yngru ættarliðini
fara at royna seg. Vónandi
fara í hvussu so er ikki 70 ár
at ganga aftur, tí føroyingar
hava ongantíð kunna verið
ákærdir fyri at hava verið raskir
dokumentaristar. Sjálvandi eru
fleiri kókibøkur á føroyskum
máli komnar út síðan 1974,
men haldi ikki, at tær hava
havt ta fokus á tí serføroyska
vit eiga millum fjalls og fjøru,
sum Matur og Matgerð hevur.
Ikki so, í Matur og Matgerð eru
sanniliga eisini kontemporerar
altjóða uppskriftir frá samtíðini
í 1970’unum, so sum Kalifor-
nisk Sviskukaka og Persiskur
Døgurði. Men eingin ivi um at
partarnir, ið viðgera okkara ser-
føroysku matmentan úr gróni,
fiski, hvali, fugli, seyði og haru
ikki eru viðgjørdir betri síðani.
Nú fjøllini skjótt eru gingin
og slaktið fingið frá hondini
er hent hjá nógvum av yngru
ættarliðunum, ið kanska ikki
øll hava tey eldru at vísa sær
á um haggreiðing, at leita sær
ráð í Mat og Matgerð. Við loyvi
frá Óluvu Skaale prenta vit her
brot frá innganginum um Seyð
í Mat og Matgerð.
Av seyðinum var alt etandi
uttan gall og gor, søgdu teir
gomlu, og satt er tað, at har
verður alt tikið til varða, og
sumt úr seyðinum man vera
tað, sum føroyinginum dámar
best til matna.
Vit kunna taka kjøtið fyrst. Tað
verður enn sum áður hongt
upp og etið ræst, kókað út í
súpan ella turt til viðskera…
Vit søgdu, at kjøtið varð etið
ræst ella turt, men teir gomlu
kókaðu tað eisini feskt, bøgir
og síður, og goymdu tað sálkað
við salti sum skinsakjøt til við-
skera. Hetta verður gjørt enn,
og nú verður seyðakjøt eisini
etið feskt antin stokt ella kókað
upp á ymsar mátar.
Fótamørin rulla tey til rullupyl-
su, og góður gimburlambs-
fótamørir plagdu tey eisini at
turka, og góður fótamørur
smakkar frálíka væl.
Tað gav at bíta hjá konuni, sum
skuldi seta á turkaðan fótamør
og visti ikki, um hon skuldi
velja frampartin ella kultrið. Tá
segði hon: ”Skeri eg teg her, so
missi eg teg har”, og so legði
hon saman, áðrenn hon skar,
og fekk so bæði av bróskinum
og kultrinum…
bóka
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
27
Mortan í Hamrabyrgi
umrøður nýggjar bøkur
um mat og drekka.
Matur og Matgerð
- revisited