fríggjadagur 24. oktober 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 205 - 24. oktober 2008
Sethús – á Gøtuteigi 11, Leirvík
Góð sethús í tveimum hæddum. Grundstykki : Langanes
Glyvrar. Hvør hæddin er 120 fermetrar, íalt 240 fermetrar.
Byggiár 1989. Grundøkið 486 fermetrar. Í ovaru hæddini
er, durur, gongd, køkur,stova, hjúnarúm við baðirúmi, 2
kømur og baðirúm. Í niðaru hæddini er fýrrúm/
kjallararúm. Húsini standa sera væl fyri í bygdini við
blindan veg, har er sera gott útsýni. til húsini er eisini ein
hjallur.
Prísuppskot: 1.4 milliónir kr.
Grundstykki
– Fossagerðið Leynavegur, Leynar
Ognin er eitt stórt jarðarstykki í Leynum, sum – sambært
byggisamtyktini – er lagt út til bústaðarbygging. Vegur
kann gerast til ognina frá í erva og frá í neðra. Stykkið
liggur sera væl fyri í rættiliga slættum lendi nær mið-
staðarøkinum og mitt í bygdini í náttúruvøkrum, friðar-
ligum og barnavinaligum umhvørvi við frálíkum útsýni út
yvir bygdina, lánna og førðin. Tað tekur bara 15 min. at
koyra til flogvøllin og 20 min. at koyra til Havnar.
Prísuppskot : 1.500.000,00 kr.
Raðhús – J.Pætursonargøta 38, Tórshavn
Húsini eru 3 hæddum á 47,63 m2 – í alt 142,89m2.
Grundøkið er 147 m2. Byggiár: 1965. Í miðhæddini er
inngongd, durur, gongd / garderoba / trappugongd,
matarkøkur við trappu til niðastu hædd og borðsstova /
stova. Í ovastu hædd er trappupallur, hjúnarrúm, baðirúm
og 2 kømur. Í niðastu hædd er inngongd vaskirúm /
fýrrúm / kjallararúm við útgongd til garðin frammanfyri.
Húsini standa væl fyri í veðurgóðum og friðarligum
umhvørvi nær við miðbýin, og hava gott útsýni frá ovastu
hædd. Stutt er til dagstovnar, skúlar, handlar og mangt
annað.
Prísuppskot : 1.300.000,00 kr.
Íbuð – undir Kongavarða H1 th Argir
Væl dámda íbúðin undir Kongavarða á 102 m2 er til sølu.
Bert hendan eina er eftir í hesari støddini. Íbúðin, sum er í
gerð, er sera snøgg, væl gjørd og úr besta tilfari. Harafturat
er felagsøki. Hon er væntandi liðug várið 2009. Har er
trappurúm / lyfta, inngongd, gongd / forstova / garde-
roba, baðirúm / vaskirúm, køkur, borðstova / stova við
útgongd til svala, hjúnarrúm við útgongd til svala og
kamar. Íbúðin liggur í friðarligum, náttúruvøkrum og
barnavinaligum umhvørvi við góðum tilplantaðum
felagsøki, spæliplássi, sparkivølli og góðum parkeringsøki.
Íbúðin er á 1. hædd í blokki H til høgru. Afturat keyps-
kostnaðinum skal leggjast út kr. 150.000,00 fyri mvg, ið
keyparin kann søkja um at fáa endurgoldið.
Prísuppskot: 1.538.710,00 kr.
Sethús – Karlotsgøta 3, Hoyvík
Nýggj hús við garasju í kjallarinum, liðug bygd 2008 .
Húsini eru eini sniðhús ”Norðsetur”. Húsini eru í tveimum
hæddum við høgari reising, hvør hæddin er uml. 100
fermetrar + 60 fermetrar loft sum er klárt at innrættta.
Samlað búvídd á uml. 260 fermetrar. Á miðhæddini er
inngongd, gongd / trappa upp til loft og niður í kjallarin,
gesta wc, millumgong, køkur, stova, 3 kømur, hjúnarrúm
og baðirúm. Á kjallarahæddini er stórt kjallararúm og
hurð inn til garasjuna. Húsini standa væl fyri í nýggjum,
barnavinaligum umhvørvi, fá fet frá nýggja skúlanum og
dagstovni, gott busssamband oman í býin.
Prísuppskot: 2.5 milliónir kr.
Sethús – Hóvabrekka 4, Argir
Húsini eru 2 hæddum. Niðara hædd er uml. 78 m2 og
ovara hædd er uml. 60 m2 – í alt uml. 138 m2. Grundøki er
660 m2. Byggiár: 1990, men ymiskar dagføringar eru
gjørdar so sum nýggjur køkur, baðirúm, gongd, kamar,
trappa, vindeygu í køki, garður, útigólv, brotflísar o.a. Í
neðra er útigólv / terassa, inngongd, gongd, baðirúm,
hjúnarrúm, matarkøkur, borðstova / stova við trappu upp
til ovaru hædd og útgongd út í garðin. Í ovaru hædd er
trappugongd, gongd, hugna- / sjónvarpsstova, wc og 2
kømur. Garður / urtagarður er runt húsini. Húsini standa í
náttúruvøkrum, veðurgóðum og barnavinaligum um-
hvørvi við blindan veg og hava góðan sólargang og frálíkt
útsýni. Stutt er til barnagarð, skúla, nýggja ringvegin og
sera gott busssamband.
Hóskandi boð ynskist.
Sethús – Norðskálavergur 44, Norðskála
Snotiligu húsini eru í 2 hæddum, hvør hæddin er 140 m2
- íalt 280 m2. Í ovaru hæddini er gongd, stórur køkur og
stova í einum, bryggers/vaskirúm, hjúnarúm, kamar,
klædnarúm og baðirúm. Niðara hæddin er óinrættað.
Húsini eru eini snotilig og sera væl bygd hús, sum FT smíð
hevur bygd, tað er betongdekk millum hæddirnar, og
varmi í øllum gólvunum. Byrjað er at gera garagu, sum
verður umleið 50 m2. Byggiár : 2005 . Grundøkið er : 749
m2. Húsini standa væl fyri, stutt er til allar hentleikar, har
er veðurgott og sera gott útsýni
Hóskandi boð ynskist.
Sethús – Garðagøta 3 Syðrugøta
Góð sethús í tveimum hæddum. Hvør hæddin er 120
fermetrar, íalt 240 fermetrar. Byggiár 1986. Grundøkið
566 fermetrar. Í ovaru hæddini er, gongd, køkur, bryggers/
vaskirúm, stova, baðirúm við baðikari, kamar, arbeiðsrúm
og hjúnarúm við klædnarúmi og baðirúmi við brúsu. Í
niðaru hæddini er, stova, køkur, 3 kømur, baðirúm við
brúsu, gongd , fýrrúm og kjallararúm. Húsini standa sera
væl fyri ovaliga í bygdini við blindan veg, har er sera gott
útsýni, og spælipláss er beint uttanfyri køksvindeygað.
Stórur urtagarður er rundan um húsini.
Hóskandi boð ynskist.
Sethús Reyðagøta 6, Tórshavn
Húsini eru í 2 hæddum á 120 fermetrar + loft har uml. 20
m2 eru innrættaðir. Samlað búvídd er 260 m2. Grundøkið
er 503 m2. Byggiár: 1994. Húsini eru dagførd so við og við
og eru í góðum standi. M.a. er hetta nýtt: Helvtin av
vindeygunum, úthurðar, baðirúm og hvítvørður eins og
kømurini eru gjørd av nýggjum og nýggj trappa niður í
kjallaran Í erva er inngongd, durur, gongd, trappugongd,
baðirúm, 4 kømur, køkur / alrúm / stova. Í erva er kamar
og útiloft. Í kjallarinum er vaskirum / fýrrúm og stórt
kjallarúm, ið væl kann innrættast til íbúð. Húsini standa í
náttúruvøkrum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi
við blindan veg. Stutt er til dagstovn og gott
busssamband.
Prísuppskot : 1.800.000,00
Sethús Áargeil 5
Húsini eru 3 hæddum. Miðhæddin er 137,5 m2, niðasta
hædd er 53 m2 og ovasta hædd er 15 m2 – í alt 205,5 m2.
Grundøkið er 656 m2 (+ møguliga 342 m2). Byggiár: 1975,
men húsini eru dagførd so við og við, so tey nú eru sum
nýggj. M.a. eru nýggj vindeygu omaneftir, niðasta hædd
innrættað, kømur í miðhædd dagførd, loftið lyft upp í
hjúnarrúmi, trappa í stovuni, nýtt tak, ketil, oljufýr og nýggj
loft allastaðni. Í miðhæddini er inngongd, durur / gongd,
niðurgongd til niðastu hædd, gestawc, alrúm / borðsstova /
matarkøkur við útgongd til útigólv, bryggers vi egnari
inngongd, gongd, hjúnarrúm, baðirúm og kamar. Í ovastu
hædd er útsýnisstova við panoramaútsýni oman yvir býin
og út á førð. Í niðastu hædd er inngongd, stova / kamar,
fýrrúm / kjallararúm. Garður / urtagarður er oman til ánna.
Húsini standa í friðarligum og veðurgóðum umhvørvi nær
býnum – 8 min. til gongu. Stutt er til barnagarðar, skúlar,
ítróttarøki, Norðurlandahúsið o.m.a. Fleiri bussar koyra
beint til hurðina.
Prísuppskot : 2.200.000,00
Sethús Landavegur 17, Tórshavn
Húsini eru í 3 hæddum – samlað búvídd 192 m2.
Grundøkið er 317 m2. Byggiár: 1923 / 1962. Húsini er
nakað dagførd og annars væl hildin. Í miðhæddini er
hjallur, inngongd, gongd, køkur, borðsstova, stova,
millumgongd við niðurgongd til kjallara, baðirúm og
hjúnarrúm. Í ovastu hædd er trappupallur / arbeiðsrúm,
wc, 1 størri kamar og 2 smærri kømur. Í niðastu hædd er
inngongd, gongd, 1 størri kamar, 2 smærri kømar og
vaskirúm / fýrrúm / kjallararúm. Húsini standa væl fyri í
hugnaligum og friðarligum umhvørvi nær miðbýnum.
Stutt er til barnagarðar, skúlar, stovnar, handlar og alt
handa slag, ið liggur í mitt í býnum. Nakað av útsýni er úr
ovastu hædd.
Prísuppskot 1.800.000,00
Raðhús : Langatún 18/Bókbindaragøta
31
Húsini eru í 3 hæddum á 44 m2 – í alt 132 m2. Grundøkið
er 107 m2. Byggiár: 1958. Klædningur, tak og vindeygu
eru frá 1985, køkurin frá 1983, wc í neðra frá 2000,
baðirúmið frá 1978 og ketil / brennari / pumpa frá 2002. Í
miðhæddini er inngongd, gongd, wc, borðsstova / stova,
køkur og trappugongd. Í ovastu hædd er tappupallur,
hjúnarrúm, 2 kømur, baðirúm og wc/baðirúm. Í niðastu
hædd er inngongd, gongd, kamar, kjallararúm og hjallur.
Framman fyri húsini er garður / urtagarður. Húsini standa
í veðurgóðum og friðarligum umhvørvi. Útsýnið er
hampiligt frá ovastu hædd. Húsini standa nær miðbýnum
og stutt er til skúlar, dagstovnar, handlar o.m.a.
Prísuppskot 1.600.000,00
Jørð : á nesi 17, Nes Vágur
Talan er um 3 ognin á Nesi í Vági: 1) Grundstykki á
1.494m2, ið kann býtast sundur í 2 við ástandandi
sethúsum frá 1952 í 2 hæddum á 76m2 – í alt 152m2, 2)
stór ikki vetrarfriðað trøð á 20.658m2 við ástandandi
gomlum smiðjubygningi og 3) lítið jarðarstykki á 203m2
við ástandi fósi / hoyggjhúsi. Ognirnar verða seldar
saman ella hvør sær.
Prísuppskot:
fyri
1) kr. 300.000,00 -
fyri
2) kr. 1.000.000,00 -
fyri
3) kr. 60.000,00.
Grundstykki : í Geilini 20-22 Sørvágur
Talan er um eitt stórt grundstykki á 1.325 m2, ið er væl
egnað til at byggja sethús, tvíhús ella raðhús á. Tað vil
siga, at byggjast kunnu í minsta lagi 4 hús/búeindir.
Stykkið verður selt í einum ella í tveimum. Stykkið, sum er
grivið út og planerað, er klárt at byggja á. Vatn, frárensl,
kloakk, el og telefon er beint við, og seljarin átekur sær at
gera graviarbeiðið til rottanga. Stykkið liggur sera væl fyri
í friðarligum og veðurgóðum umhvørvi út til veg og
hevur sera gott útsýni.
Prísuppskot: kr. 220.000,00 pr. stk.