Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-24, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. oktober 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 205 - 24. oktober 2008 35 Stutt Sagt Brúktu ikki mjólkar- kvotuna Tað gongst illa hjá bøndru­ num í ES­londunum at fylla mjólkarkvoturnar, sum hvø’rt land sær hevur fingið tillutað. Tøl vísa, at í fjør høvdu 20 av teimum 27 limalondunum trupulleikar at framleiða ta mjólk, sum tey høvdu fingið kvotu til. Tað bar í sær, at framleiðslan var 2,6 milliónir tons minni enn kvotan. Tað var ymiskt, hvussu langt tey einstøku londini vóru frá kvotuni, men tað var serliga Rumenia, sum hevði ilt við at fylla kvot­ una, tí har lupu ikki minni enn 30 prosent av kvotuni av. Í Bulgariu og Litava restaðu 15 prosent í, í Svøríki 12 prosent og í Ungarn 11 prosent. Í Grikkalandi, Letlandi, Estlandi, Slovakia, Finn­ landi, Slovenia og Bret­ landi vóru millum 5 og 10 prosent av mjólkar­ kvotuni eftir, tá árið í fjør var liðugt. Danmark er eitt av teim­ um mest framkomnu land­ búnaðarlondunum í heim­ inum, og donsku mjólkar­ bøndurnir vóru eisini neyvari enn teirra starvs­ felagar í hinum ES­lond­ unum. Tá árið bleiv upp­ gjørt, hvødu donsku mjólkarvirkini fingið 4.497.470.537 kilo av mjólk, og tað svarar til 99,95 prosent av teirri donsku kvotuni, sigur DR­kringvarpið. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk – Eingin sleppur at stjala pengar frá fólki uttan hevnd, og tí fara vit skjótt at beina fyri tær (bræv til amerikanskan bankastjóra) útlond ES-bøndurnir megna ikki at framleiða ta ásettu mjólkarkvotuna (Mynd: DR) Fyrrverandi ameri­ kanski tjóðbanka­ stjórin Alan Green­ span viðgekk í einari hoyring í gjár, at hann hevði gjørt mistøk Alan Greenspan var í gjár til avhoyringar í Kongress­ ini, sum vildi hava hansara boð uppá, hvussu USA kundi koma út í eina so álvarssama fíggjarkreppu, sum hevur herjað landið og stóran part av heiminum í seinastuni. Fyrrverandi tjóðbanka­ stjórin vildi ikki átaka sær ábyrgdina av tí, sum er hent, men hann ásannaði, at kreppan hevur víst, at hann gjørdi eitt mistak, tá hann setti seg upp ímóti øllum ætlanum um at avmarka virksemið hjá fíggjarstovnu­ num innan fyri ávísar karm­ ar. Alan Greenspan viðgekk, at hann var ovfarin av, at tann amerikanski fíggjar­ marknaðurin var rapaður, men hann segði seg vænta, at bankarnir verða førir fyri at tryggja innskotið hjá partaeigarunum og eginpen­ ingin. – Eg og mong við mær hildu, at bankarnir høvdu sjálvir áhuga í at verja eginpeningin og partaeigar­ arnar, og tí eru vit skelkað í dag og hava ilt við at trúgva tí, sum vit hoyra og síggja, segði gamli tjóðbankastjórin við ta serligu eftirlitsnevnd­ ina hjá Kongressini. Nógv verri enn væntað Alan Greenspan viðgekk, at hann hevði mistikið seg, og hann segði, at hann hev­ ur framvegis ilt við at skilja, hvat tað var, sum hendi, tá bankarnir lótu fíggjarmarkn­ aðin rapa. ­ Tað var ein av hornastein­ unum í skipanini við markn­ aðarkapping og frælsum marknaði, sum sakk. Eg skilji framvegis ikki rættil­ iga, hví tað hendi, segði hann. Hann ásannaði eisini, at hann mistók seg, tá hann sum tjóðbankastjóri hevði sagt, at tað var eingin orsøk til at stúra fyri, at tann hækk­ andi bústaðarprísurin fór at elva til spekulasjón og kundi enda sum ein bløðra, ið kundi skaða allan búskap­ in, tá hon eina ferð fór at bresta. Hann hevði havt ta uppfatan, at bústaðarprísur­ in kundi ikki fella um alt landið ísenn, tí bústaðar­ marknaðurin er ein lokalur ella staðbundin marknaður. Alan Greenspan viðgekk eisini, at fíggjarkreppan er vorðin nógv verri, enn hann hevði ímyndað sær. Hann umrøddi kreppuna sum eina kreditt­flóðaldu, sum bara kemur eina ferð í hvørjari øld, og hann segði, at mong mugu fyrireika seg til arbeiðsloysi og verri tíðir. Lítillátin Sum amerikanskur tjóð­ bankastjóri hevði Allan Greenspan stórt vald, og tað bleiv lurtað eftir orðum hansara. Eisini tær ferðirnar hann kunnaði Kongressina um landsins fíggjarviður­ skiftir. Men í gjár var tað ein lítillátin og varin maður, sum svaraði spurningum frá kongresslimum, sum vóru meiri ágangandi, enn teir plagdu at vera fyrr. Millum teir mest ágang­ andi konkresslimirnar var demokraturin Henry Wax­ man, sum er formaður í eftirlitsnevndini hjá Kon­ gressini. Hann segði, at sum tjóðbankastjóri hevði Alan Greenspan havt til uppgávu at avdúka trupulleikar í búskapinum, áðrenn teir elvdu til kreppu. ­ Tú sigur nú, at tú varnað­ ist tað ikki, men í mínum eygum er tann frágreiðingin ikki nóg góð, segði Henry Waxman og spurdi Green­ span beinleiðis, um hann hevði mistikið seg. Nógvir serfrøðingar vísa á, at høvuðsamboðið hjá Alan Greenspan sum tjóð­ bankastjóra var at halda rentuni sera langt niðri, og at tað var júst hesin poli­ tikkurin, sum elvdi til, at fólk sluppu at taka nógv størri búsðararlán, enn tey vóru før fyri at gjalda afrtur, tá rentan hækkaði. Tað vóru serliga demokrat­ arnir í eftirlitsnevndini, sum settu tí gamla tjóð­ bankastjóranum ágangandi spurningar. Tey republi­ konsku umboðini valdu í størri mun at finnast at real­ kredittfeløgunum Fannie Mae og Freddie Mac, sum teir løgdu undir at hava rikið ein ábyrgdarleysan út­ lánspolitikk. Ákæruvaldið vil hava greiði á, um maðurin, sum burturflutti Nataschu Kampusch, fekk hjálp frá øðrum Eysturríkska Natascha Kampusch sat fangi í kjall­ aranum hjá Wolfgang Prik­ lopil í meiri enn átta ár. Men var hann einsamallur um illgerðina? Tann spurningurin hevur verið frammi fleiri ferðir, síðani Natascha Kampusch slapp leys, og nú hevur innanríkisráðharrin gjørt av, at málið skal í rættin eina ferð afturat fyri at fáa greiði á, um Wolfgang Prik­ lopil var einsamallur, ella um hann fekk hjálp til at burturflkyta gentuna og til at halda henni sum fanga í meiri enn átta ár. Í fyrsta umfari hevur inn­ anríkisráðharrin gjørt av at seta eina serliga nevnd at kanna spurningin. Tann 10 ára gamla Natascha Kampusch bleiv burturflutt í 1998. Átta ár seinni, í august í 2006, eydn­ aðist tað henni at flýggja. Wolfgang Priklopil tók lívið av sær. Greenspan viðgongur mistøk Kampusch-málið kannast av nýggjum Natascha Kampusch (Mynd: Polfoto) Alan Greenspan í Komngressini: -Eg fati framvegis ikki, at tað skuldi enda soleiðis (Mynd: Polfoto)